Heimspeki í Leeds

fjoelnir

Árgangur 25 – 1. útgáva – februar 2009

JÓGVAN SVABO SAMUELSEN

heimspekileeds

Tá hann ikki deilir sínar meiningar út á kjak.org, lesur hann millum
annað heimsspeki í Leeds. Hann er 23 ár og hugsar fyri tað mesta millum
Platon og Freud. Vit hava fingið orð á ein komandi heimsspeking.

Hey Heini, hvat hevur tú gjørt í dag?

Hey Jógvan. Hetta hevur verið meir ella minni ein heilt vanligur dagur, so eg kann tíverri ikki fortelja um nakrar spennandi action-senur. Eg byrjaði dagin við at lesa bókina Parallel Worlds eftir Michio Kaku lidna. Síðani át eg eina banan, meðan eg spákaði mær niðan á campus.

Eg var til fyrilestur í vísindaástøði og sálarfrøðiheimspeki. Eitur tað so? Heimspeki av sálarfrøði? Sálarspeki? Heimsfrøðisálarspeki? Her kalla vit tað so philosophy of psychology. Tað má ikki blandast við philosophy of the mind, sum okkum verður billað inn, tí tað er nakað heilt annað.

Eg var eisini til tutorial í dag. Ein tutorial er eitt slag av kjakbólki við einum lestrarvegleiðara, har vit kjakast um tey evni, sum vit hoyra um í fyrilestrunum, og um tað, sum vit fáa fyri at lesa heima. Tutorial í dag skuldi eitast at snúgva seg um meditatiónir Descartes, men vit endaðu við at skeldast um vísindaástøði, tíðarmaskinur og super string-ástøði í kvantisfrøðini. Tað var – so løgið tað annars ljóðar – kortini viðkomandi fyri tekstin, vit kjakaðust um. Men eg ivist í, um eg hevði kunnað greitt einum uttanfyristandandi frá, hvussu, uttan at virka svakur.

Annars havi eg keypt bøkur, ið eru kravdar her í nýggja árinum, og so havi eg eisini keypt mat, tí eg helt tað var synd at eta tær gomlu bøkurnar, bara tí eg havi fi ngið nýggjar. Út yvir tað havi eg tikið nakrar miseydnaðar myndir, so Fjølnir kann síggja mín skort, og so havi eg drukkið eina strawberry surge frá djúsbarrini, áðrenn eg fór heim.

Nú ætli eg mær at lesa meditatiónirnar hjá Descartes lidnar, meðan eg fl enni at, hvussu sjálvmótsigandi hansara próvførsla er – serstakliga tann fyri tilveru Guðs, sum hann í grundini bert hevur stolið beinleiðis frá Sankta Anselm – og síðani fari eg kanska at hyggja at einum parti ella tveimum av Numb3rs aftur við matinum.

Tað eru helst ikki nógvir føroyingar, ið
lesa heimspeki í Leeds. Hvussu dámar
tær har?

Nei, eg havi higartil ikki møtt nøkrum øðrum føroyingi her. Her eru tó nógvir sviar. Eg havi fl eiri ferðir hoyrt svenska málið koma jodlandi oman eftir gongunum. Tað er líka ræðandi hvørja ferð. Mær dámar ógvuliga væl sum heild. Tað einasta, eg eri eitt sindur ónøgdur við, er mín bústað, men til ber jú altíð at leita eftir einum vatntøttum pappkassa. Skúlin er góður, og teir fl estu lærararnir eru framúrskarandi dugnaligir – hóast tað altíð er onkur einstakur, ið kanska ikki livir heilt upp til hinar. Tilfarið er ógvuliga áhugavert. Hetta er hóast alt tað, sum eg havi hug til at lesa.

Hví heimspeki? Og hví Leeds?

Tað seinna er lættari at svara enn tað fyrra. Eg søkti inn á fleiri universitet, millum annað í Leeds, tí eg hoyrdi alt gott um teirra heimspekideild, ið hevur orð fyri at vera ein tann besta í Bretlandi. Tað vísti seg so, at tey her á Leeds fegin vildu hava meg sum lesandi hjá teimum.
Eg fekk noktandi svar onkrastaðni og tilboð aðrastaðni. Leeds sá fyri mær út til at vera tað besta, so eg valdi at taka av teirra tilboði.
Hví eg vildi lesa heimspeki, er kanska ein eitt sindur truplari spurningur. Í ógvuliga stuttum vendingum er tað næstan bert ein spurningur um áhuga. Tað fellur mær natúrligt at hugsa heimspekiliga. Harvið ikki neyðturviliga sagt, at eg dugi væl – tað mugu onnur allarhelst gera av fyri meg – men eg haldi ikki, at eg hevði dugað at latið vera við at hugsa um heimspeki, sjálvt um eg ikki las tað. Mær dámar bøkurnar, mær dámar tankarnar, og mær dámar heimspekiliga háttarlagið at viðgera evni. Tað er eitt hent amboð at hava, og viðhvørt undrist eg stórliga, hví grundleggjandi heimspeki ikki er nakað, øll duga. Verðin hevði til dømis sæð øðrvísi út, um okkara politikarar høvdu eina meiri kritiska tilgongd til alt tað møsnið, ið teir tveita um seg. Um teir lærdu eitt sindur um grundleggjandi próvførsluástøði, so høvdu teir skjótt hoyrt, hvussu býttir teir ofta ljóða.

