Rættleiðing til portal.fo
Sum fyriskipari av okkara lítla Ólavsøkutiltakið var tað rættiliga týdningarmikið fyri meg at vit øll vóru samd um hvat tað var vit vildu við tí.
Tí var tað nokkso keðiligt at síggja portalin ákæra okkum fyri at gera júst tað, vit ikki ætlaðu okkum. Sjálv yvirskriftin avdúkaði, at raportarin hjá portalinum ikki hevði skilt hvat vit vóru har til, hóast hann hevði verið og vitja okkum og práta við Sigmund og Heina, sum stóðu har ta løtuna.
Vit vilja undir ongum umstøðum og als ikki missionera. Vit vóru har fyri at fortelja fólki um hvat tað er at vera gudloysingur og hvat vit vilja sum felag. Vit vildu undir ongum umstøðum venda fólki frá trúnni, og vit hava ongan áhuga í at vera bólkað saman við fólki, ið vit halda trýsta sína trúgv niður yvir onnur.
Tí vil eg fegin gera vart við at Gudloysi tekur frástøðu frá serliga yvirskriftini hjá portalinum, men eisini brotum, sum raportarin letur sum eru sitat (hevur sett í gásareygu), sum Heini Reinert skal hava sagt, men hvørki hann ella Sigmund Vestergaard søgdu. Ongin nevndi nakrantíð hugtakið at missionera niðri í básinum, og um tað var tikið upp tá, so hvødu Sigmund og Heini báðir afturvíst tankanum um, at tað var tað vit vildu.
Um tað vit gjørdu, kann kallast at missionera, so er tað eisini at missionera, tá mann ger vart við, at har finnast fólk, ið eru samkynd. At royna at fáa fólk at trúgva uppá okkurt (ella lata vera) og at upplýsa um eitthvørt, er ikki tað sama.
Vinarliga,
Ása Johannesen
Merki: Ása Johannesen, Miðlar, Ólavsøka, portal.fo, tiltøk





august 14th, 2010 at 07:08
[...] ikki í, at tú mangan hevur upplivað, at vera skeivt endurgivin av óerligum blaðmonnum – tað hendir hóast alt ofta – og tískil vil eg hervið spyrja teg beinleiðis. Í Sosialinum verður tú endurgivin at [...]