Segði nakar homofobi?

Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráharrin í Íslandi kemur á vitjan í Føroyum. Altíð stuttligt at hava vitjan av leiðarum frá grannalondunum, so hetta eru hugnalig tíðindi. Har er tó altíð onkur sum skal spilla okkum spælið. Ífylgi Vágaportalinum tímir Jenis av Rana ikki at eta saman við Jóhonnu og konu hennara, Jónínu Leósdóttir. Hví? Ja, tað er ivaleyst ikki so ringt at gita:

Jenis av Rana kallar hesa vitjanina hjá íslendska forsætismálaráðkvinnuni fyri eina beinleiðis provokatión. Hetta er nógv meira alvorligt enn sum so, og hetta signalerar ikki tað normala sambært skriftunum, so eg hevði ikki droymt um at farið til ein sovorðnan døgurða, sigur Jenis av Rana við Vágaportalin.

So, Jenis heldur vitjanina vera reina provokatión? Tað, at ein stjórnarleiðari vitjar eina aðra tjóð við sínum maka, er provokatión? Hvønn heldur hann Sigurðardóttir, forsætisráðharri roynir at provokera? Vónandi heldur hann ikki at íslendska stjórnin og Føroya løgmaður við vilja royna at provokera bara hann, ella? Eg haldi tað er eitt nokkso ógvusligt tiltak, bara fyri at provokera Jenis. Eg haldi ikki sjálvt Gudloysi hevði tímað at spilt tíð uppá tað.

Næsta punkt. Tað normala sambært skriftunum? Eg helt at Jesus var vinur við tey “ópopuleru”. Øll tey, sum fólk hildu vera ómoralsk og syndug gjørdi Jesus sær ómak at vera góður við. Eg rokni ikki við at hann hevði uppført seg sum ein sovorðin fariseari, kenni eg mínar bíbliusøgur rætt. Kanska blandar Jenis Jesus við Paulus?

Eg haldi hetta vera eitt øgiliga týðiligt dømi, um hvat kann henda, um tú gloymir tína egnu samkenslu við næstan og tína egnu menniskjansligheit fyri at passa inn í eina ekstrema, afturhaldna og snævurskygda trúgv. Tú endar við at brúka bíbliuna sum umskyldning fyri at lata vera við at vísa gestablídni og opinleika fyri verðini. Vónandi skamma kristin flest seg yvir at hoyra til sama “bólk” sum Jenis.

Annars skal sitatið frá Vágaportalinum takast við fyrivarni, so um tey hava gjørt Jenisi órætt, taki eg hetta fegin aftur.

Ása Johannesen

Merki: , , , ,

Hetta var lagt út 6 september, 2010 klokkan 19:53 og er goymt undir Miðlar, Tíðindi. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

18 svar to “Segði nakar homofobi?”

  1. Arni Zachariassen Says:

    Ja, eg skammi meg.

  2. Hann úr Havn Says:

    LOL, tit hava gottnokk fingið ilt í reyvina av einum genialum persóni!

    og um hann hevði farið til handan døgurðan høvdu tit skriva “Jenis etur saman við lebbum, kanska hann er bøssi?”

  3. Høgni Poulsen Says:

    Stakkals idiotur, hann er..

  4. Ása Says:

    Nei, Hann úr Havn. Um Jenis hevði farið og etið saman við Jóhonnu Sigurðardóttir og konu, høvdu vit ivaleyst onki sagt. Vit *vænta* at leiðarar í okkara landi uppføra seg sømiligt yvir fyri leiðarum úr øðrum londum. Tíverri forðar serligi stílurin av kristindómi, sum Jenis hevur, honum í at gera tað einasta rætta. Vit tíma altso bara at negativt kommentera ting, sum vit halda eru skeiv ella langt úti uppá hendan mátan.

    Um Jenis umbestemmar seg, og fer allíkavæl, skal hann fáa rós frá mær ;)

  5. Heini Reinert Says:

    Hann úr Havn, ja rætt hevur tú. Vit halda at allir okkara politikarar UTTAN Jenis eru samkyndir, tí sum øll vita so smittar bøssaskapur. Um man er í sama rúmi sum ein bøssi í meir enn 5 minuttir, so blívir man sjálvur ein. True story.

  6. Bergur Rasmussen Says:

    Nú er Jesus ein fiktivur persónur, so í roynd og veru er tað líkamikið, hvat hann skal eitast at hava sagt, tað, sum hinvegin ikki er í lagi, er uppførsilin hjá Jenisi í hesum málinum; men slíkari óhumsku noyðast vit helst at liva við, soleingi vit ikki hava manað illa oyðimarkartrøllið, sum kallast Eg Eri, í seg sjálvt aftur og tveitt tað á søgunnar øskudunga …

  7. Mortan Enni Says:

    Fín grein. Eg vil bara líka siga, at hóast Jesus sat saman við syndarum, so var hann langt frá so cool, sum okur vilja gera hann til. Sanniliga hevði hann eisini stórheits-vanvid sum faðir sín(Gud).