Hvussu er tað at fara úr Tórshavn til Leeds?

Strævið. Tað tekur ein heilan dag tilsamans og Atlantsflog knúsar eins viðføri sundur og saman og noktar at taka ábyrgd av tí. Har einki serliga spennandi at hyggja at á toktúrinum úr London til Leeds, sum tekur umleið tveir tímar. Men teir hava, um ikki annað, tráðleyst alnótssamband á tokinum, um tú tekur fartelduna við.

Hevur tú nøkur góð ráð, hvussu tað er at velja ein lestrarbý, ið ikki er so vanligur fyri føroyingar?
Busta tenn regluliga og hygg til báðar síður, áðrenn tú fert yvir um vegin.

Tú ert ein av stovnarum av Gudloysi. Hvat er tað fyri ein felagsskapur, og hvat loysa tit?

Vit loysa upp gudar, tá hesir av misgáum hava bundið seg sjálvar saman í ein føsil. Vit eru eitt sindur sum Ghostbusters. Tá gudarnir gera um seg, ber til at ringja til okkum og so koma vit rennandi við proton-ryggsekkjum og beina fyri hesum næsku bartrogunum. Vit hava heilaga andan standandi í eini krukku á Gudloysisstøðini.

Nei, altso, eg veit ikki, um vit loysa nakað. Gudloysi er bert føroyska orðið fyri ateismu, og er hetta tískil eitt felag fyri allar føroyingar, ið eru leysir av gudstrúgv. Altso tortrúgvin fólk – agnostar, humanistar, rationalistar o.s.fr. – í stuttum fólk, ið av onkrum ávum ikki eru heilt sannførd um, at gudar eru veruligir. Um vit loysa nakað sum helst, vildi eg meint, at vit loysa trupulleikan við at fólk í Føroyum hava tað við at gloyma, at ikki øll eru kristin. At siga, at Føroyar er ein kristin tjóð, er sum at siga, at Bøkjarabrekka hevur ein høgravendan hugburð til heilsuverkið. Eg haldi persónliga, at tørvur er á einum felagsskapi, ið ger vart við, at øðrvísi hugsandi føroyingar eru til, og at Føroyar eisini er okkara land.

Hvat vilja tit uppnáa við Gudloysi?

Trúarfrælsi. Sundurskiljing av kirkju og stjórn. At fólk viðurkenna og góðtaka, at vit eisini eru til, og at vit hava líka nógv rætt til at vera føroyingar sum ein og hvør annar.
Nú er Gudloysi eitt rættiliga nýtt felag, so har kemur ivaleyst meir á dagsskránna við tíðini. Tað er upp til limir felagsins, hvat felagið skal standa fyri.
Eg eri bert ein av mongum limum, so eg kann ikki taka nakrar avgerðir felagsins vegna. Eg haldi meg tó kunna gita, at verðsliggering av samfelagnum altíð fer at standa ovarlaga á skránni. Gróðurbotnurin undir stovnanini av felagnum var jú ein støðugt vaksandi ónøgd við, at fundamentalistar í tinginum skulu sleppa at taka svakligar avgerðir, sum eisini fara at hava ávirkan á øll onnur.

Tá fólk uttanlands tosa um, hvussu ótolsamir og religiotiskir føroyingar eru, tosa tey um okkum øll. Upp á ein máta hava vit eisini uppiborið hetta spjaldrið, um vit bara lata standa til. Tískil er tað bert natúrligt at vilja gera vart við, at ikki allir føroyingar taka undir við slíkum.

Tað skal tó viðmerkjast, at verðsliggering ikki snýr seg um at noyða nakran til at avskriva sín persónliga átrúnað. Tað merkir hinvegin, at øll í landinum skulu hava rætt til at velja ella velja frá ein og hvønn átrúnað eftir egnum kenslum. Eg kann sjálvandi ikki tala fyri allar limir í felagnum, men eg havi ongar ætlanir um at umvenda nakran til gudloysi. Fólk kunnu trúgva tað, tey vilja, so leingi tey somuleiðis lova mær at lata vera, um eg vil.

Hava tit nakað betri at selja enn religón? Nakra betri meining?

