Kelduskúlin

Gudloysi hevur fyrr meldað út, at vit onki hava ímóti einum kristnum frískúla og at tað enntá kann vera positivt av tí at vit so fáa ein møguliga minni missionerandi fólkaskúla. Hetta haldi eg enn, men eg kann tó ikki lata vera við at viðmerkja sumt, sum var sagt í Refleksjón her fyri…

Fínt nokk. Hav ein frískúla, sum byggir á kristin virðir. Missionera sum tit vilja, so leingi tit ikki bróta nakra lóg. Men hvat er tað eg hoyri um at brúka bíbliuna sum grundarlag undir fakum sum til dømis lívfrøði? Jastrid kláraði nokkso væl at vera óklár í sínum svari til Heina í Skorini, men Heini tyktiskt ikki at ivast í at skúlin ætlar sær at brúka skapanarsøguna sum grundarlag í lívfrøðiundirvísing. Hetta er ikki í lagið.

Jastrid kann insistera so nógv hon vil at ongin er neutralur og tað er eisini í lagið. Hvat ikki er í lagið, er at lúgva fyri børnum um hvussu djórini blivu, sum tey blivu. Kann Jastrid ikki bara gera sum fólkaskúlin og ignorera menningarlæruna? Akkurát hví heldur hon tað er í lagið at lúgva fyri næmingunum um hvat sannleikin er, og at hesin sannleikin ikki samsvarar við eina bókstavatrúgva lesing av bíbliuni?

Sum Hans Andrias Sølvará tosaði um, so burdi fólkaskúlin upplýst børn um hvussu veruleikin er. Børn skulu hava vitan og ikki meiningar í vitanargrundaðum fakum. Tað er í ordan at vera ósamd um hvørt boðskapurin í einari skaldsøgu er hesin ella hasin, men tað er ikki í ordan at vera ósamd um hvussu nógvar gradir eru tilsamans í vinklunum í einum tríkanti. Fólkaskúlin eigur at undirvísa í etableraðari vitan uttan at sáa iva. Tá tað kemur til ting vit onki vita um, skal fólkaskúlin ikki ræðast at siga at vit ikki vita, men tað er ikki rætt at undirminera veruliga vitan bara tí eins heilaga bók sigur nakað annað.

Eg kann so frøðast um at Sjúrður Skaale hevur uppdagað hvussu absurd fólkaskúlalógin er, og vónandi vakna aðrir politikarar við honum, so at tað ikki longur verður loyvt hjá fólkaskúlum at missionera. Vónandi verður eisini gjørt heilt klárt at átrúnaður uppá ongan hátt hoyrir heima í vísindaligari undirvísing.

Vitan er eitt. Trúgv er eitt annað. Eg veit at nógvir kreationistar hava ilt við at skilja, at menningarlæran er vitan og um eg var órein, so skyldaði eg uppá ein vánaligan fólkaskúla. Sannleikin er tó helst tann, at tey hava verið útsett fyri indoktrinering í sínum samkomum. Bara keðiligt at fólkaskúlin ikki gav teimum nakra barlast at standa ímóti við.

Merki: , , , ,

Hetta var lagt út 2 oktober, 2010 klokkan 00:18 og er goymt undir bloggupostar, Miðlar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Eitt svar to “Kelduskúlin”

  1. Gudloysi » Blog Archive » Týdningurin av at børn lære um menning Says:

    […] viðkomandi nú um stundir tá kelduskúlin hevur meldað út at tey ætla at undirvísa mytologi í lívfrøðistímunum. […]

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)