Ongin Guð er til


Eftir Penn Jillette

Penn Jillette er tann hægra, harðmæltara helvtin av ganda- og skemtiparinum Penn og Teller. Hann er stýrislimur innanfyri gransking á Cato Stovninum og hevur hildið fyrilestrar á Oxford og MIT. Penn hevur verið hjáhøvundur á trimum metseljandi bókaverkum, og er leiðandi leikstjóri á dokumentarfilminum “The Aristocrats.”

Heini Reinert týddi.
Upprunaliga ritgerðin er at finna her.

Morning Edition, November 21, 2005. Eg trúgvi, at ongin Guð er til. Eg havi førkað meg longri enn ateismu. Ateisma er at ikki trúgva á Guð. At ikki trúgva á Guð er lætt – - tú kanst ikki prógva noktandi, so onki arbeiði er at gera. Tú kanst ikki prógva, at ongin fílur er í viðførisrúminum á mínum bili. Ert tú vísur? Hvussu nú? Kanska krógvaði hann seg bara í áðni. Hygg aftur. Nevndi eg, at mín persónliga og inniliga skilmarkan av orðinum “fílur” eisini fevnur um duldarkenslu, skipan, góðvild, kærleika og eitt eykadekk?

So ein og hvør við kærleika til ein sannleika, uttan fyri seg sjálva, noyðist at byrja við ongari trúgv á Guð, og síðani leita eftir ábending um Guð. Henni tørvar at sóknast eftir onkrum ópartiskt sakligum prógvi fyri eini yvurnáttúrligari mátt. Øll fólkini, ið eg skrivi t-post til, eru tíðum fæstløst í hesi leitandi støðuni. Ateismu-parturin er lættur.

Men hettar “Hesum trúgvi eg” –málið letur til at krevja eitthvørt meir persónligt, eitthvørt trúðarlop, ið hjálpir einum at síggja lívsins heildarmynd, onkrar reglur at liva eftir. So tískil sigi eg, “Hesum trúgvi eg: eg trúgvi, at ongin Guð er til.”

At hava tikið hetta stigið, upplýsur hvørt eitt bil í mínum lívi. Eg eri ikki grammur. Eg havi kærleika, bláan himmal, ælabogar og fagnaðarkort, og hetta má vera nóg mikið. Tað má vera nóg mikið, men tað er alt í alheiminum, og alt í alheiminum er ivaleyst fyri meg. Tað sýnist heldur ónærisligt, at bidda tað ósjónliga um meir. Bert kærleikin frá familjuni, ið aldi meg upp og familjuni, ið eg ali upp nú, er ivaleyst til, at mær ikki tørvar Himmalin. Eg vann í tí stóra genetiska eydnuspælinum, og eg taki móti lívsgleði hvønn einasta dag.

At trúgva, at ongin Guð er til, merkir, at eg kann ikki verða fyrigivin uttan av góðvild og ófullkomnum minnum. Hetta er gott; tað gevur mær vilja at sýna meir umhugsni. Eg noyðist, at royna at fara væl við fólki frá allar fyrstu stund.

At trúgva, at ongin Guð er til, forðar mær í at vera solipsistiskur.1 Eg kann lesa hugskot frá øllum hugsandi fólki frá vítt ymiskum mentanum. Uttan Guð kunnu vit semjast um veruleikan, og eg kann alsamt læra, nær eg fari skeivur. Vit kunnu øll halda áfram at laga okkum hvørji til onnur, so vit av røttum kunnu samskifta. Eg dvølji ikki í umhvørvi, har fólk siga, “Eg havi trúðfesti, eg trúgvi hesum av øllum mínum hjarta, og onki tú kanst siga, kann førka mín átrúnað.” Tílíkt er bert ein langrøkin máti at siga, “halt gák,” ella tvey onnur orð, ið málnevndini dámar minni væl. Men ein og hvør málslig ósømd er minni niðrandi enn úttalilsir sum, “Hvussu eg varð uppald og mín ósjónligi vinur, hava meir týdning fyri meg enn nakað, sum tú nakrantíð kanst siga ella gera yvirhøvur.” So at trúgva, at ongin Guð er, ger tað møguligt fyri meg at vera mótprógvaður, og tað er altíð stuttligt. Tað merkir, at eg læri okkurt.

At trúgva, at ongin Guð er, merkir at líðingin, eg havi sæð í míni familju, og sanniliga eisini øll líðingin í verðini, ikki er framd av eini alvitandi, alnærverandi, almáttugari orku, ið ikki kann fáast til at gera sær tann ómak, at hjálpa, ella sum bert setur okkum royndir. Heldur er tað nakað, vit øll møguliga vera før fyri at hjálpa hvør øðrum við í framtíðini. Ongin Guð merkir, at møguleiki er fyri minni líðing í framtíðini.

