Aftursvar til Berg D. Joensen

Gudloysi hóttir ongan

Grundarlagið og endamálið við felagskapinum Gudloysi er at virka fyri at kirkjan, og allar trúgvir fyri tanns skyld, vera loystar frá landinum, og at religión á ongan hátt skal umboðast av tí almenna. Harafturat vil Gudloysi virka fyri at upplýsa almenningin um gudloysi. Vit vilja vísa á at vit eisini eru til og at allir føroyingar ikki eru kristnir.

Tað at kristin mugu trúgva, tí tey ikki kunna vita ella fáa nakað prógv fyri sínari heimsmynd merkir ikki at øll onnur eisini noyðast at gera tað. Bergur D. Joensen sigur at vit eru øll felags um eitt, og tað er at hava eina heimsmynd og eina trúgv. Eina heimsmynd kann eg vera samdur í at flest øll hava, men trúgv hava øll ikki. Teimum, ið hugsa vísindaligt tørvar ikki at trúgva nakað, tí tað, ið kann prógvast vísindaligt tørvar okkum ikki trúgv til at góðtaka, og tað, ið enn ikki kann prógvast á nakran hátt mugu vit góðtaka at vit ikki vita. Ongin trúgv er neyðug í einari slíkari heimsmynd.

At allar heimsmyndir hava lærusetningar, ið fevna um upprunan til heimin, lívið og menniskjað passar heldur ikki. Vit eru summi, ið góðtaka at vit vita ikki enn hvussu alheimurin er vorðin til, og at vísindin enn ikki kann greiða frá øllum; men byggja okkara heimsmynd á tað vit vita ístaðin fyri tað vit ikki vita. Eg veit ikki hvat Bergur sipar til tá hann sigur at Nietzsche festi sítt álit á ein annan gud aftaná at hann hevði avnoktað gud. Her haldi eg at Bergur skal lesa eitt sindur betur uppá, ella greiða eitt sindur betur frá sínum meiningum.

At verðsligir humanistar trúgva á menniskju er beinleiðis skeivt. Tær nýtist ikki at trúgva á nakað fyri at vera verðsligur humanistur. Eg veit at Bergur trýr á gud, altso tann judeokristna gudin Jahve, men fyri tað nýtist honum ikki at ganga út frá at øll onnur eisini trúgva á okkurt. Verðsligir humanistar, haldi eg, eru fólk, ið hugsa vísindaligt, og vísindaligt er menniskjað einasta keldan til sín egna moral og etikk. Moralur uppstendur ímillum menniskju, og ikki ímillum menniskju og handan bronsualdar gudin úr miðeysturi, ið kallast
Jahve.

Tað er ein púra høp  isleysur pástandur, tá Bergur sigur, at ein erligur gudoysingur óivað hevur onkran gud. Vónandi meinar Bergur ikki gud í tí vanligu merkingini, men í tí Einsteinsku merkingini, ið onki hevur við trúgv at gera. Um tað er, so er tað ein sera fløktur háttur at fara undir eitt samskifti við ein bólk av gudloysingum.

Tað einasta eg eri samdur við Bergi í er, at tað er ikki áhugavert at tosa við líkasæl fólk um hetta evnið, men tað sigur seg sjálvt, og er galdandi fyri øll evni.

Felagið gudloysi ætlar ikki at vera ein hóttan ímóti nøkrum, men ein møguleiki fyri tey, ið ikki síggja seg sjálvi aftur í nakrari trúgv at hava ein felagskap at umboða sína meining. Tað er ein fólkaræðiligur rættur, og ikki ein hóttan ímóti nøkrum.

Øll sjónarmi! hava uppiborið ta virðing tey eiga til góðar, og hvør tann virðingin er kann einans tíðin vísa. Vónandi fáa vit eitt gott og gevandi orðaskifti um hetta evnið.

Vegna Gudloysi
Heri Joensen
tónleikari

Merki: , , , , , , ,

Hetta var lagt út 2 september, 2008 klokkan 13:24 og er goymt undir Miðlar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

2 svar to “Aftursvar til Berg D. Joensen”

  1. Aud Says:

    Nietzsche hevdi syfilis tad seinastu tídina so har kan hava sagt so mang ;o)

  2. Gudloysi » Blog Archive » Lesarabræv í Dimmu Says:

    […] ‘Aftursvar til Berg D. Joensen’ lesarabræv hjá Hera Joensen í Dimmalætting […]

Svara

Connect with Facebook

ERROR: si-captcha.php plugin: GD image support not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable GD image support for PHP.

ERROR: si-captcha.php plugin: imagepng function not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable imagepng for PHP.

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)