Ásatrúgv

Á Feysbukk síðuni hjá mær undir ‘religious views’ stendur ‘atheist’. Ein stavnur úr USA skrivaði á Feysbukk veggin hjá mær at spyrja júst hvat eg haldi um ásatrúgv og tílíkt. Eg segði sum er at eg havi als onga bókstaviliga trúgv, og at eg haldi at tey, ið í dag trúgva at Óðin er til eru eitt sindur fjákutari enn tey, ið halda at Jahve er til, tí í minsta lagi hava tey, ið hava hildi uppá at Jahve ikki er til verið avrættaði í fleiri hundrað ár.

Hjá fleiri fall hetta ikki í góða jørð. Onkur skrivaði enntá eisini at tey høvdu brent Týr fløgur og sletta Týr sang fílur av telduni hjá sær, bara tí tey funnu útav at undirritaði ikki trýr at Óðin er til. Onkur helt eisini at eg átti at lagt Tórshamaran frá mær. Eg gjørdi teimum greitt at eg umboði ikki teirra sjónarmið og at eg ætli mær at bera Tórshamaran bara fyri at vísa á at hann ikki endiliga umboðar yvirtrúgv.

Tá fólk byrja at brenna fløgur og bøkur lýsir ein reyð lampa í høvdinum hjá mær, og tað tykist mær eysæð at tey umboða eitt fanatiskt sjónarmið. Soleiðis gongur tá fólk lurta eftir tónleiki við teirra ideologi heldur enn við teirra tónleikaliga skili.

Og hvat kunna vit læra av hesum. Ørvitisknokkar finnast allastaðni. Í løtuni er ásatrúgv ikki nøkur stór hóttan, men tað orðalagið ein hoyrir frá teimum svakastu av teimum er ikki pettið betur enn tað frá kristnum ørvitisknokkum. Sovorið møsn sum “I have felt the prescense of the gods”. Ífylgi mínum royndum er hetta fólk, ið eru uppvaksin í einum kristnum umhvørvi og bara halda fram við tí sama tvætlinum innanfyri eina aðra trúgv.

Eg broytti síðani mína ‘religious view’ á Feysbukk til “poetic atheist”. Onkur spurdi hvat ólukkan tað merkir. Ístaðin fyri at greiða frá einari poetiskari áskoðan av tí norrønu gudalæruni, tí eg haldi ikki tað er serliga hjálpandi fyri kjakið um átrúnað í heild, broytti uppaftur einaferð til “I don’t believe there’s anything supernatural. I’m a rationalist.”

Spurningurin er so, fái eg hereftir frið til at útnytta ta norrønu gudalæruna fíggjarliga fyri tað hon er; ein stak undirhaldandi samling av fínum søgum frá einari tíð har moralurin var á einum støði, ið als ikki kann góðtakast í einum framkomnum samfelag í 2010? Eg rokni ikki við tí.

Merki: , , , , , , ,

Hetta var lagt út 8 november, 2010 klokkan 12:09 og er goymt undir bloggupostar, Uncategorized. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Eitt svar to “Ásatrúgv”

  1. Heini Reinert Says:

    Stuttur men greiður og ógvuliga áhugaverdur bloggupostur. Tú hevur fortalt um hasar ørvitisknokkarnar fyrr og tað hevur fasinera og undra meg hvørja ferð. Tað er mær so langt burturi í heimi at fara at brenna fløgir bara tí ein er ósamdur við forsangaranum, at eg slett ikki kann fyrihalda meg til tað. Eg lurti enn eftir DC Talk og POD viðhvørt. Eg hevði sikkurt hildið áfram at lurta eftir Insane Clown Posse eisini eftir níðligu avdúkingina at teirra skynsemi liggur á einum ógvuliga grunnum staði, um eg annars nakrantíð hevði lurta eftir teimum at byrja við. Eg kann í sama umgangi garantera at eg altíð fari at lurta eftir Týr sjálvt hvis tú missir skilið og blívir ásatrúgvandi. :)

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)