Drekin í míni garasju


eftir Carl Sagan

Carl Edward Sagan (09/11/1934 – 20/12/1996) var amerikanskur stjørnufrøðingur. Umframt fyri avrik hansara innan vísindi, er hann heimskendur fyri at almannagera vísindi í millum øðrum bókum um evnið til vanlig fólk og í sjónvarpsrøðini “Cosmos: A Personal Voyage,” sum hann var vertur í og hjáhøvundur til (sendingarnar vórðu gjørdar til Public Broadcasting Service í USA).

Í síni livitíð gav hann út yvir 600 greinar, bæði í vísindaligum tíðarritum og til almenningin, og hann skrivaði, ritstjórnaði ella var hjáhøvundur til meira enn 20 bøkur. Í arbeiði sínum vísti hann ofta á fyrimunirnar við humanismu, vísindaligari mannagongd og kritiskari rannsókn.

“Drekin í míni garasju” var av uppruna eitt brot úr kapittul 10 í bókini “The Demon-Haunted World: Science as a Candle in the Dark” eftir Carl Sagan, men er síðani vorðið eitt heimskent brot til at lýsa ateismu.

Upprunaliga brotið kann millum annað finnast her.

Ása Johannesen týddi til føroyskt.

___________________________________________

“Ein eldblásandi dreki býr í míni garasju.”

Hugsa tær, (eg fylgi eini mannagongd til bólkaterapi hjá sálarfrøðinginum Richard Franklin) at eg í rámasta álvara segði hesi orð við teg. Tú hevði ivaleyst viljað kannað málið og sæð drekan við egnum eygum. Óteljandi søgur um drekar hava verið gjøgnum øldir, men onki veruligt prógv. Ordans kjansur!

”Vís mær,” sigur tú. Eg vísi tær garasjuna hjá mær. Tú hyggur inn og sær ein stiga, tóm málingablikk, eina gamla trýhjólaða súkklu – men ongan dreka.

”Hvar er drekin?” spyrt tú.

”Áh, hann er beint her,” svari eg og slái dovisliga út við hondina. ”Eg gloymdi at siga, at hesin drekin er ósjónligur.”

Tú skýtur upp at spjaða mjøl á gólvið í garasjuni fyri at síggja slóðina eftir drekan. ”Gott hugskot,” sigi eg, ”men hesin drekin sveimar í luftini.”

So kanst tú brúka ein infrareyðan avhyljara til at síggja tann ósjónliga eldin.

”Gott hugskot, men tann ósjónligi eldurin er eisini hitaleysur.”

Tú kanst sproytimála drekan fyri at gera hann sjónligan.

”Gott hugskot, men drekin er ólikamligur, so onki er, sum málingin kann festa seg á.” Og soleiðis kunnu vit halda áfram. Eg svari øllum hugskotunum hjá tær um at avdúka fyrbrigdið við einari serligari frágreiðing um, hví tað ikki fer at rigga.

Íðan, hvat er so munurin millum ein ósjónligan, ólikamligan, sveimandi dreka, sum blæsir eld uttan hita og als ongum dreka? Um tað ikki ber til at mótprógva mín pástand, um ongin hugsandi roynd kann mótsiga honum, hvat merkir tað so at siga, at mín dreki er til? Tað, at tú ikki fært ógyldað mína hypotesu, er als ikki tað sama sum at hava prógvað hana sanna. Pástandir, sum ikki kunnu kannast, uppáhald, har mótprógv ikki rína við, eru virðisleys, óansæð hvussu tey annars ávirka okkum, og hvussu hugkveikjandi tey eru. Tað eg biði teg um, kann kókast niður til at trúgva uttan prógv, at trúgva bert tí eg sigi, at so er. Tað einasta, tú í roynd og veru hevur lært av, at eg tvíhaldi um, at drekin veruliga er til staðar í míni garasju, er, at eitthvørt illgrunasamt fer fram í mínum høvdi. Tú hevði undrast á, hvat man hava sannført meg, um onki ítøkiligt kann gerast fyri at staðfesta orsøkina til mína sannføring. Tú hevði uttan iva hugsað, at eg kanska hevði droymt ella sæð yvir meg. Men hvussu kann eg tá vera so avgjørt sannførdur? Kanska tørvar mær hjálp. Í minsta lagi kann tað vera, at eg í stórum havi undirmett, hvussu lætt menniskjan kann mistaka seg. Hugsa tær, at tú ynskti at vera púrasta saklig og opin, hóast eingin nýtilig kanning fanst. Tú avvísir tí ikki blankt tankan um, at ein eldblásandi dreki er í míni garasju. Tú skúgvar bert tankan til viks fyribils. Sterk ábending er um, at ongin dreki er, men um nú onkur onnur kanning kann vísa á, at hann kortini er til, so vilt tú fegin síggja, tá ið kanningin verður útførd og vita, um hon sannførir teg. Tað hevði verið órættvíst av mær at gerast firtin ella at siga, at tú ert ring at fáast við og hevur lítið hugflog bara tí, tú ikki trýrt mær og kemur fram til skotsku niðurstøðuna ”ikki prógvað.”1

