Bræv frá Gudloysi til Kringvarpsstjóran

Kristiligt Lurtara og Hyggjarafelag sendi hetta bræv til stjóran í Kringvarpinum. Av tí at tey ynskja nakað sum flestu gudloysingar eru ímóti, hildu vit at tað var eitt gott hugskot at senda eitt bræv eisini. Berast skal í huga, at tað líkist nokkso nógv tí frá KHL ;)

logo

02-09-09

Gudloysi

www.gudloysi.fo

Áheitan á Kringvarp Føroya

Nú arbeitt verður við vetrarskránnið hjá Kringvarpi Føroya, loyva vit okkum í “Gudloysi” at koma við hesum skrivi til leiðsluna í Kringvarpinum.

Gudloysi – endamál og virki
Gudoysi, sum er eitt limafelag við 39 lurtarum og hyggjarum, hevur ongantíð fyrr gjørt vart við viðurskifti í sambandi við programmvirksemið hjá Kringvarpinum.

Gudloysi hevur í endamáli sínum

• at virka fyri sekularisering av samfelagnum
• at upplýsa okkara samfelag um okkum, sum eru ein sera yvirsæddur minniluti
• at mótarbeiða, at alment útvarp og sjónvarp verða nýtt til propaganda, átrúnaðarligt ella á annan hátt

Dialogur við Kringvarpið
Í tvey ára søgu felagsins hevur Gudloysi við ongantíð havt samband við leiðslu kringvarpsins, tá ið tað er talan um kristiligt og mentanarligt tilfar, sum hevur verið borið fram í almennu loftmiðlunum. Sigast kann, at hóast ongin dialogur hevur verið, halda vit, at sjónarmið okkara onkuntíð hava vunnið frama hjá leiðsluni hjá kringvarpinum gjøgnum árini. Av hesum fegnast Gudloysi um tað sekulera tilfarið, sum hevur verið sent gjøgnum tíðirnar í kringvarpinum. Av tilfari, sum hevur verið fastur táttur, kann m.a. verða nevnt: Dagur og Vika, Ítróttartíðindini og Gekkurin. Aðrar sendingar hava eisini verið gjøgnum árini t.d. Agurk , Urtagarðssendingin og Fres. Eisini kann nevnast sendingin Tilvera og aðrar mentanarligar upplýsandi sendingar.

Stórur áhugi fyri sekulerum tilfari
Tað er alment kunnugt, at áhugin fyri sekulerum sendingum er stórur millum fólk. Hetta vísa eisini lurtara- og hyggjarakanningar, sum kringvarpið hevur gjørt gjøgnum tíðirnar. Hesi seinastu árini er senditíðin hjá kringvarpinum økt í stórum – serliga hjá útvarpinum. Á tøkniligu síðuni er kringvarpið eisini nógv útbygt, nú sent verður talgilt og kringvarpið veitir størri og størri tænastur til hyggjaran og lurtaran við t.d. interaktivum sendingum og netvarpi, eins og brúkarin hevur størri og størri atgongd til “gamalt” tilfar, sum liggur á netinum. Alt hetta eru stór framstig sum vit í Gudloysi fegnast um, og sum er til stóra gleði fyri brúkaran. Gudloysi ásannar, at tað hendir nógv á øllum økjum í samfelagnum, og kringvarpið skal náa nógv við tíðindum og kunning um alt, sum hendir bæði her á landi og burturi í heimi.

Stór menning og fleiri sendingar
Gudloysi ásannar eisini, at kringvarpið ikki hevur ment táttin av sekulerum tilfari seinastu mongu árini – vit ásanna, at útboðið av sekulerum sendingum er vaksið, men kvaliteturin er ikki øktur stórvegis. Tað er royndur lutur, at sekulera virksemið er stórt í Føroyum, og vit í Gudloysi halda, at hesin tátturin í mentanararvinum hjá okkum føroyingum eisini eigur at hava góða rúmd í almenna kringvarpinum. Vit í Gudloysi fara tí at heita á leiðsluna í kringvarpinum og tey, sum hava ábyrgdina av at skapa og menna tilfar í kringvarpinum um at virka fyri betri rúmd fyri føroyskum mentanarligum tilfari í Kringvarpi Føroya.
Vit loyva okkum at koma við hesum ítøkiliga uppskoti:

Sunnu- og halgidagar í Kringvarpinum
Vit mæla til, at tilfar verður gjørt, sum ber brá av at tað veruliga er frídagur. Vit hugsa ikki bert um tann vanliga familjufilmin, men eisini t.d. um góðar føroyskar barnasendingar, góðan tónleik, samrøður, tíðindi og reportasjur frá mentunnarligum arbeiði og barna- og ungdómssendingar við góðum føroyskum innihaldi.

Høgtíðirnar
Vit mæla til, at tilfar verður gjørt, sum hóskar at bera fram í útvarpi og sjónvarpi til tær ymisku átrúnaðarligu og sekuleru høgtíðirnar í árinum. Danska TV2 hevur gjørt av at endursenda vælumtókta jólakalendaran “Jesus og Josefine”. Gudloysi heitir á kringvarpið um at gera sín egna kalendara, so okkara børn fáa gott heimagjørt føroyskt tilfar.

Morgunlesturin
Ósemjan er framvegis ógvuliga stór millum fólk, um hvørt morgunlesturin átti at verið endursendur. Vit fara enn einaferð inniliga at heita á leiðsluna í Kringvarpinum um at tit taka tykkara egnu avgerðir hesum viðvíkjandi og ikki bukka undir fyri pressinum frá nøkrum. Vit hava onki ímóti at morgulesturin nú verður endursendur í SVF, og at Kringvarpið er farið undir at gera nýggjar upptøkur av sálmum og sangum m.a. at brúka í morgunlestrinum, men vit seta størri prís uppá tykkara sekulera tilfar.

Sjónvarpið
Vit mæla til, at fleiri barna- og familjufilmar verða settir á skránna í sjónvarpinum tíðliga frídagar – tað fara børnini heilt víst at seta prís uppá. Vit heita eisini á leiðsluna um at hava fleiri kjaksendingar um etikk og moral í síni breidd, eisini við atliti til okkara egnu mentan, bæði sekulera og kristna.

Gudloysi fegnast eisini um, at leiðslan í Kringvarpinum hevur sett ein av starvsfólkunum sum samskipara av mentunnarliga tilfarinum í Kringvarpinum. Málið hjá okkum øllum er at fáa eitt gott og fjølbroytt Kringvarp Føroya. Gudloysi vil fegið vera við at gera hetta málið til veruleika og ynski okkara er at hava ein opnan dialog við leiðslu og starvsfólk í kringvarpinum.

Vinarligar heilsanir
Ása Johannesen, Gudloysi

Merki: , ,

Hetta var lagt út 2 september, 2009 klokkan 10:31 og er goymt undir Miðlar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)