Ein hjálpandi hond til Jógvan Páll Sevdal

Í farnu viku skrivaði Jógvan Páll Sevdal eitt lesarabræv. Í brævinum setur hann spurnartekin við menningarlæruna tí hendan ástøði ikki samsvarar við ein bókstavuligan lesnað av bíbliuni.

Í farnu viku skrivaði Jógvan Páll Sevdal eitt lesarabræv. Í brævinum setur hann spurnartekin við menningarlæruna tí hendan ástøði ikki samsvarar við ein bókstavuligan lesnað av bíbliuni.

Hetta er eisini púra beint. Menningarlæran samsvarar ikki við tær báðar skapanarsøgurnar í fyrstu kapitlunum í 1. Mósebók. Skapanarsøgurnar sjálvar samsvara eingongd ikki, men tað hevur minni týðning. Tað týðningarmesta er, at Guðs orð verður tikið frammum alt annað, eisini tá tað er í andsøgn við seg sjálvt.

Eg skilji bara ikki, hví Jógvan Páll Sevdal velur at steðga við menningarlæruna. Tað finst hópin av øðrum vísindaligum viðurskiftum, sum eru í beinleiðis andsøgn við ein bókstavatrúgvan lesnað av bíbliuni. Tað kann vera, at Jógvan Páll bara ikki er greiður yvir, at hesi finnast. Hvussu er og ikki, so vil eg gjarna geva honum eina hjálpandi hond, so ljós eisini kann blíva varpa á onnur viðurskifti enn menningarlæruna, sum heldur ikki samsvara við eina bókstavuliga tulking av bíbliuni.

Jørðin ferðast
Vísind hevur upp á mangar mátar staðfest, at sólin er miðpunkt í okkara sólarskipan, og at jørðin ferðast rundan um sólina. Hetta er í greiðari andsøgn við ein bókstavatrúgvan lesnað av bíbliuni. Í Josva 10:13 og Præd 1:5 lesa vit, hvussu sólin steðgar síni ferð yvir himmalin, undirforstaði at jørðin stendur still. At jørðin stendur still kann tað heldur ikki vera nakað sum helst ivamál um, tí ífylgi bíbliuni so stendur hon á nøkrum súlum, og hon vikast ikki (1. Sám 2:8, 1. Krýn 16:30, Job 9:6, Sálm 93:1, Sálm 104:5 osfr.).

Talið PI
Í støddfrøði læra vit, at talið PI er eitt irrationelt tal sum byrjar við 3,14… Hetta tal lýsir forholdi ímillum ummál og tvørmál í einum hvørjum rundingi. Trupulleikin er bara tann, at hetta tal samsvarar ikki við ein bókstavatrúgvan lesnað av bíbliuni. Í 1. Kong 7:23 lesa vit um eitt stoypt kar, sum hevur eitt ummál á 30 alin og eitt tvørmál á 10 alin. Tað vil so siga, at PI = 3. Um vit altso lesa bíbliuna 100% bókstavuligt.

Veðri
Hvønn dag hoyra vit í útvarpinum, hvussu eitt brúgvalag onkunstaðni ávirkar veðri í Føroyum. Tosa verður um HektoPascal, lágtrýst, millibar og so framvegis. Alt hetta tos er beinleiðis í andsøgn við ein bókstavatrúgvan lesnað av bíbkuni, tí har stendur heilt einfalt, at tað er Guð – og Guð aleina – sum stýrur veðrinum (5. Mós 11:14, 1. Sám 12:17, 1. Kong 17:1 osfr.)

Trøll, talandi asnar og risar
Vanliga eru tílík fyribrygdi bert at finna í ævintýrum, men veruleikin er tann, at alt hetta er eisini at finna í bíbliuni (1. Mós 6:4, 4. Mós 22:28, Jes 13:21, Jes 34:14 osfr.). Tað má veruliga falla teimum bókstavatrúgv lesandi fyri brósti, at tílík fyribrygdir ikki verða tikin í størri álvara nú á døgum. Okkurt má gerast, so trøllini aftur blíva ein sjálvsagdur partur av føroysku náttúruni eins og tey vóru í forðum.

Sum Jógvan Páll Sevdal sjálvur sigur: ”Bíblian vil altíð prógva sonn vísindi”. Tað er alla æru vert, at roynt verður at fáa sett ein bókstavatrúgvan lesnað av bíbliuni fram um staðfesta vísind, men veruleikin er bara tann, at bíblian samsvarar ikki við nakra nútímans vísind. Tað stendur tískil eitt megnar arbeiði fyri framman hjá hesum persónum, og koma teir nakrantíð á mál so má øll vísind blakast fyri bakka, og samfelagi kann tá seta beina kós móti tí myrkastu miðøld, tá óvitan og pátrúgv settu dagsskránna. Livst so spyrst.

Eivind Ortind Simonsen
Limur í Guðloysi

Merki: , ,

Hetta var lagt út 5 februar, 2010 klokkan 12:23 og er goymt undir Miðlar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

5 svar to “Ein hjálpandi hond til Jógvan Páll Sevdal”

  1. Rúni Christiansen Says:

    Viðvíkjandi PI:

    Bert eitt innskot..Um tú ikki brúkar desimalar, so er PI 3. er desimal nýstla ikki av nýggjari tíð? Um hon er, so er hatta jú ikki beinleiðis skeift.

  2. Eivind O. Simonsen Says:

    PI er ongantíð 3, men eg skilji hvat tú roynur at siga. Sjálvt um desimalar eru eitt reiðuliga nýtt fyribrygdi, so slepst ikki uttan um, at 3 er ein vánalig approximatión av PI. Í gamla Egyptalandi hevði man ein stóran kunnleika um PI, hvat m.a. sæst aftur í pyramidunum, har forholdi millum hædd og breidd nettupp er PI. 16 øldir áðrenn Kristi føðing høvdu egyptar eina approximatión av PI sum segði 256/81 sum er uml. 3,16. So sjálvt um man ikki hevur desimalar at arbeiða við, so er gjørligt at koma tættari at veruliga talinum av PI við at nýta brøkar.

  3. Ása Says:

    Harafturat áttið karið so at verið 31 alin í ummál :) Har er ongin desimalur. Men kanska var karið ikki ein sirkul? Stendur tað, at karið var ordiliga runt? Kundi tað ikki verið eitt sindur avlangt? 😉

  4. Eivind Says:

    Tað stendur faktiskt at karið var orduliga runt.

    “Nú gjørdi hann hitt stoypta havið; tað var 10 alin frá trom til trom, og heilt runt; 5 alin var tað djúpt, og 30 alin langt band rakk rundan um tað. Niðri undir tromini vóru kolokvintar allan vegin runt; teir gingu rundan um havið, 10 á hvørji alin; tvey røð av kolokvintum vóru, og teir vóru stoyptir í einum við havinum.”

    http://www.biblian.fo/default.asp?gerd=visbok&bokid=11&kapitulid=7&versfra=23&verstil=24#22

  5. Gudloysi » Blog Archive » Lesarabræv í Dimmu Says:

    […] ‘Ein hjálpandi hond til Jógvan Páll Sevdal’ lesarabræv hjá Eivind Simonsen […]

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)