Hugsa tær til, hvussu tað hevði verið, um støðan var øðrvísi. Drekin er ósjónligur, men hann slóðar í mjølinum, meðan tú hyggur. Infrareyði avhyljarin fer heilt upp í loft. Málingin avdúkar eina knortluta bringu, sum flytir seg í luftini framman fyri tær. Óansæð hvussu tortrúgvin, tú møguliga vart, viðvíkjandi drekum – fyri ikki at tala um ósjónligum drekum – mást tú ásanna, at okkurt er har, og at tað sær út til at vera ein ósjónligur, eldblásandi dreki.

Nú ein onnur støða: Hugsa tær, at tað ikki bara eri eg. Hugsa tær, at nógv fólk, sum tú kennir, eisini fólk, tú ikki heldur kenna hvørt annað, øll siga, at tey hava drekar í sínum garasjum – tó finst í ongum føri nakað prógv. Vit viðganga øll, at vit eru fjáltrað av løgnu sannføring okkara, sum er so torfør at prógva. Ongin okkara er svakur. Vit hugsa, hvat tað kann føra við sær, um ósjónligir drekar veruliga krógva seg í okkara garasjum um allan heim, og at vit nústani eru farin at leggja tað til merkis. Eg vil helst, at tað ikki passar, sigi eg tær. Men kanska eru allar hasar elligomlu Evropeisku og Kinversku sagnirnar um drekar slett ikki sagnir hóast alt.

Tíbetur hoyrast nú tey tíðindi, at onkur hevur sæð slóðir í mjøli. Men hetta hendir ongantíð, meðan ein tortrúgvin sær. Ein onnur frágreiðing kemur fram: tá kannað verður eftir, kann hugsast, at onkur hevði kunnað falsað slóðina. Eitt annað fólk við stórum áhuga fyri drekum stígur fram við einum brendum fingri, og sigur, at brunasárið er ein sjáldsom opinbering av eld-andanum hjá drekanum. Men enn einaferð eru aðrir møguleikar. Vit vita, at tú kanst brenna teg av øðrum enn av logandi andanum hjá ósjónligum drekum. Tílíkt ”prógv” – uttan mun til, hvussu týdningarmikið tey drekasinnaðu meta tað – er als ikki sannførandi. Tað er enn einaferð skilabest við fyrivarni at vísa drekahypotesuni aftur, vera opin fyri nýggjum upplýsingum, og undrast á, hvat man vera orsøkin til, at so nógv annars skilagóð fólk kunnu hava ein so løgnan heilaspuna í felag.

_____________________________________________________

1 Í skotskum rættarmálum eru tríggjar møguligar niðurstøður: sekur, ósekur og ikki prógvað. Triðja niðurstøðan er grundað á vantandi prógv, so tann ákærdi hvørki kann dømast sekur ella ósekur. Tað vil siga, at triðja niðurstøðan verður nýtt, tá nevningarnir ikki hava sæð nóg halbart prógv fyri, at tann ákærdi er sekur, men heldur ikki halda seg kunna siga, at viðkomandi er ósekur. Eftir niðurstøðuni “ikki prógvað” verður hin ákærdi tó vanliga roknaður sum ósekur av tí, at vantandi prógv í øðrum londum føra til frídøming.

Merki: , ,

Hetta var lagt út 2 juli, 2009 klokkan 15:26 og er goymt undir Týðingar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

34 svar to “Drekin í míni garasju”

  1. michael kors outlet Says:

    I’m commenting to make you know what a brilliant encounter my wife’s child found studying your blog. She figured out several issues, which include what it is like to have a marvelous helping spirit to get the others easily grasp specific complicated subject matter. You actually surpassed my desires. I appreciate you for supplying these powerful, healthy, educational and even unique guidance on your topic to Julie.