Tað er ikki ætlanin hjá felagnum at selja nakra surrogat-dogmatismu til at seta inn ístaðin fyri religiónina. Sum sagt, so er felagið fyri trúarfrælsi. Hetta er ikki ein roynd at gera eina alternativa kirkju. Allir limir í felagnum hava egnar meiningar og egnar lívsáskoðanir. Vit hava til felags eina vantandi sannføring um tilveruna av gudum, men okkum nýtist ikki at vera samd um nakað annað yvirhøvur. Sum so hava vit ikki so nógv at savnast um uttan lívligt kjak og eitt ynski um, at Føroyar mugu kunna taka stigið víðari inn í 21. øld sum lond flest.

Okkurt er galið, tá lond, ið fyrr vóru kend fyri apartheid, eru undan okkum at loyva samkyndum skrásett parlag. Sum ”betri meining” mugu trúarfrælsi, tolsemi og eitt ynski um, at pláss skal vera fyri okkum øllum, vera nóg mikið. Hetta er eitt sindur sum at spyrja ein pakka av Haribo Stjernemix, um hann hevur góðgæti at eta ístaðin fyri sjokulátu. Jú, sjálvandi hevur hann góðgæti, pakkin er fullur av øllum møguligum blandaðum. Tað einasta gummibommini og lakressini hava til felags er, at tey ikki eru sjokuláta. Limirnir í Gudloysi eru sum blandað bomm, og tú mást spyrja teir sjálvar, hvat slag, teir eru. Felagið blandar seg ikki í, hvat slag av góðgæti, tú ert, men felagið er fyri sjokulátuloysingar.

leedsuni

Hvussu er so? Trýrt tú so ikki á nakað?

Eg haldi “trúgv” er eitt irriterandi og trupult orð. Mark Twain segði einaferð, at trúgv er at halda nakað, sum ein og hvør idiotur veit ikki passar. Tað er kanska í so ógvusliga sett upp, men eg haldi kortini, tað vísir, at hugtakið ”trúgv” ikki er heilt einfalt at hava við at gera. Um meint verður trúgv upp á eitthvørt yvirnatúrligt ella gandakent, so nei, so trúgvi eg ikki upp á nakað sum helst. Men sjálvandi merkir hetta ikki, at eg ikki havi prinsipp, sum eg haldi vera týdningarmikil, ideal eg meti høgt, ein grundleggjandi moralitet ella eina lívsáskoðan sum heild.

Tað er tó rættiliga fløkjasligt at fortelja, hvat alt hetta merkir fyri meg persónliga, tí í mun til ein trúgvandi persón, havi eg onki hent orðaspjaldur at lýsa meg við. Mín lívsáskoðan eitur ikki nakað. Eg kundi kanska kallað tað Heinisma ella okkurt, men tað sigur ikki nógv, um fólk vilja vita, hvat tað gongur út upp á. Tá hesin spurningurin verður settur, er tað sum oftast eini moralskipan, fólk sóknast eftir. Summi skilja ikki, hvussu moralitetur kann vera gjørligur uttan ein hægsta lóggevara. Eg vil tó meina, at sjálvt um ein hægsti lóggevari veruliga er har, so kann hesin bert vera rættvísur, um lógirnar geva meining. Vit vilja jú helst ikki hava fullkomiliga tilvildarligar og meiningsleysar lógir. Skeivt kann ikki vera skeivt, bara tí onkur sigur, at soleiðis er tað, tí tað hevur babba nú einaferð avgjørt. Har má vera onkur samanhangandi og haldbar grundgeving fyri, hví okkurt er skeivt.

Í so máta dámar mær betur at trúgva upp á eina grundgeving, sum eg veit er til kortini, enn at trúgva upp á ein óneyðugan millummann, hvørs tilveru eg ongan kjans havi fyri at vita nakað um. Um eg nakrantíð fari at finna hesa endaligu grundgevingina, er so ein heilt annar spurningur. Í løtuni helli eg mest til eina blanding av taoistiskum morali og dygdaretikkinum hjá Aristotoles. Dygdir ella hugtøk, sum eg virðismeti, eru millum annað vinarlag, trúfesti, tolsemi, skynsemi, erligheit, dirvi, empati, fólkaræði og liberalisma.

Hvussu fert tú so at halda vikuskiftið?

Eg havi ongar spennandi ætlanir. Kanska fari eg at drekka nakrar øl á einari av campus-barrunum og práta við vinfólk um leyst og fast, og kanska fáa vit eitt gott kjak í lag. Annars ætli eg mær bara at slappa av, møguliga rudda kamarið eitt sindur og lesa tað, sum eg havi fyri til næstu viku.

Merki: , , , , , , , , , , , , , , , , ,

Hetta var lagt út 1 februar, 2009 klokkan 16:30 og er goymt undir Miðlar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Eitt svar to “Heimspeki í Leeds”

  1. Gudloysi » Blog Archive » Heini Reinert í Fjølnir Says:

    […] Viðtala við Heina Reinert í Fjølnir um heimspeki, Gudloysi o.a. […]

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)