Gudloysingar eiga ongar sangir

ForsíðaÍ sanginum ‘Atheists Don’t Have No Songs’ (Gudloysingar eiga ongar sangir) tekur Steve Martin so hjartaliga synd í okkum gudloysingum, at vit ikki eiga nakrar sangir líkasum tey trúgvandi.

So væl mær annars dámar sangin hjá Steve Martin og The Steep Canyon Riders, helt eg ikki at Steve í grundin hevur nakra orsøk at tykjast so synd í okkum. Nóg mikið av tónleiki er til, ið onkursvegna stuðlar undir eini sekulerari heimsmynd.

Trupulleikin man heldur vera, at fólk flest ikki kenna hesar sangirnar (tó at onkrir teirra sjálvandi eru kendir). Tískil havi eg her savnað saman 17 av mínum yndis sangum, ið leggja upp til “heiðinskap.” 17 er sjálvandi ikki nógv og har finnast nógv fleiri har úti, um ein annars tímir at leita. Men eg gjørdi listan við tí fyri eyga at halda hann undir 80 minuttum, so hann kann brennast á eina fløgu.

Eg royndi eisini at seta teir í eina samanhangandi raðfylgju so teir fortelja eina (leysa) søgu frá byrjan til enda. Eg veit annars væl, at allir tónleikarnir strangt tikið ikki eru gudloysingar – tó at nógvir eru – men eg valdi sangirnar eftir hvørt eg ein nýmótans miðal-ateistur við sannlíkindi hevði tikið undir við boðskapinum

Atheists Don’t Have No Songs: A Freethinker’s Mix

01. Intro (Atheists Don’t Have No Songs) – Steve Martin

ytaudio(AeaQN_w_rb0)

02. Pope Song – Tim Minchin

ytaudio(fHRDfut2Vx0)

03. Imagine – John Lennon

ytaudio(_km0u64OLng)

04. Put Your Faith in Jesus – Mark Silverman

ytaudio(psqxI5q5hU8)

05. Letting Go of God – Jill Sobule

ytaudio(SJKCofjjoJI)

06. A Rational Response – Greydon Square

ytaudio(d5R8kok_4d4)

07. LMAOIH – Mark Silverman

ytaudio(EXq_G-_EoAk)

08. Superstition – Stevie Wonder

ytaudio(2OJsYwLs7yE)

09. Take My Wife – Tim Minchin

ytaudio(iAP0fUVhtkw)

10. Dear God – XTC

ytaudio(hk41Gbjljfo)

11. Science Is Real – They Might Be Giants

ytaudio(ty33v7UYYbw)

12. God Thinks – Voltaire

ytaudio(HkXPyY9Wo_A)

13. Origin of Species – MC Frontalot

ytaudio(9Yrwzi3clPQ)

14. One – U2

ytaudio(ftjEcrrf7r0)

15. Keep Your Jesus Off My Penis –  Eric Schwartz

ytaudio(d5YrB7TpT1Y)

16. Monty Python’s Galaxy Song – Clint Black

ytaudio(oT7bAuOz8ao)

17. Outro (Storm) – Tim Minchin

ytaudio(ujUQn0HhGEk)

Merki: , , , , , , , , ,

Hetta var lagt út 15 oktober, 2010 klokkan 16:04 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

9 svar to “Gudloysingar eiga ongar sangir”

  1. Heri Joensen Says:

    Her er ein fínur listi á Wikipedia

    http://en.wikipedia.org/wiki/List_of_atheists_(music)

    Annars helt eg ikki at “One” hjá U2 kundi tulkast sum ein heiðin sangur. Eg helt hann var meira um persónligar trupulleikar manna millum.

    Hasin Tim Minchin er herligur 😀 “Fuck The Motherfucker!” 😀

    Annars kom eg í tankar um “Herod’s Song” eftir Andrew Lloyd Webber, úr sangleikinum Jesus Christ Superstar.

    http://www.youtube.com/watch?v=Z9ALiADrJro

  2. Heini Reinert Says:

    Heri, tú hevur fyri so vítt rætt. Eg eri rímuligani vísur í, at One handlar um okkurt heilt annað. Men EG kann ikki lata vera við at tulka hann uppá ein nokkso humanistiskan máta, tá teir syngja at vit bert hava eitt lív og at vit mugu bera hvørt annað.

    Um tær dámar pávasangin hjá Tim Minchin, so skuldi tú kanska eisini lurta eftir “Dear Benny” hjá Dan Bull. 🙂

    http://www.youtube.com/watch?v=OZkp41_0Ur8

  3. Heri Eystberg Says:

    Hesin sangur bleiv til stuttleika gjørdur um frá tekniskum, brutalum death metal til eina country versión, og hon riggar knasandi gott!

    http://www.youtube.com/watch?v=r8hVzhoo5tQ

  4. Heini Reinert Says:

    Stuttligt, men kanska eitt sindur FOR fornermandi? 😛 Nei, eg veit ikki.

  5. Heri Eystberg Says:

    For fornermandi? Tað er einki sum eitur so. Tað er eingin ivi um at hatta er humor, og um gudadyrkarar fáa ilt í reyvina av tí, so burdu tey kanska keypt sær eina buttplug at loysa upp.

  6. Heini Reinert Says:

    Ja, tú hevur rætt. Eg havi hervið broytt meining. Onki er for fornermandi. 🙂

  7. Heini Reinert Says:

    Her er annars ein annar genialur ein.

    http://www.youtube.com/watch?v=6hCQLEIWadk

    Um eg hevði vitað um handan áðrenn eg gjørdi listan, hevði hann verið við.

  8. Heri Eystberg Says:

    Hahaha – einki minnið enn genialt!

  9. Morey Says:

    Good point. I hadn’t thuoght about it quite that way. 🙂

Svara

Connect with Facebook

ERROR: si-captcha.php plugin: GD image support not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable GD image support for PHP.

ERROR: si-captcha.php plugin: imagepng function not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable imagepng for PHP.

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)