Undir vatnskorpuni

Føroyar er á nógvar mátar eitt óhugnaligt land. Mínar royndir hava ofta verið, at Føroyingar eru rasistiskir, Føroyingar eru illa upplýstir, og ein ófatiliga stórur partur av Føroyingum hava eina sera fundamentalistiska kristna trúgv, sum ofta kann køva toleransu og enntá vanligan logikk. Eg fari ikki at nevna trølladoktarar sum ikki dáma ‘kynsvillingar’, tí tað hava mætari menn longu gjørt, men eg havi varhugan av, at hetta ótolsemi, sum hevur verið nógv frammi í miðlunum í seinastuni, er bara toppurin á ísfjallinum.

Undir vatnskorpuni hava vit eitt politiskt system sum er gjøgnumsúrgað við religiøsari sannføring. Politikkarnir eru fólkavaldir, og teir avmynda sikkurt Føroya fólk rættiliga væl.
Tað er tó veruliga ræðandi at at síggja, hvussu politiskar avgerðir vera framdar sum avleiðingar av hvørvisjónum politikara.
Undir vatnskorpuni hava vit eisini eitt Føroya fólk við sosialari munnkurv á.

Um nakar hættir sær at opna munnin á einum almennum vølli, um eitthvørt eymt evni, so kann tað ávirka viðkomandi á ein sera neiligan hátt. Tað kann sikkurt gerast ringari at finna arbeiði, viðkomandi sleppur heldur ongantíð undan, at fólk tala aftanfyri hansara rygg. Mann verður kendir allastaðni fyri eina einstaka meining sum man hevur. Av hesi grund tosa Føroyingar ikki hart. Føroyingar ‘sleyða’ heldur undir eymhettuni í køkinum. Hendan munnkurvin gevur gróðrarbotn til allar møguligar religiøst motiveraðar órímiligheitir sum ongantíð síggja dagsins ljós.
Mann kann bara vóna at ísurin bráðnar so líðandi.

Merki: , , , ,

Hetta var lagt út 18 september, 2010 klokkan 01:08 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Eitt svar to “Undir vatnskorpuni”

  1. Vinmaðurin Says:

    gott skriva men ikki samdur heilt við øllum 🙂

Svara

Connect with Facebook

ERROR: si-captcha.php plugin: GD image support not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable GD image support for PHP.

ERROR: si-captcha.php plugin: imagepng function not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable imagepng for PHP.

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)