Spurningar til Jákup Mikkelsen (2)

Fyri eitt sindur av tíð síðan settu vit nakrar spurningar til Jákup Mikkelsen. Vit fingu ongantíð eitt svar. Tískil føla vit okkum nú noydd til at seta somu spurningar enn eina ferð.
Vit høvdu 3 spurningar til eina almenna útsøgn hjá Jákup Mikkelsen. Hansara útsøgn kom í samband við viðgerðina av lógaruppskotinum hjá Finni Helmsdal og Anitu á Fríðriksmørk um diskriminering vegna kynsliga sannføring, og frammsetti hann hana sum frammsøgumaður hjá flokkinum í hesum málið. Orðini hjá Jákup Mikkelsen vóru hesi: »Tað er ikki rætt at lóggeva fyri ein einstakan bólk. Og harafturat er tað ímóti kristnu siðalæruni at vera samkyndur«. Okkara spurningar tóku allir útgangsstøði í hesi útsøgn.
Tann fyrsti spurningurin viðgjørdi hetta at lóggeva fyri einstakar bólkar. Vit góvu eitt dømi um eina lóg, sum er viðtikin í Løgtinginum, og sum nettupp er gjørd fyri ein einstaka bólk. Nemliga lógina um, at samkomuleiðarar, í øðrum samkomum enn Fólkakirkjuni, eisini kunnu víga hjún. Um tað er so skeivt at lóggeva fyri einstakar bólkar, hví hava vit so hesa lógina?

Tann næsti spurningurin viðgjørdi sjálvt lógaruppskotið sett upp ímóti hugtakinum »einstakur bólkur«. Í lógaruppskotinum stendur beinleiðis, at tað skal vera mett sum lógarbrot, at diskriminera vegna kynsliga sannføring. Okkara pástandur er, at kynslig sannføring IKKI dekkar ein einstakan bólk, men allar føroyingar. Fyri okkum sær tað út sum um, at Fólkaflokkurin ikki er samdur í hesum. Hevði tú tíma at greitt nærmari frá tykkara støðu til hendan spurning?
Tann triði spurningurin umrøddi tað kristnu siðalæruna og hennara kvalifikatión, sum grundarlag undir okkara lógum. Vit góvu 3 dømi um ting, nevnd í bíbliuni, sum ikki eru galdandi í okkara lógarverki. Tey 3 dømini vóru um neyðtøku, trælahald og samfelagsskipan. Spurningurin var so: um bíblian og tann kristna siðalæran er so væl egnað, sum grundarlag undir okkara lógum, hví roynur Fólkaflokkurin so ikki at bera so í bandi, at allar tær føroysku lógirnar samsvara við bíbliunnar orð?
Vit høvdu ein síðsta spurning, men hann var settur beinleiðis til Jákup Mikkelsen. Hann hevði nakað at gera við, at Jákup segði seg stúra fyri, at um hetta lógaruppskot bleiv viðtikið, so vildu uppskot, sum vóru hvaðan verri fylgja. Spurningurin var so, hví Jákup velur at stúra fyri frammtíðini ístaðin fyri at meta um, hvussu relevant hetta lógaruppskot er? Fjalt í hesum lá tann sannleikin, at okkara virðir broytast, og at tað sum vit halda vera rætt í dag, ikki var tað sama, sum fólk fyri 50 árum síðan hildu vera rætt. Hvat fær so Jákup Mikkelsen til at halda, at tey virðir sum vit hava í dag, eru tey somu í 2055? Og hví stúra fyri hesum?
Vit vilja gjarna hava eitt svar uppá hesar spurningar. Um Jákup Mikkelsen ikki sær seg føran fyri at svara, so má onkur annar úr Fólkaflokkinum, sum deilir hansara sjónarmið, gjarna svara. Um ongin í Fólkaflokkinum sær seg føran fyri at svara, so má onkur annar føroyingar, sum deilir sjónarmiðini hjá Jákup Mikkelsen, gjarna svara. Um ongin sær seg føran fyri at svara, so mugu vit bara staðfesta, at tykkara mótstøða móti hesum lógaruppskoti byggir meira á fordómar og óvitan enn á rationella og logiska argumentatión.

Eivind Ortind Simonsen, Viby J
Birita Lamhauge Jóansdóttir, Aalborg

Merki: , , ,

Hetta var lagt út 2 desember, 2005 klokkan 15:32 og er goymt undir Miðlar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Svara

Connect with Facebook

ERROR: si-captcha.php plugin: GD image support not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable GD image support for PHP.

ERROR: si-captcha.php plugin: imagepng function not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable imagepng for PHP.

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)