Spurningar til Jákup Mikkelsen

Í fjølmiðlunum er komið fram, at Fólkaflokkurin ikki vil taka undir við uppskotinum hjá Anitu á Fríðriksmørk og Finni Helmsdal um, at í Føroyum eigur man ikki at kunna gera mun á fólki vegna kynsliga sannføring
Framsøgumaðurin hjá Fólkaflokkinum – Jákup Mikkelsen – segði í hesum sambandi, ífylgi heimasíðuni hjá Útvarpi Føroya: ”Tað er ikki rætt at lóggeva fyri ein einstakan bólk. Og harafturat er tað ímóti kristnu siðalæruni at vera samkyndur”. Hann skeyt uppí, at persónliga stúrdi hann fyri, at um hetta uppskotið bleiv samtykt, so vildi tað næsta verða skrásett parlag, og at samkynd vildu kunna sleppa at ættleiða børn.
Í hesum sambandi hava vit nakrar spurningar til Jákup Mikkelsen.

1)Fyri 10 árum síðan var tað soleiðis í Føroyum, at bert prestar og politiovastar kundu víga hinskynd hjún. Fyri nøkrum árum síðan bleiv hendan lógin broytt, so at eisini samkomuleiðarar í øðrum samkomum, enn fólkakirkjuni, høvdu loyvi til at víga hjún. Her er greitt talan um eina lóg, sum bert kemur einum ávísum, og enntá lítlum bólki í samfelagnum, til góðar. Nemliga samkomuleiðarum og teimum fólkum, sum vilja giftast í samkomum.
Ífylgi tínari útsøgn um, at tað er skeivt at gera lógir, ið bert galda fyri einstakar bólkar í samfelagnum, hvussu vil Fólkaflokkurin so bera í bandi, at hendan lóg, sum skjótast, verður avtikin?
2)Uppskotið leggur upp til, at tað ikki skal kunna gerast munur á fólki vegna kynsliga sannføring. Tvs. at ongin persónur, sum hevur eina sexuella preferancu, skal kunna diskriminerast orsakað av sínum sexualiteti.
Mær vitandi, hava øll fólk eina ella aðra sexuella preferancu. Dømi: summi av okkum dáma onkrum av hinum kyninum, summi dáma at blíva pískað, onnur dáma at lata seg í leðurklæðir, og uppaftur onnur dáma ein av egna kyni.
Tá tað kemur til sexuella preferancu (kynsliga sannføring), so eru vit ógvuliga ymisk sum menniskju. Tað einasta, vit hava til felags, er stórt sæð tað, at vit hava eina sexuella preferancu! Okkara spurningur er so tann: Hvussu kann Fólkaflokkurin pástanda, at hetta lógaruppskot bert er galdandi fyri ein ávísan bólk í samfelagnum? Umfatar heitið ”kynslig sannføring” ikki allar føroyingar, ella kanst tú kanska nevna ein føroying, sum ikki hevur eina kynsliga sannføring?
3)Tað er rætt, at tað at vera samkyndur stríðir ímóti bíbliuni og tí kristnu siðalæruni. Tað er tí bara at gleðast um, at politikarar í Føroyum lata sítt lógararbeiði stýra av, hvat ein 2-3000 ára gamal tekstur, tvs. bíblian, hevur at siga. Samfelagið er jú ikki broytt serliga nógv hesi seinastu 1000 árini. Tað er tó at harmast um, at verandi lóggáva í Føroyum ikki heilt samsvarar við bíbliuna. Ella enn verri: Í fleiri førum er ongin lóg gjørd, sum tekur hædd fyri summum av forskriftunum í bíbliuni. Eg kann heilt stutt geva nøkur dømi:

