Aftursvar til Erlu Berghamar Sørensen
Í fyrstu atløgu vil eg takka Erlu Berghamar Sørensen fyri at viðurkenna okkara rætt til at taka okkum saman í ein felagsskap, umframt at viðurkenna okkara rætt til at ikki hava eina trúgv.
Hvørt navnið »Gudloysi« er lítið tespiligt ella ei, má vera ein spurningur um persónligan smakk. Har er ríkiliga grundgivið fyri navni felagsins – tað átti at verið óneyðugt, at eg gjørdi tað enn eina ferð. Sum hinir limirnir í felagnum taki eg eisini undir við navninum, tí tað er eitt úttrykk fyri júst mín tortrúna. Í Gudloysi finni eg mínar líkar, sum eisini standa ivandi um, hvørt tað er ein himmalsk vera, sum er arkitekturin handan okkara tilveru. Eg havi, sjálvt við teimum mest ljósareyðu brillunum á nøsini, enn onki haldbært prógv sæð fyri einari slíkari veru. Væntandi hendir tað ongantíð.
Tað kom mær dátt við, at Erla eisini hevur somu hugsan sum eg, hvørt Føroyar eru ein kristin tjóð. Tað kann lóggevast við vold og makt fyri tí, men tað kemur ongantíð at henda, at eitt land hevur eina trúgv – tað er fólkið, sum býr í landinum, sum hevur eina trúgv ella ei. Tískil haldi eg tað vera løgið, at hóast Erla góðtekur, at summi eru tortrúgvin, kortini leggur hon kristna gudin undir at hava skapt meg.
Eg havi ofta skulað prógvað mína tilveru fyri ymsum stovnum, ið liggja undir tí leiðsluni, sum hevur lóggivið fyri, at eg livi í einum kristnum landi. Hvørja ferð verður biðið um eitt »dópsbræv« ella eitt »navnabræv«, og í tí stendur, at tað eru mamma og pápi mín, ið skaptu meg. Hesum havi eg ongantíð ivast í, tí tey bæði hava altíð treytaleyst givið mær kærleika, stuðul og ikki minst mat – hóast eg ikki altíð havi dugað at víst mítt takksemi fyri hesum.
Tí er tað mær hugstoytt, at onnur leggja tann kristna gudin undir at standa handan hetta – tí eg veit, at tað eru míni foreldur, sum skaptu meg. Eg vil helst frábiðja mær, at onnur geva øðrum enn foreldrum mínum æruna fyri tað.
Afturfyri vil eg fegin góðtaka, at onnur halda onkra himmalsku veru hava skapt seg, tí um tað er, hvat tú trýrt, so kanst tú halda fram við tí – men mann má royna at skilja ímillum, hvat ein sjálvur trýr, og hvat onnur trúgva. Hesi bæði samsvara sjáldan.
Tað síðsta, sum Erla skrivar um, hvørt tann kristni gudurin hevur givið okkum fría viljan, fari eg at lata standa fyri egnu rokning.
Eg kundi ikki lata vera við at undrast á andsøgnina, at ikki eingong Erla sjálv letist at trúgva hesum – við hennara tilsiping til tað einasta, sum forðar okkum at drukna í pedofilum drápsmonnum, er at ein gudur heldur okkum í leinkju, ið forðar okkum í at gera slíkt.
Tað er mær tó hugstoytt at lesa tína meining við hasari heldur gruggutu polariseringini millum trúgvandi og tortrúgvandi.
At felagið Gudloysi ikki noyðir seg inn á nakran, kann ikki vera nakar ivi um. Vit hava ikki so frægt sum eitt stað at hittast. Flest okkara hava ta fatan, at vit skulu taka ábyrgd av teimum medmenniskjum, vit liva saman við. Ongin okkara heldur, at nøkur hóttan skal liggja til grund fyri okkara gerðum ella uppfatanum. Tí vil eg til síðst heita á Erlu og hennara líkar at gevast við at nýta grundgevingar, sum benda á eina hóttan. Um eg ikki hevði mínar ljósareyðu brillur, kundi eg uppfatað hesa síðstu heilsan sum eina hóttan móti mær og mínum líkum.
Eg ivist ikki í, at tær »avleiðingar« Erla sipar til, snúgva seg um okkurt slag av ævigari revsu. Tíbetur havi eg heldur ikki sæð nakað haldbart prógv um, at slík revsan er til. Tískil fái eg ikki fyrihildið meg annað enn kritiskt til hesar sokallaðu avleiðingarnar.
Eyðbjørn Einarsson Jespersen
Vegna Gudloysi
Merki: Erla Berghamar Sørensen, Eyðbjørn Einarsson Jespersen, Gudloysi, hóttanir, lesarabræv




