Nær fáa vit lívsáskoðanarfrælsi í fólksins skúla?

sosialurinlogo

Fylgjandi lesarabræv var at síggja í Dimmalætting og Sosialinum 5. – 6. Juni, 2002.

Skrivað hevur: Høgni av Heiði

Tann ráðandi lívsáskoðanarpolitikkurin í Føroyum er í nógvar mátar ein leivd av einum gomlum maktpolitikki, sum kanska er best lýstur við teimum 400 ára gomlu bókstavunum RFP uppi á Rundatorni í Keypmannahavn: Regna firmat pietas. Frómleiki styrkir ríkini!

Sum so mangir aðrir valdsharrar, sóu Kristian fjórði og hinir donsku einavaldskongarnir, hvussu væl tann kristna uppalingin – serliga boðini um at vera lýðin móti tí av Gudi fyriskipaðu yvirvøldini (Róm.13) – kundi brúkast til at halga og varðveita teirra vald. Afturfyri sín stuðul til einavaldskongin, fingu teir luthersku bisparnir sín vilja: Tann evangelisk-lutherska kirkjan skuldi verða einasta loyvda kirkjan í ríkinum, og tann evangelisk-lutherska læran einasta loyvda lívsáskoðanin. Katolikkar, baptistar, gudloysingar og onnur vórðu bannað. Leingi livdi fólkið undir grummum harðræði og ófrælsi. Men so líðandi hevjaðu djarvir menn og djarvar kvinnur sína rødd. Humanistar funnust at harðskapinum, liberalistar funnust at ófrælsinum, vísindamenn funnust at býttleikanum. Fólk vildu hava møguleika at velja ímillum fleiri politiskar hugsjónir og lívsáskoðanir, eisini verðsligar og gudleysar. Og so við og við mistu kongur og kirkja sítt einavald. Vit fingu demokrati, og aðrar lívsáskoðanir vórðu loyvdar.

Tó var ærufryktin fyri kongi og kirkju so rótgrógvin í fólkinum, at kongur slapp at vera sitandi í sínum hásæti við teimum fjaðrunum, hann hevði eftir, og Tann evangelisk-lutherska kirkjan skuldi framvegis vera »fólksins kirkja« og stuðlast av statinum, og leingi ljóðaði lógin fyri fólkaskúlan í øllum ríkinum, at skúlin skuldi hjálpa til at geva næmingunum eina kristna uppaling og eina kristindómsundirvísing, sum var í samsvar við fólkakirkjunnar læru.

Danir hava síðani strikað tað, at skúlin skal geva næmingunum eina kristna uppaling, men í Føroyum er hetta galdandi enn í dag. Hetta er beint ímóti teimum demokratisku prinsippunum, sum tey ráðandi í Føroyum siga seg vera fyri.

HVAT ber demokrati við sær? Hvørji krøv setur tað til undirvísingina í tí almenna skúlanum, eitt nú í lívsáskoðan? Jú, undirvísingin skal vera objektiv, saklig, ópartísk og fjølbroytt. Tað merkir m.a., at skúlin skal ikki gera mismun og styðja nakra ávísa av teimum stríðandi áskoðanunum fram um aðrar, og ikki nýta sín myndugleika til at trýsta áskoðanir á tað uppvaksandi menniskjað. Skúlin skal í staðin kunna næmingarnar sakliga og breitt um allar viðkomandi lívsáskoðanir og ala teir upp til sjálvstøðuga hugsan og kritiska støðu, so at teir nú ella seinni í lívinum hava bestu amboð og møguleikar at ogna sær ta lívsáskoðan, teimum tykir best. Tann nýggjasta, føroyska fólkaskúlalógin fylgir hesum væl á leið. Í henni stendur, at skúlin skal vera almennur – tað vil siga: fyri øll, tað sama hvørja lívsáskoðan foreldrini og børnini hava. Hann skal »fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika [o.a.], sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini« (I,§2.1).

