Frískúlin Keldan

Hetta er tað vit halda um Frískúlan Kelduna. Jákup Lützen hevur skrivað:

Í Føroyum er fólkaræði og talufrælsi. Harafturat kunnu vit føroyingar trúgva akkurát tað, okkum lystir… ella kunnu vit tað? Vit kunnu ivaleyst semjast um at vit hava persónligt frælsi í Føroyum, men trúgv fyllir nógv í samfelagnum. Tað munnu vera fá, sum ikki hava hoyrt um Frískúlan Kelduna, kanska serliga orsaka av átrúnaðarliga hallinum hesin skúli hevur.
Gudloysi hevur onga politiska meining vv privatisering av skúlum, men vit raðfesta trúðafrælsi sera høgt. Vit eru ógvuliga fegin um, at tað er eydnast Kelduni at koma í gongd við sínum frískúla. Frískúlin Keldan fer saman við foreldrum at veita næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling, og fer ivaleyst royna at kappast við fólkaskúlan á júst hesum øki, fyri at veita eina betri tænastu.
Sambært fólkaskúlalógini, er tað krav at allir 1-9 floks skúlar, privatir, sum almennir, veita hesa tænastu, so tað er ivasamt júst hví Keldan følir ein tørv á at leggja dent á júst hetta. Tað virka tey tó at halda, og so leingi fakliga støðið ikki er verri enn tað í fólkaskúlanum (og tað verður tað ivaleyst ikki), so er bara at gleðast um hetta nýggja tilboð.
Vónandi kann hesin kristni frískúli eisini lætta um átrúnaðarliga trýstið á fólkaskúlan. Fyri at øll børn skulu føla seg líka vælkomin har, átti ein almennur fólkaskúli ikki at verið í parti við nøkrum ávísum átrúnaði. Hetta hevði verið nógv lættari at ført út í lívið, um trúgvandi foreldur høvdu møguleikan at koyra sítt barn í ein skúla, sum styðjaði uppundir júst teirra trúgv. Tí halda vit í Gudloysi at frískúlar sum tann hjá Kelduni eru frálíkir.
Vit eru tó eitt sindur forharmað um, at ístaðin fyri at fokusera á kvalitetin av undirvísingini í bæði fólkaskúlanum og frískúlum, so fer alt kjak um frískúlar at handla um átrúnað. Í hesum PISA døgum halda vit tað hevur meira at siga, at tryggja at øll børn í Føroyum fáa dygdargóða undirvísing, óansæð hvørjum skúla tey ganga á.

Gudloysi

Annars skrivaði Jan Lamhauge eina grein um okkum, eftir at hava tosað við Ásu Johannesen. Áhugavert, at har er slíkt ónøgdsemi at síggja millum viðmerkingarnar. Vit eru opinbart ov fitt 🙂

Merki: , , , ,

Hetta var lagt út 8 februar, 2010 klokkan 22:51 og er goymt undir Miðlar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

2 svar to “Frískúlin Keldan”

  1. Gudloysi » Blog Archive » Kelduskúlin Says:

    […] hevur fyrr meldað út, at vit onki hava ímóti einum kristnum frískúla og at tað enntá kann vera positivt av tí at […]

  2. Gudloysi » Blog Archive » Tíðindaskriv í Dimmu Says:

    […]  Tíðindaskriv í Dimmalætting um frískúlan hjá Kelduni […]

Svara

Connect with Facebook

ERROR: si-captcha.php plugin: GD image support not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable GD image support for PHP.

ERROR: si-captcha.php plugin: imagepng function not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable imagepng for PHP.

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)