Guðs duldarfulla andlit
Read this in English
Endamál
Í hesum stílinum fari eg at próvføra fyri, at modala útgávan av kosmologisku próvførsluni fyri tilveru Guðs annaðhvørt ikki er haldgóð1 ella at hon ikki gevir trupulleikar fyri gudloysi.
Stutt um hugtakið ’Guð’
Eg gangi út frá, at vit við orðinum ’Guð’ meina eina tilvitaða veru, ið er ánari av klassisku aleginleikunum, t.e. alvitan, alvald, alnánd og alvælvild. Einhvør tilvitað vera, ið kann sigast at hava skapt heimin, hevði tó verið nóg mikið í hesum høpinum. Eg viðgangi gjarna, sum átrúnaðarligi viðmerkjarin, Alan Watts, sigur í einum fyrilestri, at ’framkomin kristin [...] hugsa útum myndir’ og ’ímynda sær ikki, at Guð er ein kosmiskur pápi við hvítum skeggi, ið situr á eini gyltaru trúnu yvir stjørnunum (Watts, 1996, s. 74).’
Nóg mikið er at siga, at um vit við ’Guð’ ikki so frægt sum vísa til ein persónligan skapara, men til okkurt enn meiri duldarfult, so havi eg einki stríðsmál uttan á einum týdningarleysum málsligum støði, og tá verður mín kritikkur settur úr gildi. Men so verður trupulleikin eisini settur úr gildi, síðani slíkt sofistarí bert er gudloysi undir øðrum navni.
Modala kosmologiska próvførslan
Eg fari at grunda mína greining leysliga á modalu kosmologisku próvførsluna, sum hon verður førd fram í bókini Arguing for Atheism (Le Poidevin, 1996, s. 8-9). Við hesum í huga fari eg at taka mær eitt sindur av frælsi sjálvur. Hetta frælsið er ætlað sum ein roynd at styrkja próvførsluna ímóti mínum kritikki og fer vónandi ikki at mistulka próvførsluna.
Kjarnuspurningurin í kosmologiskum próvførslum ljóðar soleiðis: ’hví er nakað til heldur enn onki?’ Modallogikkur2 er læran um staðfestingar viðvíkjandi møguleika og neyðugleika (Garson, 2009). At vit kunnu seta spurningin sýnist at hava við sær møguleikan, at als einki var til. Haðani leiðir tann sannroyndin, at lutir eru til, ið ikki gera sína egna tilveru neyðuga, okkum til ta niðurstøðu, at teirra tilvera krevur eina óhefta neyðuga frágreiðing. Við mínum egnu orðum:
1. Alt, hvørs tilvera kundi miseydnast, krevur eina frágreiðing fyri at vera til.
2. Bert lutir, ið hava neyðuga tilveru, eru sjálvsagdir
3. Tískil má ein upprunalig, neyðug frágreiðing finnast fyri hvønn einstakan treytaðan lut, ið er til.
4. (Eitt ískoyti, eg heldur vildi sloppið undan, av grundum, ið eg fari at greiða nærri frá) ’Alheimurin’ er ein slíkur lutur við treytaðari tilveru.
Hví hugtakið ’orsøk’ er óviðkomandi
Í endurgeving Le Poidevins av próvførsluni verður orðið ’orsøk’ brúkt javnliga. Hetta orðið er óneyðuga trupult, og tí havi eg valt at nýta orðið ’frágreiðing’ ístaðin. ’Orsøk’ ber í sær eina tíðartreytaða ketu av hendingum. Ongin grund er hjá okkum at halda, at skapanin, frá Guðs sjónarmiði, mátti henda í tíðini longst frá okkum. Har við ikki sagt, at Guð má vera uttan fyri tíð, tí eisini hetta er óneyðuga trupult. Guð nýtist bara ikki at vera staddur í byrjanini av okkara tíðarlinju.
Hugsa um hetta í samanburði við eina teldusimulatión. Tað er fult út gjørligt at forrita eina teldu til at telja, men at seta hana at byrja við t.d. 354 ístaðin fyri null. Frá forritarans sjónarmiði byrjaði simulatiónin eina ávísa tíð – ella kanska fleiri ymsar tíðir, um vit ímynda okkum endurtøku – á okkara tíðarlinju og byrjaði á 354 á tíðarlinjuni í simulatiónini. Men fyri ein ímyndaðan persón, ið býr inni í simulatiónini, byrjaði alt á null. Ella kanska fevnir tað aftureftir í tað óendaliga ígjøgnum negativu heiltølini.3
Alheimurin
Eg havi eisini roynt at sleppa undan at nevna hugtakið ’alheimur.’ Orðið sýnist mær at vera tikið fyri givið. Men mín fatan av orðinum hevði vavt kosmologisku próvførsluna upp í ein hurlivasa. Fyri mær merkir ’alheimur’ bara eitthvørt í ætt við ’bólkin av øllum, ið er til.’ Í hesum týdninginum hevði tað snøgt sagt verið sera fjákut at hildið fast við, at alheimsins tilvera krevur eina frágreiðing, eftir sum ’alheimurin’ ikki í sær sjálvum er ein lutur við tilveru, men bert eitt orð til at draga saman um úrvalið av øllum verandi lutum. Harafturat hevði tað ikki givið nakra meining at tosa um nakað, ið er til uttan fyri alt, sum er til. Eyðsæð noyðist eg at lata ivan koma tí gudstrúgvandi til góðar og staðfesta, at hon hevur eina heilt aðra skilmarkan enn eg.
