Logiskar villininiðurstøður og skeptisisma

Líkasum eg eri ateistur, so eri eg eisini skeptikari. Mín ateisma, kann sikkurt enntá kallast ein avleiðing av skeptisismu. Tíðskil er skeptisisman fyri meg, kanska meira týdningarmikil enn ateisman. Eg haldi, tað generelt vera eitt gott hugskot, at man ikki letur seg villleiða av øllum møguligum fjákutum pástandum, men ístaðin hyggur skeptiskt at teimum og síðan avgerð hvørt teir eru verdir at brúka tíð uppá.
Eitt ótrúliga hent amboð tá ein skal verða kritiskur er, tað sum á enskum kallast “logical fallacies” ella logiskar villininiðurstøður á Føroyskum.

Villininiðurstøður eru ikki altíð so ringar at finna um man kennir til tær. Tú finnur tær lættliga í øllum miðlum sum t.d í lýsingum, tíðindum, lesarabrøvum o.s.f.. Serliga eru logiskar villininiðurstøður stuttligar at leggja til merkis, tá man kjakast við onkran.
Eg fari nú at ganga ein túr gjøgnum ymiskar logiskar villininiðurstøður.

Sweeping Generalization

Hetta er tá man algildar uttan at taka hædd fyri undantøk. Eg kann td. siga:
Kristin fólk dáma ikki ateistar”, ”Tú ert kristin, so tær dámar ikki ateistar”.
Ella
Djór eru ómoralsk”, ”Um vit eru djór, so eru vit ómoralsk”.
Hetta er ein “sweeping generalization”. Serliga politikarir elska at brúka slíkar algildingar og hendan villininiðurstøðan er rættuliga nemm at leggja til merkis.

Hasty Generalization

Hetta er tá man ger ov stórar algildingar útfrá t.d. persónligum royndum ella einari isoleraðari hending. “hasty generalization” er í familju við “sweeping generalization”. Eitt dømi er:
Gerhard Lognberg vil hava ein tunnil til Sandoy, so tað vilja øll hini í javnaðarflokkinum eisini”
Ella
Øll sum eg havi møtt eru religiøs, so eingin kann vera religión fyri uttan”.
Hendan villininiðurstøðan er so býtt og løtt at avdúka, so hon verður nokk ikki brúkt so ofta í einum kjakið. Eg fangi tó ofta meg sjálvan í at gera hendan feilin, so tað skal man ansa sær eftir um man vil varðveita sín intellektuella integritet.

Irrelevant Conclusion
Her dregur man okkurt irrelevant inn í eitt argument sum avleiðir uppmerksomheitina. Td.
Vit skulu trúgva uppá lív aftaná deyða, tí at tað er ein góður tanki.
Ella
Jenis heldur at homoseksualitetur er ómoralskur, tí má tað vera ómoralskt.
The Irrelevant conclusion villininiðurstøða er ikki altíð so lætt at leggja til merkis, so hana skal man eisini ansa væl eftir so man ikki verður fangaður av henni.

Begging the question
At konkludera okkurt útfrá premissum sum eru baseraði uppá konklusjónina, td.
Bíblian passar, tað veit eg tí at tað stendur í henni.
Hendan er stuttlig, tí hon bítur seg sjálva í halan. Ein begging the question villininiðurstøða kann vera ógvuliga týðilig líkasum omanfyristandandi dømi, men kann eisini vera sera diskret og tórfør at síggja.

Special pleading, ella ad-hoc reasoning
Hetta er eisini ofta ein rættuliga diskret villininiðurstøða. Her leggur man arbitrert nýggj elementir inn í eitt argument fyri at reparera argumentið.
Vit kunnu td. nevna óeydnaðar royndir at prógva ESP. (extrasensory perception). Man kann siga at ESP ongantíð er demonstrerað at rigga, tí er eingin grund at trúgva uppá tað. Fólk, ið royna at verja ESP, hava síðani arbitrert innskotið premissin, at ESP ikki riggar, tá skeptikarir eru til staðar. Hendan villininiðurstøða verður førd út til tað ekstrema, tá alsamt fleiri elementir í desperasjón verða løgd aftrat fyri at forklára væntandi prógv.

