Halgidagslógin

Nógvir gudloysingar stuttleikaðu sær óført tá vit hoyrdu um at Oasan hevði larmað so illa at løggan var tilkallað, og so ein heiligdag afturat. Tsktsk.

Hetta, og ivaleyst okkurt annað, eg ikki havi fingið við, hevur gjørt at kjak er komið í um hvørt halgidagslógin er avoldað. Tað halda vit gudloysingar flest jú ivaleyst, men gudloysingur ella ei, so má eg siga at Sunnuva Háberg Eysturstein megnaði ótrúliga væl at argumentera í hesi sendingini har hon kjakast við Bill Justinussen.

Sunnuva forkláraði sakliga og róliga akkurát hví tað onga meining gevur at hava eina lóg, sum ikki loyvir fólki at halda gang tey annars hava lov at halda aðrar dagar. Eisini var eitt sera undirhaldandi brot um hvørt dansur førir til alt ónt, soleiðis sum Bill vildi vera við. Har var onki skil í hansara argumentatión, og tað lat Sunnuva hann ikki sleppa við.

Stakkals Bill fekk ikki eitt bein til jørðina og endaði við at seta spurnartekin við hvørt tað var neyðugt at undirbyggja sínar pástandir í einum kjaki.

Jú Bill, tað er neyðugt, tí annars kanst tú jú bara siga hvat sum helst, og kalla tað “almenna vitan”.

Persónliga havi eg onki ímóti, at tað ikki skal larmast, so at tað órógvar grannar, men máti skal vera við. Eg haldi tað er ov nógv av tí góða, at onki sum larmar, kann gerast sunnudag. Tað munnu vera fá, sum hava tíð at sláa gras, klippa hekk, smíða tak og alt annað útiarbeiði, ið skal gerast okkara stutta summar, uttan at brúka onkran hendinga sunnudag. Keðiligt at húsini og garðurin skulu standa sum ein skomm, bara tí fólk arbeiða nógv og skulu onnur ting leygardagar.

Tá haldi eg tað gevur nógv meira meining at siga, tað ikki skal larmast eftir eitt ávíst klokkuslett um kvøldið, so fólk fáa frið at hvíla um kvøldið og sova um náttina. Hvat hendir inni á einum ljóðisoleraðum dansistaði, har grannar ikki vera órógvaðir kemur væl ongum við, so leingi onki hendir, sum er ólógligt allar aðrar tíðir á árinum, ha?

Merki: , ,

Hetta var lagt út 11 apríl, 2010 klokkan 17:53 og er goymt undir Lógir, Tíðindi. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Svara

Connect with Facebook

ERROR: si-captcha.php plugin: GD image support not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable GD image support for PHP.

ERROR: si-captcha.php plugin: imagepng function not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable imagepng for PHP.

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)