Er hann í høvdinum?
Religionstrúgv er ymisk frá landi til lands. Á sama hátt meini eg, at argumentini fyri religión eisini eru ymisk. Í Føroyum havi eg lagt til merkis, at fólk ofta eru ógvuliga epistemologiskt orienterað tá tey forsvara teirra trúgv. Epistemologi er ein filosofisk grein, ið setur spurningarnar:
Hvat er vitan?
Hvussu fær ein vitan?
Hvat vita fólk?
Hvussu vita vit hvat vit vita?
Orðið er samansett av grikska orðunum “epistēmē”, sum merkir vitan, og “logos”, sum merkir vísindi ella ástøði. So epistemologi merkir í stuttum “vitanarástøði”.
Áðrenn eg byrji má eg sláa fast, hvat ateisma er. Ein ateist veit ikki, um nakar gud er til. Hann noyðist/kann heldur ikki vita tað. Ateisma handlar bara um, hvat ein heldur. Eg haldi persónliga ikki, at nakar gudur er til, og tí eri eg ateist. Hetta kann ikki sigast ov ofta.
Eg má eisini viðmerkja, at eg ikki eri ein filosoffur. Epistemologi er heldur ikki ein filosofisk grein, sum eg veit nógv um, so eg fari ikki so djúpt inn í tað.
Aftur til epistemologiina. Fyriuttan teir “die hard” trúgvandi unglingarnar á Skálafjørðinum, so hevur mítt ættarlið í Føroyum (eftir mínari erfaring) ofta eina øgiliga útvatnaða trúgv. Eg hoyri ofta fólk kalla seg gudilig av tí grund, at tey hava gud í høvdinum. Altso, at tey ikki hugsa um nakran gráskeggjutan mann, men brúka gud sum eitt “safe spot”, tá tey hava brúk fyri tí. Tey vita, at gud er í teirra høvdið, og tá er tað lætt hjá teimum at ákæra ateistar fyri at vera innantómar og bókstaviligar. Grundin er nokk tann, at ateistar brúka nógva tíð at tosa um tann gráskeggjuta mannin, sum situr á skýggjunum. Her kemur epistemologiin inn.
Er tað ikki fínasta slag at trúgva á ein “fantasi-gud”, ið bert er í okkara hugaheimi?
NEI! Tað haldi eg ikki. Mín epistemologi er nøkulunda soleiðis:
1. Ein koppur stendur á borðinum, tað “veit” eg, tí eg síggi hann. Tá eg brúki orðið “vitan”, so eri eg klárur yvir, at eg kann fara skeivur. Kanska er okkurt galið við heilanum, kanska er hatta ikki ein koppur, men eitt stórt saltílat, kanska droymi eg, kanska fari eg skeivur í definisjónini “koppur”. Eg má tó, inntil annað er víst á, ganga út frá, at ein koppur stendur á borðinum. Tað er neyðugt, tá eg stoyti kaffi í hann. Stutt sagt, eg veit tað 99,99% sikkurt.
2. Eingin elefantur stendur á borðinum. Tað veit eg 99,99% sikkurt, sjálvt um hann kundi verið ósjónligur ella mikroskopiskur. Hetta er sama søgan.
Mín meining er tann, at í sovornum málum er einki sum eitur 100% vitan – men vitanin er tó mangan sikkur nokk til øll praktisk endamál.
Eg sigi meg tó ikki vita, at eingin gud er til. Gud kann definerast uppá túsund ymiskar mátar, og universið er ikki at samanlíkna við mítt stovuborð. Men poengið stendur við. Tá eg ikki havi sæð hann, og einki bendir á tað, at ein gud er til, so noyðist eg at ganga út frá tí. Hettar er galdandi fyri bæði álvar, huldufólk, ósjónligar elefantar og gud.
Eitt veit eg tó. Eingin gud er í mínum høvdi.
Merki: Cartesisk skeptisisma, epistemologi, filosofi, heimspeki, Jákup Lützen, vitan