  8. Ása Says:

    Jaja. Eg brúki bara tað, sum kristin sjálvi siga um mannin og leggja so forferdiliga stóran dent á. Tað merkir ikki at eg sjálv trúgvi tí ;)

  9. Kristian Says:

    Eri ikki so frúktiliga yvirraskaður. After all, so tosa vit um sama mannin, ið forðar tídningarmiklum lóggevingum við “vit vilja hava tann ófødda føroyngin við!”
    Haldi tað er ótrúliga keðiligt at hesin fundamentalistiski stabbin enn situr inn. Glaður fyri at eg enduliga eri 18 – nú kann eg stemma ímóti honum…

  10. Heini Reinert Says:

    Bergur Jacobsen prestur er samdur við Gudloysi (Ásu) um at Jenis er ein fariseari, ið blandar Jesus við Paulus. Sig so tað at gudloysingar ikki hava sett seg inn í Bíbliuna!

    http://new.vagaportal.fo/pages/posts/jenis-og-fariseisman-3732.php

    Hetta er eitt nýtt meme. Jenis er ein fariseari.

  11. Bergur Rasmussen Says:

    tað, sum undrar meg, er, at Prestur navnin, eldri :-) , má undirstrika, hvussu ofta hann hevur lisið tey fýra evangeliini, áðrenn hann kann siga tað, sum flest øll normalt begávaði og skeptistk sinnaðu koma til við einans at halda tað, tey skriftlærdu siga Jesus hava sagt, upp móti tí, tey annars siga man skal halda og meina um tingini í menniskjalívinum …

  12. Heini Reinert Says:

    Bergur, tað er eitt áhugavert poeng. Soleiðis hugsaði eg ikki um tað. Ása hevur ivaleyst ikki lisið Bíbliuna líka ofta sum Bergur prestur fyri at koma til somu niðurstøðir.

  13. Ása Says:

    Ása behøvist ikki at lesa bíbliuna fyri at vita hasi tingini. Ása behøvist bara at vita hvat kristin pástanda. Hetta er ofta ikki tað sama, sum reint faktiskt stendur í bíbliuni, soeh…

  14. Bergur Rasmussen Says:

    Akkurát, Ása, og tí undrar tað meg, at navnin eldri prestur, skal føla seg noyddan til hasa svaduna, sum stóð at lesa á Vágaportalinum … men tað er jú akkra har problemið liggur; prestur er jú kallaður (og settur í almenna starvið sum) sálarhirði hjá fjøldini og risikerar tí álvarsligar átalur feiar hann náðileyst tvassið av borðinum, Jenis kemur við, tí læknin hevur jú (teologiskt sæð) rætt í tí hann sigur, sama hvussu nógv humanistiska traditiónin roynir at køva úttalilsini, tá ið man ikki torir at taka í hornini á beistinum og einaferð með alla(h?) syfta tað til jarðar og tveita tað á søgunnar øskudunga har hinir gomlu gudarnir, sum gjøgnum øldirnar hava plágað, stýrt, rætt, undirhildið og inspirerað óupplýstar, farnar ættir, langt síðani hava funnu sær sømiligan sess …

  15. Bergur Rasmussen Says:

    hava funnið, sjálvandi … flóv ein :-(

  16. Teitur Atlason Says:

    Þetta eru skammarleg ummæli um forsætisráðherrakvinnunni okkar. Við Íslendingar lítum á Færeyjinga sem okkar bestu vini og svona ummæli særa okkur.

    Við vitum þó að þessi Jenis talar EKKI fyrir hönd allra Færeyjinga.

  17. Islendingur Says:

    Skal vi ikke holde os til at vore sexuale tendenser er en privatsag? Johanna Sigurðardóttir har aldrig snakket offisielt om sit privatliv.

  18. Ása Says:

    Jo, det synes jeg lyder meget fornuftigt. Og jeg havde heller aldrig sagt noget, hvis det ikke var for en meget idiotisk politiker, som absolut *skulle* gøre det til en offentlig sag.

    Dog skal det siges, at der er mange af os der beundrer Island for at være så frisindet. Det kan Jóhanna Sigurðardóttir ikke skjule sig fra, da medierne her er vildt begejstrede (er mit indtryk, men måske tager jeg fejl) for hende og hendes kone ;)

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)