Og til seinast kemur kongurin av teimum øllum

Ad ignorantum, ella argument from ignorance

Tá man ger eitt argument from ignorance, tá sigur man at eitthvørt er satt, tí man ikki veit, at tað ikki er satt.
Vit kunnu aftur nevna fólk sum forsvara ESP. Tey hava ofta hug at yvirdríva tá tað kemur til hvussu lítið vit vita um menniskjaheilan. Tískil kann tað, eftir teirra meining, væl vera møguligt at heilin er førur fyri at senda signalir langt vekk.
Fólk sum trúgva uppá aliens eru eisini hervilig at fremja hesu villininiðurstøðu. Tá tey síggja eitt ljós ella objekt í luftini, og tey ikki vita hvat tað er – so má tað vera eitt rúmdarfar, ella tá tey finna eitt óforkláriligt sár á beininum, so má tað vera tí at tey hava verið kidnappaði av rúmdarverðum.
Intelligent design er næstan einans basera á hesu villininiðurstøðu. Kjarnu argumentið fyri i.d. er, at evolusjón kann enn ikki fult út forklára nakrir biologiskir strukturar. Tí má ein intelligentur designari hava skapt teir. Tá man ikki kennir forkláringina til eitthvørt, so merkir tað ikki, at man sleppur at uppfinna onkra tilfeldiga forkláring og marknaðarføra hana sum fakta, ella eina “alternativa teori”.

Hetta er als ikki ein fullkomin listi av villininiðurstøðum. Tað hevði verið meira passandi at skriva eina bók um hetta, enn at koyra tað í ein blog, men eg vildi ynskt at fólk hugsaðu meira um logiskar villininiðurstøður tá tey kjakaðust, ella bara tann dagliga dag.

Merki: , , , , , ,

Hetta var lagt út 18 oktober, 2010 klokkan 22:53 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

15 svar to “Logiskar villininiðurstøður og skeptisisma”

  1. Ása Says:

    So samd, so samd. Góður samandráttur av nøkrum av teimum vanligu. Tvær afturat, mær dámar eru argument baserað á autoritet. “Tað passar, tí mamma sigur tað” er púra burturvið um tað ikki er ein tilsipan til Stephen Fry. Tí alt, sum Stephen Fry sigur, passar – TÍ hann sigur tað 😛

    Og so tann við tí ikki-sanna (ella manglandi sanna) skotanum (Ongin sannur skoti). “Tey eru ikki verulig kristin, tí verulig kristin eru (innset eginleika)”. Grúvuliga lætt at sleppa undan kritikki av einum bólki (tjóð, religión, fótbóltsliði) við at siga, at kritiseraðu elementini ikki eru partur av bólkinum. “Hann er ikki sannur føroyingur, tí sannir føroyingar eta grind” osfr.

  2. Klæmint Vágadal Says:

    Jákup segði: “Intelligent design er næstan einans basera á hesu villininiðurstøðu. Kjarnu argumentið fyri i.d. er, at evolusjón kann enn ikki fult út forklára nakrir biologiskir strukturar. Tí má ein intelligentur designari hava skapt teir.”

    Eg skal ikki rætta uppá teg, tí eg veit ikki nóg mikið um ID fyri at gera tað, ei heldur er tað nakað eg leggji í at kenna. Men nakað, ið er guff fyri ID’arir, er Flagellum, sum er halin hjá ymsum cellum. Tað var – um eg havi forstaði tað rætt – torført at forklára hvussu alt hetta kundi vera ein avleiðin av menning, og tí bleiv tað nýtt sum argument fyri ID. Í dag hevur man Flagellum expertar, ið kenna hendan motor út í æsir, men tað vilja ID’arnir framvegis ikki góðtaka…Kalla tað argument from bigotry, um tú vil 😛

  3. Jákup Says:

    Í hesari blogguni fokuseraði eg uppá logiskar villininiðurstøður. Intelligent design er gott stoff til eina heilt seperata bloggu. Eg lat við vilja vera við at nevna dømir á “irreducible complexity”, tí at tey flesti dømini sum intelligent design fólk brúka, tey eru langtsíðani mótprógvaði (td. flagellan og eygað). Men um man zoomar út, og hyggur eftir argumentinum í síni heild, so passar tað, at vit hava ikki eina fulla evolusjonera forkláring uppá allar heimsins biologiskar strukturar enn.
    Trupulleikin hjá i.d. er, at sjálvt um vit ikki hava eina forkláring uppá alt, so merkir tað einki fyri intelligent design hypotesuna. hetta er eitt klárt argument from ignorance.

  4. Heini Reinert Says:

    Klæmint, “flagellum” próvførslan hjá ID-kreationistum er júst eitt dømi uppá “próvførslu frá óvitan,” sum Jákup eisini sigur. ID-kreationistar siga “vit vita ikki hvussu flagellum er uppstaðin, tí má har hava verið ein vitugur sniðgevi.”

    Sum tú sjálvur sigur, so hava vit nú flagellu-serfrøðingar, ið kunnu greiða okkum frá hvussu flagellan er uppstaðin gjøgnum náttúrligt úrval. Men sjálvt hvis vit onga ánilsi høvdu, so var próvførslan framvegis eitt skúladømi um villininiðurstøðini “próvførsla frá óvitan.”

