Miðlarák um Dialogos

Í sambandi við at Dialogos varð stovnað, tók seg stutt eftir upp eitt kjak um vísindi sum heild og menningarlæruna serstakliga og nógvir anti-vísindalig trúgvandi luftaðu meiningar í miðlunum. Fylgjandi lesarabræv var at síggja í Dimmalætting tann 10. februar, 2009, og var eitt beinleiðis aftursvar til ein teirra.

Takka í minsta lagi fyri veruligu gávuna

Mikudagin 4. februar spyr Svein Askildsen í lesarabrævi í Dimmu, hvørjum hann skal siga takk. So stuttligt, tað annars er, at syngja barnasangir, vilja vit heldur viðgera, hvat vit eiga at siga takk fyri.

At brúka Bíbliuna til at vátta sannleikan í Bíbliuni er sum ein roynd at lyfta seg sjálvan við at royta seg nóg harðliga. Vit eru tó ikki áhugað í at úttala okkum um, hvørt Bíblian lýgur ella ikki. Lygn er ikki mótsett sannindum. Lygn er mótsett erligheit. Vit eru onga løtu í iva um, at uttan mun til, hvat fólk trúgva, so eru tey erlig í síni trúgv. Um átrúnaður Askildsens er sannur, má hesin sannleikin eisini kunna síggjast aftur í veruleikanum.

Í so máta er einki ástøði og eingin “heimsins vísdómur” nøkur hóttan fyri sannleikan. Øll vísindi eru í útgangsstøðinum ein roynd at finna veruliga sannleikan. Um Askildsen longu er komin á mál, skulu vit tískil gjarna ynskja honum tillukku, tá vit einaferð vinna hann aftur. Tó vilja vit eisini loyva okkum at ivast í, um hann veruliga hevur funnið rætta málið. Eisini loyva vit okkum at halda Askildsen seta seg sjálvan heldur høgt, um hann sigur seg hava einarættindi til sannleikan við ongum øðrum grundarlagi enn sínum persónliga átrúnaði. Um átrúnaður Askildsens fellur til jarðar, tá hann møtir veruleikanum, so kann hesin átrúnaðurin ikki hava verið nógv verdur kortini.

Askildsen sýnist at hava nógv ímóti vísdómi heimsins, og er tað tí skemtiligt at síggja hann blása við mjøli í munninum í eini roynd at afturvísa menningarlæruna við júst hesi somu verðsligheit. Tað er tó eyðsýnt, at hann ikki hevur stórvegis av innliti í vísindaligar mannagongdir.

Menningarlæran er eitt tað best lýsta og undirbygda ástøði í vísindum yvirhøvur. Um so var – sum Askildsen vil vera við – at menningarlæran ikki varð bygd á veruligar eygleiðingar, hevði hon ikki verið eitt ástøði. Eitt vísindaligt ástøði er ikki bert ein illgiting, men ein frágreiðing við rimmarføstum rótfesti í tí ørgrynnu av eygleiðingum og sannroyndum, granskarar um allan heimin hava útvegað.

At menning fer fram, er staðfest við eygleiðing óteljandi ferðir; hvussu menning fer fram, er tað ástøðið, ið kallast menningarlæran. Sostatt er menning ein sannroynd, og menningarlæran eitt ástøði, grundað á hesa sannroyndina.

Askildsen tykist halda, at menningarlæran ikki kann undirbyggjast, tí uppruni alheimsins ikki kann eftirkannast. Hetta vísir enn einaferð eitt manglandi innlit. Menningarlæran er ikki ein frágreiðing um uppruna alheimsins. Ei heldur er menningarlæran ein frágreiðing um, hvussu lív varð til. Menningarlæran er ein frágreiðing um lívsins fjølbroytni; ein frágreiðing um, hvussu lív mennist og einki annað.

Steinrunnin djór geva okkum greiða vitan um lív í fortíðini. Hesi djór liggja í serstøkum jarðløgum, og tað ger tað møguligt hjá okkum at tíðarfesta, nær tey hava livað.

Hetta kann endurkannast við radiometriskari tíðarfesting. Vit vita við vissu, hvussu langa tíð tað tekur ávísum geislavirknum evnum at geva frá sær eina ávísa mongd av bitlum. Tí kunnu vit, við at kanna hesi evni í jarðløgum og steinrenningum, staðfesta aldurin á báðum við ótrúligum neyvleika.

Hendan sama neyva vitanin um geislavirkin evni loyvir okkum eisini at gera klokkur, ið bert ganga eitt sekund skeivt einaferð hvørt 200 millióninta ár.

Um vit samanbera djór frá ymsum jarðløgum, síggja vit eina líðandi broyting frá elstu steinrenningunum upp til nútíðina. Hetta er ein greið ábending um, at hesi djórini eru í ætt hvørt við annað.

Ongar apur eru t.d. at finna í somu jarðløgunum sum dinosaurar. Av hesum vita vit, at dinosaurar og apur ikki livdu samstundis.

Tað hevði verið lagamanni hjá Askildsen og hansara líkum at afturvíst menningarlæruna. Tað einasta, sum krevst, er at finna eitt einstakt djór í skeiva jarðlagnum.Um ein apa varð funnin í sama jarðlagi sum ein dinosaurur, hevði menningarlæran verið afturvíst.

Vit síggja eisini, at núlivandi djór líkjast so mikið nógv, at tey uttan iva eru skyld.

Niðurstøðan, ið vit koma fram til, er tí tann sama, sum Darwin kom fram til á sinni: øll djór eru skyld og ment frá undanfarnum djórum í eldri jarðløgum.

