Opið Bræv til Jenis av Rana + Svar

Góði Jenis av Rana

Dugir tú at lesa? Umber meg, um mín spurningur sýnist óhøviskur, men tað er tann einfaldasti mátin eg kann spyrja uppá. Sært tú, eg læs herfyri grein Áka Bertholdsen “Samkynd aftur til viðgerðar í løgtinginum” – í Sosiali nr. 114 tann 2. august – og hesin spurningur var mín fyrsti og mest átroðkandi tanki eftir at hava lisið greinina.

Sum politikari ivist eg tó ikki í, at tú mangan hevur upplivað, at vera skeivt endurgivin av óerligum blaðmonnum – tað hendir hóast alt ofta – og tískil vil eg hervið spyrja teg beinleiðis. Í Sosialinum verður tú endurgivin at hava sagt, at Miðflokkurin fer at gera alt fyri at “tey samkyndu verða tikin burtur úr [266-b] aftur.” Eisini verður skrivað at tú vilt “heldur avtaka alla lógargreinina enn at byggja hana út við at lata hana fevna um fleiri og fleiri bólkar.”

Hetta ørkymlar meg. Skil meg rætt, eg eri í fyrstu atløgu als ikki áhugaður í einum kjaki, um hvørt øll lógargreinin sum hon er skal vera galdandi. Eg undrist bert yvir tíni endurgivnu orð. Rætta meg endiliga um tú varð skeivt endurgivin, men um tú ikki varð, so kann eg bert koma til tí niðurstøðu, at tú ikki dugir at lesa. Grein 266-b í revsilógini nevnir hvørki samkynd ella bólkar. Grein 266-b umfatar einans eginleikar – eginleikar sum vit øll hava. Og uttan mun til hvørjar illgitingar 200 hava um teg, so gangi eg út frá at vit báðir hava sama kynsliga samleika – t.e. vit eru báðir hinskyndir. At vilja hava ‘samkynd’ úr greinini gevir tískil onga meining. Vit báðir – av tí at vit hava ein kynsligan samleika – eru líka so umfataðir av greinini, sum samkynd. Ein kann sjálvandi endurskriva lógina, men til ber ikki, sum er, at strika samkynd úr lógini uttan samstundis at strika tvíkynd og hinskynd.

Somuleiðis er tað undrunarvert, at tú ikki vil hava 266-b at fevna um fleiri bólkar. Hvørjar bólkar fevnir hon um á núverandi støði? Hon nevnir bólkar, men hon sigur at bólkar ikki mugu niðrast vegnað ymiskar eginleikar. Er tað tær gjørligt at fortelja mær, hvørjir av hesum eginleikum eru frábreðgandi øðrum bólkum? Ein kynsligan samleika hava vit øll, vit hava øll ein nationalan og etniskan uppruna og vit eru øll av onkrari rasu og hava øll onkran serstakan húðarlit. Tann einasta trupla eginleikan eg dugi at síggja nevndan í 266-b er átrúnaður, síðani øll menniskju ikki hava ein. Men eg havi latið mær fortelja, at átrúnaður í einum lógartengdum høpi eisini sipar til manglandi átrúnað. Hevði tú, Jenis av Rana, tískil kunna greitt mær frá hvørjar bólkar tú tosar um? Og hevði tú kunna greitt mær frá hvussu tú ætlar tær at taka tey samkyndu úr 266-b? Ætlar tú tær at seta tey inn fyrst, so til ber at taka tey úr aftur? Ella vilt tú eisini taka okkum báðar úr saman við teimum samkyndu? Í so fall hví?

Um vit venda aftur til spurningin um hvørt okkum tørvar hesa lógargrein yvirhøvur, so er tað sjálvandi møguligt at vit ikki gera. Men tá tú – og restin av Miðflokkinum – eru so misvísandi um, hvat greinin í roynd og veru sigur, og eru so algoystir eftir at taka burt tey samkyndu, at tit vilja taka allan kynsligan samleika við, hvussu kann eg so bæsa mínum illgrunum? Um tú sært tað frá míni síðu, hevði tú so ikki havt ein illgruna um, at tað hetta í grundini handlar um, er at tit framhaldandi gjarna vilja sleppa nakað, ið hendan greinin sigur at tit ikki longur sleppa? Eitt háfloygt kjak um hvørt ein slík lóg er neyðug yvirhøvur er eitt mál, men Miðfloksins illvilji ímóti 266-b á jólum í 2006 og Miðfloksins illvilji nú stuðlar – eftir míni meining – undir illgrunanum um eina fjalda dagsskrá.