At trúgva, at ongin Guð er til, gevur mær eitt víðkað høvi at trúgva á familju, fólk, kærleika, sannleika, vakurleika, kynsliga samveru, fruktsjele og alt hitt, ið eg kann prógva ger hetta lívið til tað besta lívið, eg nakrantíð fari at hava.


1. Viðmerking: Solipsisma er heimspekiliga hugsjónin um, at hvørt einstakt sinn bert kann hava vitan um seg sjálvt. Tískil sigur hendan læran eisini, at einans eins egna sinn hevur tilveru. Vinarliga, Heini Reinert

Merki: , , , ,

Hetta var lagt út 11 juni, 2009 klokkan 22:21 og er goymt undir Týðingar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

4 svar to “Ongin Guð er til”

  1. Óli Nicodemussen Says:

    Áhugavert – eg trúgvi heldur ikki, at Gud er til – sí http://oli-nic.com/?id=47

  2. Heini Reinert Says:

    Óli, tú misskilir og tú virkar mær at vera so mikið skynsamur, at tú manst gera tað við vilja. Nokkso klókt av tær, má eg siga, at vera tilvitað sofistiskur fyri at provokera forvitni, so fólk lesa tín skriviskap.

    Tó til frama fyri onnur, ið kanska ikki koma so langt, haldi eg tað er upp á pláss at viðmerkja, at tú trýr upp á Guð, meðan Penn Jillette ikki ger og at tín viðmerking handlar um málburðin heldur enn hugtøkini aftanfyri.

    Um tað hjálpir tær, skalt tú vera vælkomin at týða Penn Jillette til tann málburðin tú heldur hevði lýst hansara meiningar neyvari á Føroyskum.

    T.d. kundi heitið verið “Ongin Guð er,” “Ongin Guð eksisterar,” “Ongin Guð finnist” ella “Guð er fiktión” heldur enn “Ongin Guð er til.”

    Eg kann sjálvandi ikki lesa tankarnar hjá Penn Jillette, men eg ivist ikki í, at ein maður sum sigur seg ikki bert hava eina vantandi trúgv upp á Guð, men eina beinleiðis sannførda trúgv upp á ikki-Guð hevði verið samdur við øllum hasum umsetingunum og er hann harvið ein mótstøðumaður av tínum neo-Kierkegaardska átrúnaði.

    Vinarliga,
    Heini

  3. Óli Nicodemussen Says:

    Tú hevur fatað poengi ;-)
    Yvirskrivtin á grein míni var (í allarhægsta grad) eitt “blikfang” , fyri ikki at siga apetittvekjari, og eg “kláraði” at øsa nógv fólk við yvirskrivtini – áðrenn tey lósu greinina.
    Men rætt skal vera rætt: sjálv frasan “Gud er til” hevði irritera meg síðan barndómin, so rættvísiliga sæð, so eri eg ósamdur í útsøgnini GUD ER TIL – bæði teologiskt og filosofiskt.
    Tú manst nokk hava roknað út, at eg ideologiskt eri ósamdur við tykkum, men vit mugu nokk báðir vera glaðir fyri skrivi- og talifrælsi – eg hevði verið millum tey fyrstu at fingið munnkurv vegna “teologiska fríteinking”

    Men sum Wittgenstein vildi sagt:

    “Don’t get involved in partial problems, but always take flight to where there is a free view over the whole single great problem, even if this view is still not a clear one.
    Language is a part of our organism and no less complicated than it.
    Like everything metaphysical the harmony between thought and reality is to be found in the grammar of the language.
    Logic is not a body of doctrine, but a mirror-image of the world. Logic is transcendental.
    Logic must look after itself. In a certain sense, we cannot make mistakes in logic.
    Logic takes care of itself; all we have to do is to look and see how it does it.
    Philosophy is a battle against the bewitchment of our intelligence by means of language.”

    ella,

    “One often makes a remark and only later sees how true it is. ” v.h. Óli

  4. Heini Reinert Says:

    Eg haldi ikki at “ideologisk ósemja” er rætta orðið. Ideologi er normativ og spurningurin handlar um faktualitet. Hvat enn tú vilt kalla tað, so er kjarnan í essaynum hjá Penn Jillette at hann trýr upp á non-faktualitetin av Guði. Eg má viðganga, at eg ikki veit hvat fyri orð ein skuldi týtt pástandin til í “tínum máli,” men eg kann siga tað matematiskt ístaðin.

    Guð ∈ Ø

    Altso Guð er limur av tí tóma settinum. Tú segði annars “tykkum,” og eg má so eisini viðmerkja at meiningarnar hjá Penn Jillette eru hansara egnu. Persónliga eri eg ikki ein líka so avgjørdur gudloysingur, sum Penn Jillette er.

    Ikki tað, tín grein var áhugaverd, men eg helt bara ikki hon næm við spurningin um faktualitet.

    Vinarliga,
    Heini

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)