  2. kd 10 Says:

    I precisely needed to say thanks once more. I am not sure what I might have accomplished without the actual pointers discussed by you concerning this area. Entirely was the daunting difficulty in my circumstances, however , observing the very specialized technique you handled the issue made me to leap over joy. I will be happier for the help and then sincerely hope you recognize what a powerful job that you are carrying out training most people through your websites. I am certain you’ve never met all of us.

  3. golden goose sneakers Says:

    Thank you for every one of your effort on this website. Debby really loves making time for research and it’s obvious why. We know all about the powerful way you produce vital solutions by means of this web blog and therefore increase participation from some other people on that issue and our simple princess is truly studying so much. Enjoy the rest of the year. You are always carrying out a dazzling job.

  4. jordan retro Says:

    I enjoy you because of your whole hard work on this web page. My mom delights in carrying out investigations and it’s really obvious why. A number of us notice all relating to the dynamic ways you render insightful tactics on the website and in addition improve contribution from others on that theme so my girl is certainly studying a great deal. Take pleasure in the remaining portion of the year. You’re the one carrying out a stunning job.

  5. social profile Says:

    social profile

    Gudloysi » Blog Archive » Drekin í míni garasju

  6. curry 5 shoes Says:

    I am glad for writing to make you know of the perfect encounter my cousin’s daughter obtained checking your webblog. She even learned some details, most notably what it’s like to have an incredible helping heart to let many more effortlessly gain knowledge of certain grueling topics. You actually surpassed people’s expected results. I appreciate you for delivering the interesting, healthy, educational and as well as unique tips about that topic to Gloria.

  7. yeezy shoes Says:

    Thanks for all of the hard work on this site. Debby really loves going through investigations and it’s really easy to see why. My spouse and i hear all about the lively method you create both interesting and useful tips by means of this blog and strongly encourage response from the others about this matter and our own girl is being taught a great deal. Take advantage of the rest of the new year. You are carrying out a glorious job.

  8. yeezy supply Says:

    A lot of thanks for your whole efforts on this blog. My niece really loves setting aside time for research and it’s really easy to understand why. A number of us hear all concerning the compelling manner you give very useful guides by means of the blog and therefore foster response from website visitors on the area of interest while my princess has always been becoming educated so much. Enjoy the remaining portion of the new year. You’re conducting a fabulous job.

  9. nike air max 270 Says:

    I have to express my love for your generosity for all those that should have assistance with your area of interest. Your very own commitment to getting the message across became exceedingly powerful and has really allowed workers like me to arrive at their goals. Your personal useful useful information signifies much a person like me and somewhat more to my office colleagues. Warm regards; from all of us.

  10. yeezy wave runner 700 Says:

    Thanks for all your effort on this web page. My mum really likes carrying out investigations and it’s really simple to grasp why. My partner and i notice all of the lively medium you offer good tips and tricks on your web site and in addition attract response from some others on that idea so our own princess has always been being taught a great deal. Take advantage of the remaining portion of the new year. You are always carrying out a fantastic job.

  11. nike shox Says:

    I and my friends have been looking at the great key points located on the website and then then got a terrible feeling I had not thanked the web blog owner for those strategies. Those guys were definitely consequently happy to study them and have in fact been taking advantage of those things. Appreciation for being simply kind and then for pick out this kind of beneficial subject matter most people are really wanting to know about. My honest apologies for not expressing gratitude to you sooner.

  12. hermes belt Says:

    I precisely wanted to thank you so much all over again. I am not sure what I might have sorted out in the absence of the entire suggestions discussed by you over that problem. It previously was a real difficult scenario in my position, nevertheless coming across a well-written avenue you resolved that made me to leap with gladness. Now i am thankful for your information and as well , hope you comprehend what a great job you happen to be doing training the others by way of your blog post. I’m certain you haven’t come across any of us.

  13. golden goose Says:

    A lot of thanks for all of the labor on this website. Debby delights in participating in internet research and it’s easy to understand why. My partner and i know all regarding the powerful mode you offer advantageous suggestions by means of this web site and in addition attract response from others on this idea so our daughter is being taught a lot. Enjoy the rest of the new year. You’re the one conducting a first class job.

  14. moncler Says:

    I am just commenting to make you be aware of of the wonderful discovery my friend’s girl obtained studying your web site. She came to find such a lot of things, most notably how it is like to have an ideal coaching heart to have men and women with ease thoroughly grasp certain hard to do matters. You really did more than people’s expected results. Thanks for producing such valuable, trusted, educational and also cool guidance on that topic to Janet.

Svara

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)