Moralklúturin

Eftir at hava lisið stuttliga og rámandi bloggin hjá Jan Lamhauge á Mess.fo fekk eg hug at skræða meg eitt sindur um moral. Tann serføroyska moralin.

Føroyski dupultmoralurin er heimskendur í Føroyum, og reglan er heldur enn undantakið, at dupultmoralur er dupult so góður sum moralur.

Moralurin eigur at verða leiðbeinarin, filtri í heysinum ella bremsan um mann vil, hjá okkum øllum at skilja millum rangt og rætt. Heimspekingar sum Aristoteles og Kant hava sett orð á hvat moralur er, ella eigur at verða – og eru teir báðir verdir, um ikki annað, at gugla. Tey sum hava MaðkBøkur kunna enntá skriva “ethics” í Spotlight. Sjálvt Steven Jobs veit hvat moralur er.

Eitt moralskt dilemma er eitt nú hendan hugsaða støðan: fimm fólk eru bundin niður á ein tokbana og eitt tok er í fullari ferð ímóti teimum – og tú stendur sum tann ið hevur tað heilt stóra yvirlitið. Við eitt sært tú, at um tú skumpar ein meðalhampa mann niður á tokbanan, nakað væl áðrenn hesi áðurnevndu fimm fólkini, so steðgar tokið áðrenn tað rakar tey fimm fólkini.

Tað moralska dilemmaði er, um tað er moralskt rætt at ofra hendan miðalhampa mannin, fyri at bjarga teimum fimm fólkunum.

Tað kann vera ringt at siga, hvat ið er moralskt rætt og hvat er moralskt skeivt; tí er moralurin nakað støðugt ella verður eisni hann skiftur út, so skjótt tørvur er á tí.

Fyri at undirstrika tað, kann lesarin skifta tann miðalhampa mannin út, við ein avdankaðan bums við einari deyðiligari livrasjúku.

Moralurin hjá okkum, sum vit definera hann í dag, átti t.d. at forða okkum í at forfylgja ymsum samfelagsbólkum. Men mann skal ikki langt aftur í søguna fyri at staðfesta, at moralurin er ein flótandi stødd. Mannaættin hevur forfylgt heksum, nekarum, indianarum, sigoynarum, jødum og stórt sæð øllum, sum ikki hava passa í sama kassa sum okkara moralur hevur sagt okkum er tann rætti. Møguliga hava umberingarnar verið aðrar, men í síðsta enda hava okkara ella teirra moralska filtur jú góðtikið forfylgingarnar. Í stórum kann sigast at mann hevur ikki vilja góðkent “teirra livihátt”.

Hin heilt stóri spurningurin er, um “teirra liviháttur” veruliga er ein hóttan ímóti okkara livihátti. Tann spurningin latið eg líka liggja fyri hesuferð.

Ein forfylgdur samfelagsbólkur í Europa, sum vit í Føroyum hoyra rættiliga lítið um, eru romair – ella sigoynarir. Hesi eru modernaðir nomadar og teirra liviháttur og enntá teirra hugsunarháttur er rættiliga ólíkur okkara. Tey kenna seg ikki hoyra til nakað land – og tey hava heldur ongi krøv á nakað landøkið í Europa. Nakað sum indianarir, viðurkenna tey heldur ikki ognarrættin, sum vit kenna hann. Bæði danskarir og fraklendingar hava í seinastuni útvíst romair – og tað innanfyri europeiska samveldið, har tað eitur seg at verða frítt at ferðast og flyta.

PrestavesturÍ Føroyum hava vit ein bólk sum kennur seg forfylgdan. Tey rópa seg m.a. kristin, trúgvandi og frelst. Hesi eru so forfylgd, at tey hava kent seg noyddan at byggja borgir kring landið at savnast í og saman staðfesta, at tey eru forfylgd og at standa saman móti áganginum uttanifrá. Nakað tað sama sum Hells Angels og Bandidos gera í grannalondum okkara. Ein av bólkunum hevur enntá kent seg noyddan at byggja egnan skúla til teirra børn – har forfylgdu børnini kunna skúlast saman við líkastillaðum børnum. Neyðars forfylgdu børn.

Líkasum Hells Angels og Bandidos, eru teir forfylgdu føroysku bólkarnir rættiliga ósamdir um nógv, men eru púra samdir um at standa saman um nøkur heilt fá ting: Hells Angels og Bandidos rokkarar eru púra samdir um at leðurvestar eru fabulous og at motorsúkklur eru smartar at koyra á.

Forfylgdu bólkarnir í Føroyum eru ikki so mótabevístir sum rokkarnir og koyra fyri tað mesta Toyota ella Mazda. Men tey eru samd um at etablerað vitan um menningarlæruna er ein ónd og láturlig teori, sum hevur til endamáls at máa grundstøðið undan teirra uppfatan av lívsins uppruna.