Hetta verður sostatt eisini eitt kriterium fyri lærubøkurnar. Og skúlin skal bera so í bandi, at næmingarnir kunnu »venja síni evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og virkan« (I,§2.2). Og »undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði« (I,§2.3). Men so kemur tað, ið forkemur øllum teimum føgru orðunum: Sama lógin sigur, at skúlin skal »g e v a næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling« (I,§2.3), og »undirvísingin í kristnikunnleika í fólkaskúlanum skal samsvara við fólkakirkjunnar evangelisk-luthersku læru« (II,§6). Og henda eintáttaða, partíska, átrúnaliga uppalingin og undirvísingin skal gevast øll kúlaárini á tamb (II,§5.2)! Tað er eyðsýnt, at hetta kann ikki sameinast við tey omanfyri nevndu demokratisku prinsippini, og virkar beint ímóti ætlanini (um tað veruliga var ætlanin) »at stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini« og at fáa í lag, at næmingarnir kunnu »venja síni evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan«. Lógin hevur longu frammanundan gjørt av, at hvørja meting og støðu næmingurin skal koma til! Hetta hevur heldur einki petti við »andsfrælsi« at gera. Hetta er tað, vit við einum ljótum orði kallað indoktrinering.

Hon kemur týðuliga til sjóndar í øllum teimum mongu, manipulerandi skúlabókunum í kristindóms»kunnleika«, sum teir føroysku skúlamyndugleikarnir hava framleitt til undirvísingina. Í teimum verður til dømis heitt á allar næmingarnar um at biðja til Jesus. Er tað at virða trúar- og hugsanarfrælsið hjá næmingunum?

Tann danski filosoffurin Erik Elten skrivar í Filosofiske Studier, b.10, 1989: »Kravið um objektivitet er fyri langari tíð síðani viðurkent á tí politiska økinum, og eftir at tað modernaða demokratiið vann fram í Danmark, er tað sjálvsagt, at søga og samfelagslæra eru óheft av flokspolitikki . . . Vit ilskast av røttum, tá ið vit frætta um undirvísingarhættir, sum hava í kvittanum at binda skúlanæmingar til eina ávísa politiska støðu, og vit tala tá um grov brot á fríu og fjølbroyttu menning næminganna. Men hesir hættir eru ikki minni siðaliga burtur av leið, um teir verða nýttir á tí lívsáskoðanarliga økinum.«

PLURALISMAN (margfaldi) er komin til Føroyar, eisini tá ið talan er um lívsáskoðan: Her eru nógv sløg av kristnum, her eru muslimar, enntá buddistar. Onnur hava eina verðsliga, átrúnaleysa lívsáskoðan. Tey kalla seg ofta ateistar, agnostikarar, materialistar ella humanistar, og trúgva ikki upp á nakran gud. Ymiskar kanningar vísa, at 15 til 20 % (umleið ein milliard) av heimsins fólki trúgva ikki upp á nakran gud. Um fyrra aldarskiftið (1900) var mett, at einans 2 % av heimsins fólki trúðu ikki upp á nakran gud. So her er hend ein tann størsta broytingin í lívsáskoðan í okkara tíð, og hon hevur sett sín dám á gerandisdagin og mentanarlívið í nógvum londum, eisini í Føroyum. Eg veit ikki um nakra kanning fyri Føroyar, men meti, at eini 15 % av føroyingunum trúgva ikki upp á nakran gud (sjálvt um tey enn kunnu vera kirkjulimir). Í einum demokratii er tað sjálvsagt, at ein so stórur bólkur eisini verður virdur, hoyrdur og viðgjørdur í tí hóskandi lærugreinini í skúlanum.

Men av tí at tann vanligi, føroyski gudloysingurin er eitt friðarligt og lítillátað fólkaslag, sum sjáldan hevjar sína rødd, og av tí at tey gudiligu hjá okkum eru so ráðarík og missiónshugað, hevur tað uppvaksandi ættarliðið á hesum klettunum higartil ikki verið undirvíst hvørki í ateismu ella agnosticismu, materialismu ella naturalismu, tíansheldur verðsligari humanismu. Jú, kanska tey hoyra okkurt, um tey einaferð fara í studentaskúla og verða so heppin at fáa nakrar tímar í filosofi! (Satt at siga eru líkindini fyri at læra um islam, hinduismu og buddismu munandi betri, tó at hesar átrúnaligu lívsáskoðanir neyvan eiga meir enn 100 sálir í Føroyum.)