Tit høvdu onki at siga um hesa lóg áðrenn 2006 og tit lata ikki at hava nakað ímóti henni, soframt at kynsligur samleiki verður strikaður. Um øll – sum tú pástendir í Sosialinum – veruliga eru vard av revsilógini kortini, hví hevur Miðflokkurin so ein størri mótvilja serstakliga yvirfyri “kynsligum samleika” enn Miðflokkurin hevyr yvirfyri “átrúnaði” ella “húðarliti?” Um tú sást hetta frá mínum sjónarmiði, Jenis, hevði tú so ikki eisini komi til tí niðurstøðu, at Miðfloksins atburður avdúkar Miðfloksins orð? Eg vóni eg taki feil og tískil vóni eg, at tú vilt avsanna mín illgruna um at tann veruliga orsøkin til at tú og Miðflokkurin eru ímóti hesi lógini er, at tit framhaldandi vilja sleppa at kalla samkynd kynsvillingar, Satans illgras, pedofil og hvat tit annars kunnu finna uppá. Um so er, vildi eg meint, at tín atburður – meir enn nakað annað – prógvar tørvin á lógini.

Taki eg feil?

Við virðing
Heini Reinert

E.S. Hóast eg bert tali fyri meg sjálvan og ikki fyri Gudloysi sum felag, so havi eg lagt hetta brævið út á www.Gudloysi.fo síðani eg meti hetta at hava almennan áhuga. Vónandi tímir tú at geva mær eitt greitt aftursvar, og um tú ger, so endurgevi eg fegin títt svar undir mínum brævið.


Uppdatering 15. august

Jenis av Rana hevur svarað! Hann skal hava stóra tøkk fyri at hann tók sær stundir at svara so skjótt og so greitt og fyri at geva loyvi til at endurgeva hansara svar.

Góði Heini!

Tú skrivar: Sum politikari ivist eg tó ikki í, at tú mangan hevur upplivað, at vera skeivt endurgivin av óerligum blaðmonnum – tað hendir hóast alt ofta – og tískil vil eg hervið spyrja teg beinleiðis.

Púra rætt Heini! Takk annars fyri positivu heilsan tína- og spurningarar! Eg eri vanur við, at flestu skjóta fyrst og spyrja ongantíð.

Tú skrivar: Grein 266-b í revsilógini nevnir hvørki samkynd ella bólkar…. At vilja hava ‘samkynd’ úr greinini gevir tískil onga meining.

Viðvíkjandi hesum er svarið einfalt, at í spurningi sínum brúkti blaðmaðurin hatta orðið, hann spurdi um vit fóru at virka fyri at fáa tey samkyndu úr 266-b, og eg svaraði sum spurt varð. Annars hevur tú rætt í tíni analysu av 266-b. Spurningur hansara byggir óivað á vanligu fatanina, at tað vóru júst hesi, sum seinastu funnu rúmd í paragraffini.

Annars vóru fyrstu orð míni til blaðmannin, tá hann spurdi, at í Føroyum í dag var so nógv sum tørvaði politiska viðger og tiltøk, og at broytingar í 266-b vóru als ikki aktuellar fyri Miðflokkin. Hetta svarið samsvarar  jú eisini við tað, ið Miðflokkurin altíð hevur víst á, at 266-b í sær sjálvum hevur lítlan og ongan týdning, men at broytingin av henni er ætlað at verða brúkt sum glíðibani/ lopfjøl til aðrar lógarbroytingar, sum vit meta skeivar at verða. Her hugsa vit um adoptión, ísáðing, kirkju/ samkomuvígslur v.m.

