Hevur Jørgen Niclasen misskilt okkurt?

sosialurinlogo

Í sambandi við at mannarættindadómstólurin í Strassbourg feldi avgerð um, at upphanging av kristnum krossum í italskum skúlastovum er brot á mannarættindi, vildu mong kristin í Føroyum vera við, at mannarættindi eru grundað á kristindóm. Fylgjandi lesarabræv var at síggja í Dimmalætting og Sosialinum tann 18. november, 2009, sum aftursvar til Jørgen Niclasen, uttanríkismálaráðharra.

Aftursvar til lesarabrævið ’Mannarættindadómstólurin á vandaleið

Eg var um at fáa kaffimunnin í rangastrúpan, tá eg fríggjadagin 6/11 í Dimmu las viðmerking uttanríkismálaráðharrans til avgerðina, mannarættindadómstólurin í Straussbourg júst hevur felt. Her bleiv noktað kristna krossinum at hanga í italskari skúlastovu. Jørgen Niclasen rør í viðmerking síni til málið uppundir, at mannarættindi eiga sín uppruna í kristindómi, og at sýtan av átrúnaðarligum ímyndum í almenna rúminum er ein vandagerð fyri framtíðar mannarættindi. Uttanríkismálaráðharrin fer longri enn so: avgerðin er enntá brot á mannarættindini. Sig mær, hevur uttanríkismálaráðharrin fullkomiliga misskilt okkurt?

At vera við, at mannarættindi spretta beinleiðis úr kristindómi, er ov lætt. Íbúgvar vesturheimsins høvdu ikki átrúnaðarligt frælsi í farnum øldum. Øll vóru ”kristin”. Søgdu tey seg vera annað, mistu tey høvdið. Tað er tískil næstan komiskt at staðfesta, at einasta orsøk til at uttanríkisráðharrin kann siga, at mannarættindi spretta úr kristindómi, er tí at kristindómur ikki hevur virt mannarættindi. Ikki hevur virt átrúnaðarligt frælsi.

Tá vit í dag hyggja aftur á ræðuleikarnar, ið kristin mentan í farnun øldum hevur loyvt, mugu vit spyrja okkum sjálvi: “Hví vardi kristin mentan brot á mannarættindi fyrr, og hví fremur hon – smb. Jørgeni Niclasen – mannarættindi í dag?”  Eitt møguligt svar er, at Bíblian fremur tað, sum tey kristnu vilja hava hana at fremja. Vilja tey í dag hava mannarættindi úr Bíbliuni, so fáa tey tað. Vildu valdsgraðir einaræðisharrar fyrr hava stuðlandi orð við á vegnum, áðren teir fóru út at ræna og drepa, so fingu teir tey úr somu Bíbliu. Sagt við øðrum orðum: Tað snýr seg snøgt sagt um, hvørji virðir tey kristnu leggja dent á, tá tey lesa úr Bíbliuni.

Hví so leggja dent á rættindi sum frælsi einstaklingins, talu- og skriviðfrælsi og átrúnaðarligt frælsi, tá Bíblian verður lisin? Tað finnast hóast alt nógvir aðrir mátar at lesa Bíbliuna uppá. Bíblian sigur greitt, at einans ein Guð finst. Áttu vit tá ikki at avtikið átrúnaðarligt frælsi? Tað finst bara ein Guð, punktum! Tað finst bert ein vegur og ein sannleiki smb. Bíbliuni. Hví tá ikki avtaka talu og skrivifrælsið? Um har veruligani einans finst ein sannleiki, so er ikki nógv at kjakast um. Spurningurin er, hvussu sama bók, sum umboðar ein alvaldan sannleika, og einguðalæru, kann umboða talu- og skrivi frælsi og trúarfrælsi. Fyri nógv heiðin gevur hetta onga meining.

Hvat er fyrsta niðurstøða mín? Hon er, at tað er ikki rætt, at mannarættindi spretta beinleiðis úr kristindómi. Fyri tað fyrsta vóru øll kristin í farnum øldum. Tey høvdu tíverri ikki tað átrúnaðarliga frælsið, altjóða mannarættindi tryggja okkum í dag. Fyri tað næsta eru summir av Bíbliunar grundsteinum í stríð við altjóða mannarættindi, og kunnu sostatt ikki vera upprunin til somu rættindi. Trúðarjáttanin er eitt greitt dømi um hetta. Tað finst bert ein Guð, eitt orð osfrv. Hetta er ikki sameiniligt við átrúnaðarligt frælsi, og talu- og skrivifrælsi. Í triðja lagi vísir søga okkum, at Bíblian leggur dent á tað, vit vilja hava hana at leggja dent á. Leggja kristin dent á mannarættindi, so leggur Bíblian dent á mannarættindi. Mannarættindi finnast sostatt aftur í Bíbliuni, tí at vit vilja finna tey.

Jørgen Niclasen fýlist serligani á, at mannarættindadómstólurin í Straussbourg nú hevur felt dóm og sýtt italskum skúla at hava kristna ímynd hangandi í einari skúlastovu. Hetta metir hann vera brot á mannarættindi. Nú veit eg ikki, um Jørgen Niclasen nakrantíð hevur lisið kunngerðina um mannarættindi frá 1948, men greitt er tað, at okkurt hevur uttanríkismálaráðharrin misskilt. Kunngerðin um mannarættindi verjir m.a trúarfrælsi hins einstaka. Einstaklingurin hevur rætt til at trúgva – ella vera tortrúgvin – sum honum lystir. Taka vit hetta fyri fult, má ein beinleiðis avleiðing av hesum vera, at tjóðarátrúnaður ikki er í samsvar við mannarættindi. At trýsta ein átrúnað niður yvir høvdið á øllum borgarum, er ikki átrúnaðarligt frælsi. Tí tá hevur borgarin ikki møguleika at velja átrúnað frá. Frælsi at velja átrúnað frá er mannarættindi. Virða vit í Føroyum hesi rættindi til fulnar, tá er avleiðingin, at allur átrúnaður má út úr almenna rúminum, og lærugreinin kristni broytast til eina átrúnaðarlærugrein, ið ikki einans leggur dent á ein átrúnað, men mangar ymiskar átrúnaðir. Hetta er einast máti at verja frælsi frá átrúnaði. Og hví ikki gera tað? Missir tann trúgvandi rættin til átrúnað av at missa rættin til at siga øðrum, hvat tey skulu trúgva? Tað er ein løgin átrúnaður, ið bæði er upphavið til trúarfrælsi og vil avgera, hvat fólk skulu trúgva. Livst so spyrst.

Keypmannahavn, hin 17/11/09

Vegna felagið fyri tortrúnnar føroyingar, Gudloysi

Rúni Christiansen, heimspekilesandi.

ES:

Viðvíkjandi krossinum er truplari at siga. Krossurin er í Føroyum bæði átrúnaðarligt og mentanarligt tekin.

Guðloysi: Gudloysi er einasti bólkur í Føroyum, ið treytaleyst er fyri øllum persónligum átrúnaði. Vitja okkum á www.gudloysi.fo.

Merki: , , , , , , , , , ,

Hetta var lagt út 18 november, 2009 klokkan 05:18 og er goymt undir Miðlar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Eitt svar to “Hevur Jørgen Niclasen misskilt okkurt?”

  1. Gudloysi » Blog Archive » Lesarabræv í Sosialinum og Dimmu Says:

    […] ‘Hevur Jørgen Niclasen misskilt okkurt?’ lesarabræv hjá Rúna Christiansen í Sosialinum og í Dimmalætting […]

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)