Harumframt hava samkynd ikki eina sexuella orientering, men “ein samkyndan livihátt” sum hevur til endamáls at máa støðið undan teirri natúrligu ella røttu uppfatani: at maður og kvinna finna saman, giftast, taka lán í Eik, byggja hús og keypa ein Toyota og gera børn undir dýnuni meðan ljósið er sløkt. Onki við at gera børn í Toyotabilinum. Tað skal vera natúrligt, undir dýnuni, meðan ljósið er sløkt.

Líkamikið hvussu eg víki og vendi báðum pástandunum, so klári eg ikki at finna júst orsøkina til at menningarlæran er ein hóttan móti tí kristna lívsstílinum og ei heldur at samkynd eru ein hóttan móti hinskyndum.

Menningarlæran er ein meira ella minni vísindiliga undirbygd teori – meðan kristindómurin er ein trúgv, hvørs einasta tilverugrundarlag er, at ein rúgva av fólkið trýr henni. Meðan flestu fólk onki problem hava við at góðtakað lógir Newtons, ið eisini eru teoriir – er tað meira ivingarsamt við menningarlæruni.

Ein lærari eg hevði í fólkaskúlanum segði mær ofta, tá eg var á skeivari leið ella at eg ikki fataði ein metur av nøkrum, at mann skal ikki samanlíkna appelsinir við súreplir. Tað haldi eg at talan er um, tá tað verður ført fram at menningarlæran er ein hóttan móti kristindóminum.

Samkynd hava onki dult agenda um at máa støðið undir nøkrumsumhelst. Tað hevði verið skeivt at brúkt orðið “tey” um samkynd í hesum sambandinum, tí har er onki “vit” og “tit”. Har er ongin bardagi um nakað, uttan eitt rættvíst krav um at verða viðfarin og hava somu rættindi, sum øll onnur.

Stór tøk eru tikin at øll skula verða viðfarin líka.

Enn finnast lond, har kvinnur ikki hava atkvøðurætt, ikki sleppa at koyra bil ella hava hægri útbúgving. Hatta við at koyra bil skilji eg, men hitt?

India stríðist við eitt avolda kastisystem, sum er atvoldin til eina rúgvu av sosialum mismuni. Sum kastileysur verður tað vænta at mann tekur starv sum skrellimaður ella vaskikona – óansæð um mann hevur høvd til at verða atomfysikari ella samkomuleiðari.

Øll í vesturheiminum kunna semjast um at tað er ikki rætt. Tað er heldur ikki moralskt rætt.

Mann peikar fingrar eftir Iransku myndugleikunum, tá teir døma eina kvinnu til steining, men sjálvdan eru tað tey somu sum peika fingrar eftir einum lutfalsliga framkomnum landi sum Føroyum, ið ikki loyvir skrásettum parlagi og ikki gevur samkyndum pørum somu rættindi sum øðrum pørum.

Tað er sum um at moralurin er ein klútur, ið skal tváast einaferð nú og tá, og so goymast vekk, tí nú er hann reinur – í eina løtu í gusjer. So bíðar mann pent eftir at onkur víðgongdur sjálvmorðsbumbumaður sprongjur seg sjálvan og ein heilan buss av skúlabørnum í luftina ella at danskarir seta prísin á øl og sprutt niður – og so skal moralklúturin fram at tváast aftur.

Onkur av teimum kristnu bólkunum hava ein serligan máta at handfara tey, ið ikki passa inn í teirra kassar – ella teirra livihátt. Tey verða útstoytt ella shunnaði. Moralskt er tað ikki serliga pent.

Men mann kann róliga staðfesta at rættir kristnir menn sum Jenis og Gerhard og hvat teir nú eita, ikki hava hesar moralsku kvalir.

Hvat um mann sá og hoyrdi at kassadaman í Bónus segði “eg vil ikki betjena teg, tí mær dámar ikki tín livihátt” við td Jenis. Ella stýrimaðurin á Teistanum segði við Gerhard: “tú sleppur ikki við um Skopunarfjørðin, tí tín liviháttur passar ikki uppá profilin á ferðafólkum vit vilja sigla um fjørðin”.

Mann skal ikki verða raketverkfrøðingur ella samkomuleiðari fyri at síggja, at mann hevði staðið í einum moralskum dilemmaði. Mann skuldi viga ein stóran órætt gjørdan ímóti einum, ið gerð øðrum nógvan órætt.

Tvey skeiv verða ikki til eitt rætt.

Eg hevði skitið ein langan lort á tað og onki lagt í tað. Moralskt veit eg, at tað er so pillrotið sum tað kann blíva. Eg hevði latið mín moralska klút verði liggjandi í lummanum tann dagin. So hevði eg bíða til onkur børn svøltaðu í Afrika, og keypt eitt nekarabarn frá Red Barnet.

Vupti, so varð moralklúturin gullreinur aftur.

Merki: , , , , , , ,

Hetta var lagt út 25 september, 2010 klokkan 01:10 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)