Mørk

Eitt mark kann setast ímillum tey, ið halda at mósebøkurnar eru góðar keldur til uppruna heimsins og tey ið ikki halda tað. Har stendur til dømis Miðflokkurin hinumegin markið, meðan Dialogos, saman við okkum Gudloysingum, stendur okkara megin.
Eitt annað mark kann setast ímillum tey, ið halda at Jesu móðir ikki var í song við nøkrum manni áðrenn hon átti Jesus, at Jesus gjørdi vatn til vín og at hann reis upp frá deyðum og fór kropsliga til himmals. Har standa Miðflokkurin og Dialogos saman hinumgin markið, meðan vit gudloysingar standa, helst rættiliga einsamallir, okkara megin. Eg trúgvi ikki tú finnur ein einasta, ið kallar seg kristnan av nøkrum slag standa okkara megin, tí at trúgva hesum tykist mær minsta krav at kalla seg kristnan.
Og hetta eru ikki júst metafysisk uppáhald. Hetta eru uppáhald, ið krevja at tær fysisku lógirnar blivu upphevjaðar og brotnar til tess at sannføra tey nærverandi um guddómin hjá Jesusi. Í dag liva summi væl av at fremja gandakynstur, ið eru nógv meira gyklandi enn nakað, ið Jesus er lagdur undir í nýggja testamenti, so tað tykist mær láturliga greitt at trúvirðið hjá nýggja testamenti sum kelda fyri guddómi Jesusar er ógvuliga tætt við einki.
Eg havi kjakast persónliga við limir í Dialogos, og eg haldi at tað, ið setur teir saman við Miðflokkinum hinumegin áðurnevnda mark er einki meira enn ein sofistikerað versjón av “God of the Gaps”. Gud hevur allatíðina flutt seg undan vísindini, og nú føra eitt nú Dialogos ta meining fram at gud kann leggjast uttanfyri alt, ið kann ávísast við nakrari vísind. Øll hugsandi menniskju kunna ímynda sær at við tíðini vera flest øll hol í vísindini fylt út (ein kann so spyrja seg sjálvan um Jenis av Rana er eitt hugsandi menniskja), so í longdini er tað eingin loysn at koyra gud í nakað av hesum holum, sama hvussu stór tey tykjast, og tað tykjast tey í Dialogos at hava innsæð.
Eitt undantak kemur mær tó til hugs. Arni Zachariassen segði einaferð við meg at hann heldur ikki at tilvitið kann reducerast til tann fysiska heimin. Um hann síðani hevur broytt meining kann vera, men eftir stendur tó tann sami spurningur, um Arni Z. stendur aftanfyri hann ella ikki. Hetta er ikki beinleiðis eitt uppáhald um gud, men ein hokus-pokus frágreiðing viðvíkjandi mannnasálini. Og hvat ólukkan er tað fyri eitt uppáhald? Tað finst ikki ein einasti vísindamaður, ið kann siga okkum í dag júst hvussu tilvitið riggar, tíans heldur hvat tað kann reducerast til og ikki. Eftir mínari meting var Arni Z. ikki lítið kjaftreystur tá hann helt at hann kann siga, grundað á gudfrøðiliga heimspeki, nakað kvalifiserað um tilvitið og hvat tað kann reducerast til og ikki.
So er eitt triðja mark, ið tað órógvar meg mikið at síggja Arna Z. hinumegin saman við Miðflokkinum. Arni Z. heldur at um tú til dømis grundar tínar avgerðir á astrologi so hevur tú ein astrologiskan moral, eins og um tú grundar tínar avgerðir á bíbliuna, ella gudfrøði, so hevur tú ein kristnan moral. Hetta haldi eg vera einki minni enn ein avskeplað áskoðan uppá moral. Tað kann ikki undra nakran at Miðflokkurin stendur fyri hesum, men at ein hugsandi limur av Dialogos er samdur við teimum tykist mær ræðandi.
Er tað veruliga so illa statt við morali at software má installerast frá astrologi ella úr bíbliuni fyri at hann yvirhøvur skal rigga ella hava innihald? Moralur uppstendur ímillum menniskju. Hann byrjaði á einum rættiliga lágum støði, sum alt, ið mennist hevur gjørt, og er mentur við framgongd, innliti og lóg. At vit mugu dikterast úr erva, verið tað av stjørnunum ella av gudi, til at duga skyn á góðum og illum tykist mær púra burturvið, og tað at leita til stjørnurnar ella halgar bøkur áðrenn avgerðir vera tiknar haldi eg hevur einki hava við moral at gera.
Heri Joensen
25.08.2010 – Hamburg
Merki: Arni Zachariassen, astrologi, Dialogos, God of the gaps, Gudur glopanna, Heri Joensen, Jenis av Rana, Jesus, Miðflokkurin, moralur, mørk, vísindi





september 10th, 2010 at 15:25
Eg havi havt líknandi tankar fyrr. Tað undrar meg hví okkurt slag av gandatrúgv skal vera betri enn okkurt annað slag av gandatrúgv. Altso eg skilji ikki kvalitativa munin á at trúgva uppá at Jørðin varð skapt eftir 6 dagar av einum gandakalli fyri 6000 árum síðani og at trúgva uppá at har var ein gandakallur livnaði uppaftur eftir at vera deyður fyri onkursvegna at yvirføra okkara moralsku ábyrgd sum vit hava arvað frá okkara forfedrum yvir á seg sjálvan. Hví er tað seinna nakað man sum modarnaður, vísindssinnaður kristin gjarna má trúgva uppá, meðan man er gamaldags um man trýr uppá tað fyrra?