Sum við orðinum ’orsøk’ hevði mær dámt at skift tað um við okkurt minni trupult – men hvat? Eg má viðganga, at eg veit mær ongi ráð. Allarhelst kundu vit skift orðið ’alheimur’ um við skilmarkanina ’alt, ið er evnisligt.’ Men so noyðast vit at svara líka trupla spurninginum um, hvat ’evnisligt’ í grundini merkir. Og um vit góðtaka, at allir einstakir ’evnisligir’ lutir eru treytaðir, kann tað so víðkast til, at eisini tað evnisliga sjálvt er treytað? Haraftrat tykist skilmarkanin at bíta seg sjálva í halan4 mótvegis tí evnissannførda, tí í hansara huga krevur sjálvt hugskotið um óevnisliga tilveru undangangandi grundgevingar. Fyri ikki at tala um, at tað leggur upp til ein trupulleika, ið minnir ikki sørt um sinnis-/likamstrupulleika dualismunnar5 (Robinson, 2008), við tað, at ógreitt er, hvussu nakað óevnisligt hevði kunnað veitt eina frágreiðing fyri evnisligari tilveru.
Eitt andlit til tað andlitsleysa
Vit kundu kanska vent aftur til spurningin um, hví nakað er til yvirhøvur. Men hetta hevði ikki gjørt tí gudstrúgvandi nakran beina, av tí at modala kosmologiska próvførslan er júst ein roynd at gera spurningin meininsgleysan. Um upprunaliga frágreiðingin fyri allari aðrari tilveru sjálv neyðugt er til, so hevði tað ikki verið ein møguleiki, at einki var til. Tað treytaða við tilveru mátti sostatt verið avmarkað og ikki galdandi fyri tilveru sum heild. Tosa vit so um ymiskar bólkingar av tilveru? Um so er, hvussu skilja vit so ímillum teir?
Tann gudstrúgvandi hevði framvegis kunnað hildið fast við, at alheimurin er treytaður. Eg hevði tá verið ógvuliga áhugaður í at læra, hvat hetta spennandi orðið merkir. Tó vildi eg sagt, at slíkt ongin trupulleiki er fyri gudloysingin. Gudloysi krevur ikki, at ein avnoktar tilveruna av øllum uttan alheiminum – sama, hvat vit annars leggja í orðið ’alheimur.’6
Niðurstøða
Um tann gudstrúgvandi kann ákalla sær neyðugleikan av tilveru, so kann gudloysingurin eisini. So leingi, sum hetta er alt, próvførslan prógvar, so kann gudloysingurin bara nokta at góðtaka eina persónsgerð av upprunaligu frágreiðingini. Próvførslan er møguliga haldgóð, men er hon so ikki ein próvførsla fyri ’Guði,’ sum hann er lýstur fyrr í stílinum.
Tann gudstrúgvandi hevði skylda okkum svar upp á, at ’Guð,’ sæddur serstakliga sum ein tilvitaður skapari, í roynd og veru er neyðugur. Men um tað hevði eydnast tí gudstrúgvandi at veita okkum eina slíka haldbara ontologiska próvførslu, so høvdu vit ongan tørv havt á kosmologiskum próvførslum.7
[
U]m vit við ’Guð’ meina bólkin av alisfrøðisligum lógum, ið stjórna alheiminum, so er tað givið, at ein slíkur Guð er til. Hesin Guðurin er ikki nøktandi kensluliga… tað gevir ikki nógva meining at biðja til atdráttarlógina (Sagan, Carl).