Neyðtøka: Í Føroyum hava vit í dag eina lóg, sum greitt sigur, at verður ein kvinna neyðtikin, so skal brotsmaðurin revsast við fongsli (§216-217 í revsilógini). Hetta stríðir jú greitt ímóti bíbliuni, tí lesa vit í 5. Mósebók 22:28-29, so stendur, at um maður neyðtekur kvinnu – og onkur uppdagar tað (!) – so skal hann betala eina bót til pápan og annars gifta seg við kvinnuni.
Hetta samsvarar jú aldeilis ikki við verandi lóggávu. Í dag kunnu menn blíva dømdir uppá teknisk prógv, sum prógva at teir framdu illgerðina. Tað er í fáum førum, at eygnavitni eru til eina neyðtøku.
Trælahald: Bíblian sigur jú greitt, at ein kann keypa trælir frá fólkum, ið búgva tætt við ein sjálvan (3. Mós 25:44). Um man hevur eina dóttir, so kann man eisini selja hana til trælahald, um man nú stendur og manglar nakrar krónur (2. Mós 21:7). Trælirnir skulu eisini skikka sær pent (Ef 6:5 og Kol 3:22). Verandi lóggáva sigur tíverri onki um hetta evni.
Hevði tað ikki verið eitt uppskot, at sett ein trælamarknað á stovn í Føroyum? Møguliga í samband við Virðisbrævamarknað Føroya? Hetta vildi jú verið í samsvar við bíbliuna og ta kristnu siðalæruna, og vit ivast onga løtu í, at fleiri føroyingar høvdu gleðiliga tikið ímóti hesum møguleikanum fyri at forvunnið sær nakrar eyka krónur, nú tann fíggjarliga støðan í landinum er heldur tronglig.
Siðalæra: Tann kristna siðalæran hjá teimum fyrstu kristnu var soleiðis, at øll áttu alt í felag (Ápos 2:44-45). Man gav tað man hevði til samfelagið og brúkti tað man hevði brúk fyri. Tvs. eitt slag av einum kommunistiskum paradís. Okkara samfelag í dag er alt annað enn hetta fyrsta kristna samfelagið. Summir vinnulívsmenn – eru teir nevndir, so eru teir kendir – ríka seg sjálvan upp, og gera greitt ímóti hesi fyrstu kristnu siðalæruni! Tað kann ikki vera rætt, um okkara samfelag skal samsvara við bíbliunnar orð og siðalæruni í henni.

Hetta vóru so nøkur fá dømi. Vit hava ein fullfíggjaðan lista yvir lógir í føroyska lógarverkinum, ið ikki samsvara við bíbliuna, og hendan lista vilja vit heldur enn fegin útflýggja til tín ella Fólkaflokkin, um tað er soleiðis, at tit, sum flokkur, ikki sjálv eru greið yvir, hvørjar broytingar eru neyðugar. Okkara spurningur til alt hetta er hesin: Hvat vil Fólkaflokkurin gera fyri at broyta verandi lóggávu soleiðis, at hon samsvarar betri við bíbliuna og ta kristnu siðalæruna?

Hetta vóru so spurningarnir til almennu útsøgnina hjá framsøgumanninum í Fólkaflokkinum. Vónandi kunnu vit vænta eitt svar innan alt ov nógv tíð er umliðin. Svarið má gjarna innihalda eitt uppskot til eina tíðarætlan fyri, hvussu verandi lóggáva skal broytast, so hon samsvarar betri við tær góðu leiðbeiningarnar í bíbliuni. Okkum vitandi, so úttalaði landsstýrismaðurin í mentamálum – Jógvan á Lakjuni – á sinni, seg alment um, at ”í Føroyum skuldi ongin lóg viðtakast, sum stríddi ímóti Móselógini”. Í so fall, so hevur hann sikkurt okkurt gott uppskot til, hvussu hetta kann fremjast í verki.

Vit hava ein síðsta spurning til Jákup Mikkelsen, og hendan spurning vænta vit, at tú svarar persónliga, tí hann er viðvíkjandi tíni persónligu støðu í hesum máli.
Tú segði, at tú hevði ótta fyri, at um hetta uppskot bleiv viðtikið, so vildu onnur koma, sum vóru hvaðan verri.
Er tað veruliga soleiðis, at tá tú skalt taka eina støðu fyri/ímóti einum lógaruppskoti, so velur tú ikki at hyggja eftir, hvussu relevant hetta lógaruppskot er, men í staðin at fokusera uppá, hvat møguliga kann henda eina ferð í framtíðini? Eiga lógaruppskot ikki at viðgerast óheft av hvørjum øðrum?

Vinarliga
Eivind Ortind Simonsen
Viby J

Birita L. Jóansdóttir
Ålborg

Merki: , , ,

Hetta var lagt út 10 november, 2005 klokkan 15:30 og er goymt undir Miðlar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Svara

Connect with Facebook

ERROR: si-captcha.php plugin: GD image support not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable GD image support for PHP.

ERROR: si-captcha.php plugin: imagepng function not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable imagepng for PHP.

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)