8 september, 2010 , skrivað hevur Heini Reinert
Í Íslendska blaðnum Morgunblaðið skrivar Baldur Arnarson at eg eri formaður í Gudloysi. Viðmerkjast skal at hetta sjálvandi ikki er rætt. Eg eri í skrivandi stund skrivari í Gudloysi.
Yvirlit yvir okkara nevnd er at finna á síðuni Um Okkum.
Heini Reinert, skrivari
8 september, 2010 , skrivað hevur Heri Joensen

Eitt mark kann setast ímillum tey, ið halda at mósebøkurnar eru góðar keldur til uppruna heimsins og tey ið ikki halda tað. Har stendur til dømis Miðflokkurin hinumegin markið, meðan Dialogos, saman við okkum Gudloysingum, stendur okkara megin.
Eitt annað mark kann setast ímillum tey, ið halda at Jesu móðir ikki var í song við nøkrum manni áðrenn hon átti Jesus, at Jesus gjørdi vatn til vín og at hann reis upp frá deyðum og fór kropsliga til himmals. Har standa Miðflokkurin og Dialogos saman hinumgin markið, meðan vit gudloysingar standa, helst rættiliga einsamallir, okkara megin. Eg trúgvi ikki tú finnur ein einasta, ið kallar seg kristnan av nøkrum slag standa okkara megin, tí at trúgva Les meira »
6 september, 2010 , skrivað hevur Ása
Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráharrin í Íslandi kemur á vitjan í Føroyum. Altíð stuttligt at hava vitjan av leiðarum frá grannalondunum, so hetta eru hugnalig tíðindi. Har er tó altíð onkur sum skal spilla okkum spælið. Ífylgi Vágaportalinum tímir Jenis av Rana ikki at eta saman við Jóhonnu og konu hennara, Jónínu Leósdóttir. Hví? Ja, tað er ivaleyst ikki so ringt at gita:
Jenis av Rana kallar hesa vitjanina hjá íslendska forsætismálaráðkvinnuni fyri eina beinleiðis provokatión. Hetta er nógv meira alvorligt enn sum so, og hetta signalerar ikki tað normala sambært skriftunum, so eg hevði ikki droymt um at farið til ein sovorðnan døgurða, sigur Jenis av Rana við Vágaportalin.
So, Jenis heldur vitjanina vera reina provokatión? Tað, at ein stjórnarleiðari vitjar eina aðra tjóð við sínum maka, er provokatión? Hvønn heldur hann Sigurðardóttir, forsætisráðharri roynir at provokera? Vónandi heldur hann ikki at íslendska stjórnin og Føroya løgmaður við vilja royna at provokera bara hann, ella? Eg haldi tað er eitt nokkso ógvusligt tiltak, bara fyri at provokera Jenis. Eg haldi ikki sjálvt Gudloysi hevði tímað at spilt tíð uppá tað.
Næsta punkt. Tað normala sambært skriftunum? Eg helt at Jesus var vinur við tey “ópopuleru”. Øll tey, sum fólk hildu vera ómoralsk og syndug gjørdi Jesus sær ómak at vera góður við. Eg rokni ikki við at hann hevði uppført seg sum ein sovorðin fariseari, kenni eg mínar bíbliusøgur rætt. Kanska blandar Jenis Jesus við Paulus?
Eg haldi hetta vera eitt øgiliga týðiligt dømi, um hvat kann henda, um tú gloymir tína egnu samkenslu við næstan og tína egnu menniskjansligheit fyri at passa inn í eina ekstrema, afturhaldna og snævurskygda trúgv. Tú endar við at brúka bíbliuna sum umskyldning fyri at lata vera við at vísa gestablídni og opinleika fyri verðini. Vónandi skamma kristin flest seg yvir at hoyra til sama “bólk” sum Jenis.
Annars skal sitatið frá Vágaportalinum takast við fyrivarni, so um tey hava gjørt Jenisi órætt, taki eg hetta fegin aftur.
Ása Johannesen
1 september, 2010 , skrivað hevur Ása
Bók: Trúgv og Vantrúgv
Høvundur: Christer Sturmark
Týðing: Andrias Guttormur Djurhuus
Meting: Fýra Darwin skegg út av seks. (tíverri ber ikki til at leggja myndir upp, so ongi skegg at síggja).
Í seinastuni hevur verið ein hálvgum flóðalda av gudleysum bókum frá meira ella minni kendum rithøvundum. Millum hesar, er tann ivaleyst minni kenda bókin “Trúgv og vantrúgv” hjá Christer Sturmark, sum Guttormur Djurhuus hevur týtt til føroyskt. Av tí at hon er á føroyskum, helt eg at hon hevur fortjent mítt fyrsta bókaummæli her á síðuni, men eftir at hava lisið hana haldi eg sum heild at hon hevur fortjent at vera ummæld.
Les meira »
17 august, 2010 , skrivað hevur Jákup
Religionstrúgv er ymisk frá landi til lands. Á sama hátt meini eg, at argumentini fyri religión eisini eru ymisk. Í Føroyum havi eg lagt til merkis, at fólk ofta eru ógvuliga epistemologiskt orienterað tá tey forsvara teirra trúgv. Epistemologi er ein filosofisk grein, ið setur spurningarnar:
Hvat er vitan?
Les meira »