Í staðin (!) hava myndugleikarnir bjóðað børnum og foreldrum, sum ikki eru í fólkakirkjuni, at børnini kunnu sleppa undan at verða undirvíst í kristindómskunnleika í skúlanum. Men – sum Erik Elten eisini vísir á – barnanna lívsáskoðanarfrælsi hevði verið størri, um tey fingu eina objektiva undirvísing í teimum nógvu, ymisku lívsáskoðanunum, enn um tey verða tikin burturúr, av tí at børnunum í tí seinna førinum ofta vantar týðandi kunnleika um aðrar lívsáskoðanir – kunnleiki, ið hevur stóran týdning fyri barnins fullu menning og valmøguleikar. Og hann vísir á, at Svøríki, sum longu í 1962 tók við grundregluni um objektiva undirvísing í lívsáskoðan, hevur tikið undantøkuna av, av tí av undirvísingin í teimum ymisku lívsáskoðanunum í teimum svensku skúlunum er so objektiv, saklig, ópartísk og fjølbroytt, at undantøka er órímilig. Tað hevði heldur ikki verið rímiligt, um børnini sluppu undan at vera undirvíst í søgu, bara tí at foreldrini høvdu eina aðra fatan. Tað avgerandi er, at indoktrinering ikki fer fram. Men við at bjóða undantøku, viðganga myndugleikarnir, at her
fer indoktrinering fram.

Her kann vera hóskandi at vísa til orðini í Barnarættindakunngerðini hjá ST, at »í øllum gerningum, sum víðvíkja børnunum . . . skal í fyrsta lagi hugsast um, hvat ið best gagnar barninum« (§3.1). So kann spyrjast: Munnu myndugleikarnir veruliga hugsa um, hvat ið best gagnar barninum, tá ið teir áleggja skúlanum at geva barninum eina kristna uppaling í samsvar við ta evangelisk-luthersku læruna, væl vitandi um, at fimta hvørt barn kemur frá øðrum trúarsamkomum ella úr húsum, har tey ikki vilja dyrka nakran gud – við tí úrsliti, at barnið kanska verður tikið burtur úr tímunum? (Úr skúlanum, ið skuldi verða fyri øll!) Munnu teir hugsa um, hvussu stórur smeitur hetta kann vera fyri barnið?

Harafturat má tað kennast mongum lærara sum eitt ódámligt krav, at hann í síni undirvísing skal vera trúboðari fyri eina ávísa trúgv, sum hann kanska ikki hevur sjálvur. Kanska hann sjálvur hevur eina mótstríðandi trúgv. Tað man vera grundin til, at Miðflokkurin í síni stevnuskrá mælir til, at »bert trúgvandi eiga at kunna undirvísa í kristni«. Men sum henda lærugreinin er seymað saman, hevði verið rættari at mælt til, at bert trúgvandi í fólkakirkjuni kunnu undirvísa í hesi lærugreinini. Soleiðis var eisini fyri 36 árum síðani. Men øllum hesum trupulleikunum høvdu vit sloppið undan, um undirvísingin skuldi verið objektiv, og læraraútbúgvingin varð lagað eftir hesum.

Eg vil at enda heita á allar demokratiskt sinnaðar politikarar í Føroyum um at steðga hesum mismuni og hesi indoktrinering, og í staðin arbeiða fyri, at vit fáa veruligt andsfrælsi og lívsáskoðanarfrælsi í fólksins skúla. Latum okkum bjóða øllum viðkomandi lívsáskoðanum inn um skúlagátt. Og lærugreinin, har tær skulu koma til orðanna og viðgerast, kann hóskandi eita »Lívsáskoðan«.

Høgni av Heiði

Merki: , , , , , , , , , , , ,

Hetta var lagt út 7 desember, 2009 klokkan 21:19 og er goymt undir Miðlar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)