Vit vita øll, at eginleikar arvast. Ivaleyst kenna fólk flest onkran, ið hevur nøs frá mammu síni ella eyguni frá pápanum.

Hesa vitan brúka alarar til at velja burturúr júst teir eginleikarnar, teir ynskja, at næsta ættarlið skal hava. Hetta ger t.d., at hundar nú finnast í øllum støddum – frá størstu Sankta Bernhards hundunum til minstu Chihuahua – hóast teir allir eru ættaðir frá sama upprunaliga hundaslagi.

Menningarlæra Darwins greiðir frá áðurnevndu steinrenningum og líkskapi millum livandi djórasløg við, at sama úrveljingin eisini hendir í náttúruni. Júst sum alarar velja djór út til næstu ætt, so er í náttúruni eitt náttúrligt úrval. Bert tey best egnaðu djórini yvirliva, og tey verða upprunin til næsta ættarlið, ið tískil arvar teirra eginleikar.

Upprunaliga menningarlæra Darwins er síðani vorðin kannað. Hon hevur verið fyri viðbótum, er endurkannað og prógvað so haldgott, sum nakað ástøði kann prógvast. Í ástøðinum um atdráttarmegi, til dømis, er framvegis eingin, ið hevur megnað at finna Higgs-bitilin. Og í mun til hinar tríggjar frumorkur alheimsins, ið kunnu sameinast, stendur tyngdarmegin framvegis einsamøll. Ástøðið um menning hevur ongar slíkar álvarsamar trupulleikar.

Radiometrisk tíðarfesting og DNA – við tilhoyrandi gransking av ílegum – eru  tvey ógvuliga avgerandi prógv, sum Darwin ikki hevði, men sum ferð eftir ferð hava váttað menningarlæruna síðani.

Tað átti at verið púra greitt fyri øllum, og kann sláast rimmarfast, at menningarlæran hvørki er grundað á trúgv ella á tilvild, men á ein støðufastan grundvøll av óteljandi eygleiðingum og sannroyndum.

Um ein ikki hevur skil fyri vísindi, er ein heldur ikki førur fyri at afturvísa einum vísindaligum ástøði. Eingin, sum hevur skil fyri menningarlæruni, pástendur eina tilgongd av tilvildarligari menning. Eingin, sum hevur skil fyri stjørnufrøði pástendur, at alheimurin er skaptur av einum tilvildarligum braki eftir eina stóra spreinging. Eingin, sum hevur skil fyri stjørnufrøði ella menningarlæruni heldur, at hesi hava nakað við hvørt annað at gera.

Tað er so ótrúliga lætt sloppið av Askildsen at ávara okkum ímóti vísdómi heimsins, tá hann sjálvur ger sær dælt av sama. Hvørjar partar skulu vit velja, og hvørjar skulu vit vraka? Eiga vit at vraka radiometriska tíðarfesting, tí hon vísir okkum aldurin á jørðini, og ástøði Einsteins, tí tey vísa okkum aldurin á alheiminum? Íðan, skulu vit so eisini halda uppat við at brúka GPS-skipanir til navigasjón, eftir sum GPS er fullkomiliga óvirkið uttan geisla-ur og ástøði Einsteins?

Eiga vit eisini at vraka endurnýggjan av koppseting, tí vit avnokta, at verur kunnu mennast?

Óivað fagnar Svein Askildsen vísindum, tá tey snúgva seg um heiligvág, bilar, teldur, flogfør o.t.

Alheimurin er tað, hann er, sama hvønn persónligan átrúnað, Askildsen hevur. Náttúran lýðir okkum síni loyndarmál í oyrað. Har er einki forgjørt í vísindi. Heimsins vísdómur snýr seg ikki um annað enn at duga at lurta. Øll kunnu síggja hesar sannroyndirnar í tí ljósi, tey sjálv vilja. Til dømis lýsti Einstein tað við myndini ”at kenna sinni Guðs.”

Vit kunnu bert undrast á, at tað er so týdningarmikið fyri Askildsen, at hann persónliga skal fortelja Guði, hvat Guð hugsar.

Hvørt Guð er til ella ikki, er ikki upp til okkum at gera av. Vit, undirritaðu, trúgva ikki, at Guð er til, men øll hava rætt til sína egnu meining. Fólk hava tó ikki rætt til egin fakta.

Askildsen undrast á, hví tað er týdningarmikið at fortelja øðrum um heimsins vísdóm.

Tað kundi verið tí, at onkur okkara halda, at nøktandi útbúgving er týdningarmikil; at GPS-skipanir og koppseting í grundini eru hent at hava. Summi leggja minni í ónýtiligar ynskitankar og leggja meir í, hvat veruliga er satt. Tí hetta seinasta kann brúkast til at loysa veruligar trupulleikar. Verulig vitan ger menniskjans liviumstøður betri og eigur tí at verða tikin í álvara.

Vegna felagið Gudloysi,

Ása Johannesen, MSc í djóra-atferð

&

Heini Reinert, heimspekilesandi

Merki: , , , , , , , , , , , , , , ,

Hetta var lagt út 25 juli, 2009 klokkan 19:57 og er goymt undir Miðlar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

2 svar to “Miðlarák um Dialogos”

  1. Gudloysi » Blog Archive » Gerðir teirra trúgvandi vitna sanniliga um ein lítlan Guð Says:

    […] samkynd og ótrúgvandi eru annanrangsborgarar, tí Guð sigur tað. Guð verður brúktur til at grundgeva fyri tí grundleysa, at rationalisera tað irrationella, og at rættvísgera tað […]

  2. Jock Says:

    I could read a book about this without finding such real-world aphsaocper!

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)