Trúgv og vantrúgv: Bók hjá Christer Sturmark
Bók: Trúgv og Vantrúgv
Høvundur: Christer Sturmark
Týðing: Andrias Guttormur Djurhuus
Í seinastuni hevur verið ein hálvgum flóðalda av gudleysum bókum frá meira ella minni kendum rithøvundum. Millum hesar, er tann ivaleyst minni kenda bókin “Trúgv og vantrúgv” hjá Christer Sturmark, sum Guttormur Djurhuus hevur týtt til føroyskt. Av tí at hon er á føroyskum, helt eg at hon hevur fortjent mítt fyrsta bókaummæli her á síðuni, men eftir at hava lisið hana haldi eg sum heild at hon hevur fortjent at vera ummæld.
Bókin er sum so ikki nakað meistaraverk og kemur ikki við nakrari ultimativari niðurstøðu til alt skeldarí um trúgv og vantrúgv. Men tað ger onki, tí tey sum buldra og braka missa ofta nógvar lesarar. Tað, sum bókin ger øgiliga væl, er at lýsa støðuna sum gudloysingar eru í. Hví summi av okkum halda tað vit halda og hvar vanligastu fordómarnir um okkum fara skeivir. Bókin er sett upp í partar, sum umhandla ymisk evni við einari samrøðu millum tvey fólk, sum gongur ígjøgnum alla bókina. Samrøðan er millum Max og Juliu, har Julia er ein gjøgnumhugsaður humanistur meðan Max ikki ordiliga hevur hugsað um nakað sum helst. Tað er eitt sindur farligt at gera Max so lítið hugsandi, sum hann er, tí hetta kann fremmandagera nokkso nógvar lesarar. Hinvegin setur hetta problemstillingin fyri hvørt kapittul nokkso klárt upp, meðan restin av tekstinum forklárar meira gjølla hví Julia heldur tað hon heldur.
Fyri fólk, sum ikki hava hoyrt nakað serligt um gudloysi fyrr, uttan mun til hvat slag av gudloysi talan er um, er hetta ein góð bók at byrja við. Hon nemur við allar teir vanligastu spurningarnar og forklárar nokkso væl, serliga hvat humanisma er fyri ein stødd (Christer Sturmark er formaður í Svenska humanistafelagnum “Humanisterna”). Summar tíðir ber til at fáa ta fatan, at allir gudloysingar eru humanistar, tá mann lesur Sturmark. Hetta er jú ikki satt, so tíbetur ger hann sær ómakin viðhvørt at beinleiðis siga, at hetta eru humanistar sum eru so, og vísir á at allir gudloysingar ikki neyðturviliga eru humanistar. Hansara lýsing av humanismuni er tó so breið, at eg rokni við at flestu gudloysingar kundu tikið undir við henni.
Sturmark leggur serliga stóran dent á skeptisismu. Hann ger sær stóran ómak at greiða frá, hví sumt ikki er gott prógv fyri onkrum og hvat munurin á at vera lukkaður og skeptiskur er. Hetta haldi eg er gott, tí ofta vera skeptikarar ákærdir fyri at vera lukkaðir fyri øðrum møguleikum. Frá okkara sjónarmiði sær tað mest út sum tey, ið trúgva uppá yvirnáttúrlig ting, eru lukkað yvirfyri onkrum meira jarðbundnum svarið til gátuna, um hví har eru undarlig ljóð uppi á loftinum. Her haldi eg at Sturmark veruliga slær ígjøgnum og tað man vera ringt at vera ósamdur við tí hann sigur.
Týðingin hjá Guttormi er skrivað á livandi og lættlesiligum føroyskum, so at sjálvt tá Sturmark fer inn á heldur innviklaðar spurningar, er tað lætt at skilja hvat talan er um. Sturmark brúkar nógv orð, sum vit ikki ordiliga hava góð føroysk orð fyri, men hesa avbjóðing megnar Guttormur væl, so har ongantíð er ivi um hvat teksturin merkir. Tó haldi eg, at bókin kundi verið betri rættlisin. Har eru nakrir slagfeilir og “svenskismur” viðhvørt, sum kundu verið fangaðar og gjørt heildarupplivingina betri.
Samanumtikið vil eg mæla øllum, sum ikki eru gudloysingar at lesa hesa bókina. Hon ger fólk før fyri at loypa tað vanligasta um og fara víðari til meira áhugaverdar spurningar. Fyri “gamlar” gudloysingar er ivaleyst ikki so nógv nýtt at finna í bókini, men tað er ein nokkso góð uppsummering av tí vit longu vita og kanska er okkurt gullkorn í har, sum onkur ikki hevur hoyrt um. Sturmark fer hóast alt nokkso víða um í bókini, og “nýggir” gudloysingar kunnu uttan iva fáa nógv gott burturúr hesi bók.
Merki: Ása Johannesen, Gudleysar bøkur, Ummæli





september 3rd, 2010 at 08:57
Eg las hasa bókina fyri nøkrum mánaðum síðani (eg haldi eg fekk hana í jólagávu frá mammu
. Stak góð og yvirraskandi í støðum. Ógviliga greið og stundum meira víðgongd enn Dawkins og Hitchens tilsamans, men fylgir allatíðina einum greiðum logikki. Tykist mær sum ein bók, ið tolir, kanska eigur, at vera lisin fleiri ferðir. Eg haldi eg fari at finna mær hana fram aftur, nú eg hugsi um tað.
september 3rd, 2010 at 17:18
[...] Ása пишет: Her haldi eg at Sturmark veruliga slær ígjøgnum og tað man vera ringt at vera ósamdur við tí hann sigur. Týðingin hjá Guttormi er skrivað á livandi og lættlesiligum føroyskum, so at sjálvt tá Sturmark fer inn á heldur innviklaðar … [...]
oktober 20th, 2010 at 21:32
[...] teimum øllum. Ætlanin hevur alla tíðina verið at ummæla tær her á síðuni og eg havi longu ummælt eina. Hinar koma so hvørt, sum tíð er, til at viðgera tær nóg [...]