Tú skrivar: Somuleiðis er tað undrunarvert, at tú ikki vil hava 266-b at fevna um fleiri bólkar.

Okkara meting er at 266-b bæði er óneyðug- og diskriminerandi. Óneyðug, tí tað er ikki loyvt at gera seg inn á, happa, forfylgja v.m. nakran. Rættin til frælsi frá ágangi annara er lógartryggjaður øllum, til tess er løgregluna á vakt alt samdøgnið, at tryggja øllum borgarum, uttan mun til frábregði, hesa trygd. Afturatleggjanin í 266-b gevur nøkrum, ikki øllum, eina eyka óneyðuga trygd. Tey, ið bera brek og aðrir bólkar, eru ikki fevndir av 266-b, tvs. at hendan greinin útilokar partar av borgarum, tí er hon diskriminerandi.

Tú skrivar og staðfestir: tað hetta í grundini handlar um, er at tit framhaldandi gjarna vilja sleppa nakað, ið hendan greinin sigur at tit ikki longur sleppa? at tú og Miðflokkurin eru ímóti hesi lógini er, at tit framhaldandi vilja sleppa at kalla samkynd kynsvillingar, Satans illgras, pedofil og hvat tit annars kunnu finna uppá.

Legg til merkis Heini, at Miðflokkurin hevur ongantíð tikið nakað sjálvstøðugt initiativ at umtala ella viðgera tey, ið halda seg vera homosexuell, hvørki alment, í fjølmiðlum ella á Løgtingi. Tá vit eru spurd, ákærd ella tá uppskot eru løgd fram á Løgting, tá svara vit sjálvandi aftur, verja okkum, og viðgera málini á Løgtingi- tað er jú demokratiski rættur okkara.

Og ongantíð hevur tú hoyrt meg ella onnur, sum standa frammaliga í Miðflokkinum, brúkt hasi niðrandi orðini, sum tú nevnir, um hesar samborgarar okra. Tí tey eru niðrandi, hasi orð tíni- undantikið tó kynvill, sum er eitt orð, sum orðabøkur læra okkum er føroyskt orð fyri orðið homosexuell ( og ein av orðabókunum vísir enntá til : sí kynvill, tá tú leitar undir samkynd)!

Hvørki tú ella nakar annar hevur ella kemur at hoyra meg tosa um ella viðfara hendan ella aðrar samfelagsbólkar niðrandi ella vanvirðandi, tvørturímóti.

Taki eg feil? spyr tú:

Ja, tú tekur feil, men tú ger so tað einasta rætta, tú spyr og skapar harvið ein møguleika fyri at finna sannleikan.

Annars kundi verið hugnaligt um vit kundu møtst, face to face, til eitt prát um hesi og onnur viðurskifti. Sig frá, um tær ber til- eg bjóði fegin eina máltið á Hvonn e.l.

Harrin signi teg, eg lovið at biðja fyri tær!

Bestu heilsanir

Jenis

p.s.- tú ert vælkomin at leggja hetta svar út á heimasíðu tykkara, sjálvur leggi eg svarið út á heimasíðu Miðfloksins.


Uppdatering 18. august

Jenis av Rana legði í gjár, sum lovað, sítt svar til mín út á Miðfloksins heimasíðu. Tó eitt sindur keðiligt, at hann ikki hevur hjálagt mítt upprunaliga bræv ella eina leinkju hertil. Tað verður allarhelst eitt sindur torført fyri lesarar av Miðfloksins heimasíðu at fáa allan samanhangin við.

Merki: , , , , , , ,

Hetta var lagt út 14 august, 2010 klokkan 07:00 og er goymt undir bloggupostar, Lógir, Miðlar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Eitt svar to “Opið Bræv til Jenis av Rana + Svar”

  1. heini reinert um 266b » arndakt Says:

    […] og gudloysingurin Heini Reinert setur Jenisi av Rana nakrar kritiskar og innlitsríkar spurningar yviri á Gudloysi.fo. Tit høvdu onki at siga um hesa lóg áðrenn 2006 og tit lata ikki at hava nakað ímóti henni, […]

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)