    Rætta svarið til ID-kreationistar er ikki at fara inn í smálutir viðvíkjandi hvussu menningarlæran kortini kann loysa trupulleikanar. Rætta svarið er at siga “Í lagi meðni. Lat okkum lata sum um menningarlæran er følsk øll sum hon er. Prógva nú tín vituga sniðgeva. Go!”

    Tað kunnu teir sjálvandi ikki.

  5. calvin klein underwear Says:

    I enjoy you because of all of your labor on this web site. Debby really loves conducting investigations and it is easy to understand why. A number of us notice all concerning the dynamic form you give useful guides through the blog and in addition invigorate participation from visitors about this article so our favorite daughter is without a doubt discovering a lot of things. Enjoy the rest of the year. You’re performing a good job.

  6. golden goose sneakers Says:

    Thank you a lot for giving everyone an extremely marvellous possiblity to read in detail from this web site. It is usually very nice and as well , stuffed with a good time for me and my office fellow workers to search your website at the very least 3 times per week to read the fresh things you will have. And indeed, I am just always motivated concerning the powerful suggestions served by you. Some 2 tips in this post are surely the most impressive I’ve ever had.

  7. vapormax Says:

    I precisely wished to say thanks once more. I do not know what I might have handled in the absence of the actual hints contributed by you about that topic. This was an absolute intimidating case for me, however , viewing a new skilled approach you solved it took me to leap over fulfillment. I will be happier for your information and in addition wish you are aware of a great job that you are accomplishing teaching men and women using your web site. I’m certain you have never got to know any of us.

  8. adidas ultra boost Says:

    I enjoy you because of all of your effort on this web site. Debby enjoys carrying out investigations and it’s easy to see why. All of us know all relating to the compelling ways you create important tips and tricks through your web blog and invigorate response from visitors on this article plus our own daughter is really becoming educated a lot of things. Enjoy the rest of the new year. You’re the one carrying out a really great job.

  9. moncler jackets Says:

    My spouse and i have been quite contented when Emmanuel could deal with his basic research because of the ideas he obtained out of your web site. It is now and again perplexing just to choose to be giving away solutions which often men and women might have been selling. Therefore we know we need you to appreciate for that. The specific explanations you’ve made, the straightforward site menu, the relationships you help instill – it’s everything astounding, and it’s really leading our son in addition to the family consider that this topic is enjoyable, and that is seriously important. Thanks for the whole thing!

  10. lebron 15 shoes Says:

    I simply wished to thank you so much once more. I’m not certain what I could possibly have undertaken in the absence of the hints revealed by you on such a area of interest. It had been an absolute hard case in my position, nevertheless spending time with a skilled form you dealt with that took me to weep for gladness. I will be happy for the guidance as well as hope that you know what an amazing job you were getting into instructing the others through your site. Most probably you’ve never met any of us.

  11. coach outlet Says:

    I precisely wished to say thanks once more. I am not sure what I could possibly have taken care of in the absence of the entire hints revealed by you about such a subject matter. It seemed to be the frightful difficulty in my position, but discovering the skilled fashion you dealt with it made me to leap for happiness. I am just thankful for your work and even hope that you are aware of a great job that you’re getting into teaching people using a blog. I am certain you’ve never got to know any of us.

  12. data Says:

    mz ht

  13. coach outlet Says:

    I am also writing to let you know of the outstanding experience my wife’s child obtained visiting your webblog. She discovered many things, which included what it’s like to have an incredible coaching mood to make a number of people smoothly understand selected tricky subject matter. You actually surpassed readers’ desires. Thank you for distributing such effective, safe, edifying and easy tips about the topic to Mary.

  14. jordan 12 Says:

    I’m just commenting to let you know what a awesome experience our daughter developed studying yuor web blog. She discovered many things, most notably how it is like to possess an incredible giving mood to have most people easily have an understanding of selected hard to do subject areas. You undoubtedly surpassed her expected results. I appreciate you for presenting those great, trusted, revealing and also unique thoughts on that topic to Mary.

  15. nike lebron 16 Says:

    My spouse and i got now delighted John managed to round up his investigations from the precious recommendations he received using your blog. It’s not at all simplistic just to choose to be giving freely ideas that many people may have been trying to sell. And we all acknowledge we need you to give thanks to for that. The entire illustrations you have made, the straightforward site menu, the relationships you can make it easier to create – it is everything amazing, and it is assisting our son and our family reason why this concept is excellent, which is certainly really essential. Thanks for all the pieces!

Svara

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)