Orðalisti
| Begs the question | Bítur seg sjálvt í halan |
| Question begging | Halabítandi |
| Necessity | Neyðugleiki |
| Contingency | Treyt |
| Possibility | Møguleiki |
| Sound | Haldgóð |
| Valid | Gildig |
| Physical | Evnisligt |
| Physicalist | Evnissinnaður |
Tilvísingar
Endasitat:
Sitatið er í stóran mun sett í samband við Carl Sagan og endurgivið í nógvum bókum, men aldrin við eini rættari tilvísing. Tískil havi eg endurgivið sitatið vegna tess egna virði og uttan mun til ivasama trúvirðið. Ein møguligur uppruni til sitatið kann finnast í:
Sagan, Carl, Broca’s Brain: Reflections on the Romance of Science (Ballantine Books, 1993, CA, p. 330)
Bøkur:
Le Poidevin, Robin, Arguing for Atheism: An Introduction to the Philosophy of Religion (Routledge: New York, US, 1996)
Watts, Alan, Myth and Religion: The Edited Transcripts (Tuttle Publishing, US, 1996)
Heimasíður:
Garson, James, “Modal Logic”, The Stanford Encyclopedia of Philosophy (Spring 2009 Edition), Edward N. Zalta (ed.), forthcoming
Robinson, Howard, “Dualism”, The Stanford Encyclopedia of Philosophy (Fall 2008 Edition), Edward N. Zalta (ed.)
Fótnotir
[1] Ein próvførsla er gildig, um ein ikki kann góðtaka allar fortreytirnar uttan eisini at góðtaka niðurstøðuna. Ein haldgóð próvførsla er ein gildig próvførsla, ið eisini er so heppin at hava fortreytir, ið passa. Lættasti mátin at kanna, hvørt ein próvførsla er gildig, er at umskriva niðurstøðuna soleiðis, at hon sigur tað øvuta. Um avleiðingin er, at fortreytirnar og umvenda niðurstøðan ikki allar kunnu vera sannar samstundis uttan at mótsiga hvør øðrum, er próvførslan gildig.
[2] Í modallogikki er ein útsøgn bert neyðugt sonn, um tað ikki ber til fyri hana at vera følsk – t.d. útsøgnin ”allir gamlir dreingir eru ógiftir.” Ein útsøgn er bert møgulig, um hon ikki er neyðugt følsk (”summir gamlir dreingir eru giftir”). Og ein útsøgn er bert treytað, um hon hvørki er neyðugt sonn ella neyðugt følsk – t.e. møgulig, men ikki neyðugt sonn.
[3] Ein kanska lættari máti at hugsa um hetta uppá er skemtiátrúnaðurin ’Last Thursdayism,’ ið snýr seg um tann pástandin, at alheimurin varð skaptur hósdagin í farnu viku saman við følskum minnum um fortíð, ljósi, ið longu er á veg til okkum frá øðrum stjørnubreytum, hóast tað aldrin hevur verið har o.s.fr.
[4] Ein próvførsla, ið er halabítandi, er ein próvførsla, sum í sínum fortreytum, undirskilt ella beinleiðis, gongur út frá tí, sum hon roynir at prógva.
[5] Kartesisk dualisma stavar frá heimspekinginum, Descartes, og er stevnan, sum sigur, at sinnið og kroppurin eru sundurskild og sjálvstøðug evni. Tað torførasta at greiða frá í dualismani er, hvussu sinnið, ið ikki er nakrastaðni í rúmd, kann spæla ein leiklut í at ávirka rúmdartoygda kroppin.
[6] Materialisma – stevnan, ið sigur, at bert holdslig evni eru til – inniheldur sjálvandi gudloysi , men gudloysi – ið er vantandi trúgv upp á gudar – inniheldur ikki materialismu.
[7] Ontologiskar próvførslur fyri tilveru Guðs eru royndir at vísa annaðhvørt…
A. …at hugtakið ’Guð’ hevur íbygda tilveru, og um ein skilir hugtakið rætt, so má ein góðtaka, at Guð er til (nakað sum, tá ein skilir hugtakið ’gamal drongur’ rætt, so má ein eisini góðtaka, at gamlir dreingir eru ógiftir)
B. …ella at vísa, at Guðs frávera er ein andsøgn.
Í so máta er ontologisk próvførsla ein roynd at vísa, at Guðs tilvera er neyðug, men um hetta eydnaðist, hvat skuldu vit so brúkt onnur sløg av próvførslu til?
Merki: essay, filosofi, halabíting, heimspeki, Heini Reinert, kosmologisk próvførsla, logikkur, modallogikkur, ontologisk próvførsla, próvførsla, stílur

U]m vit við ’Guð’ meina bólkin av alisfrøðisligum lógum, ið stjórna alheiminum, so er tað givið, at ein slíkur Guð er til. Hesin Guðurin er ikki nøktandi kensluliga… tað gevir ikki nógva meining at biðja til atdráttarlógina (Sagan, Carl).




januar 7th, 2011 at 17:35
[...] Tey heimspekiligt áhugaðu av okkum gera, men sjálvandi eru allir gudloysingar ikki áhugaðir í slíkum. Heini kom eitt sindur inn á ontologisku próvførsluna í Guðs duldarfulla andlit. [...]