Kurt Westergaard

Nú tað kom fram herfyri at Kurt Westergaard møguliga ætlar sær til Føroya hevur hann sum skilts verið havdur á lofti í fjølmiðlunum. Og oftari enn ikki verur sagt at Harra Westergaard var atvoldin til diplomatisku kreppuna hjá Danmark í februar 2006, ið stóðst av Muhammed tekningunum. At seta tað upp soleiðis er øgiliga misvísandi, og eg vil nú vísa á hvussu tað hongur saman.

Fríggjadagin tann 30. sept. 2005 lat Jyllandsposten 12 tekningar av Muhammed prenta fyri at kasta ljós á óttan fyri at finnast at islam. Hetta, minnist meg rætt, kom í kjalavørrinum á at ein upplýsandi barnabók um islam, ætlað donskum skúlabørnum, skuldi skrivast og sjálvandi eisini teknast. Tá gjørdist greitt at eingir teknarar bjóðaðu til at tekna Muhammed av ótta fyri víðgongdum muslimum, og hetta helt Jyllandsposten at var eitt hóskandi at tríva í.

Danskir imamar, ið kendu seg vera fyri mismuni sum muslimar, skrivaðu til muslimsk lond, ið hava sendistovu í Keypmannahavn. Mikudagin tann 19. okt. 2005 sendu 11 muslimskir sendiharrar í Danmark eitt felags skriv til táverandi danska forsætisráðharran Anders Fogh Rasmussen har teir søgdu at teir vildu fegnir hava eitt prát við hann um tað, ið teir nevndu ta almennu herferðina ímóti islam í Danmark.

Forsætisráðharrin vildi ikki hitta teir, og gav ta grundgeving at: “Talufrælsi hevur breiðar ræsur og danska stjórnin hevur onga ávirkan á fjølmiðlarnar. Men donsk lóg forbjóðar gudsspottandi og mannamunsgerandi útsøgnum og gerðum. Tey, ið kenna seg vera fyri mismuni kunna stevna og rætturin tekur avgerð í teimum einstaku førunum.”

Tann 27. okt. meldaðu fleiri danskir muslimskir felagskapir Jyllandsposten fyri brot á grein 140 og 266b í tí donsku revsilógini. Grein 140 forbjóðar látursgerð ella niðurgerðing av tilbidnum grundreglum hjá øllum lógligum trúarbólkum. Bert einaferð er revsing staðin av hesari reglu og tað var ímóti einum anti semitiskum bólki í 1938. Grein 266b forbjóðar niðurgerð, látursgerð ella hóttan ímóti persónum.

Tveir imamar, Ahmad Abu Laban og Ahmed Akkari, ið høvdu uppihaldsloyvi í Danmark, og ikki vóru nøgdir við gongdina í málinum, samlaðu tekningarnar í eina mappu uppá góðar 40 síður, ið teir nevndu: “Skjalasavn um bardagan ímóti profetinum Muhammed, friður verið við honum”. Mappan innihelt skjøl har musmimskir felagskapir greiddu frá gongdini í málinum, og teir løgdu eisini danir undir at fara serliga illa við muslimum og søgdu Jyllandsposten vera stýrdan av donsku stjørnini. Teir søgdu eisini at Weekendavisen hevði prenta tekningar, ið vóru uppaftur meira skelkandi. Hóttanarbrøv og myndir, ið teir søgdu vóru send til muslimar í Danmark vóru eisini løgd við. Afturat løgdu teir eisini myndir, ið einki høvdu við Jyllandsposten, ella Danmark, at gerða, og tað vóru myndir, ið klárt høvdu til endamáls at øsa muslimar. Til dømis var ein mynd av einum manni ílatin grísaoyru og grísanøs, sær mest út sum barnaundirhald, men hon var frá einari franskari grísaýl kapping (trúgv tí hvørt trúgva vil) og undir høvdu Akkari og Laban sett tekstin “Here is the real image of Muhammed”, og tað skuldi skiljast at vera skrivaður av Jyllandsposten upprunaliga.

Tann 6. des. var toppfundur í OIC (Organization of the Islamic Conference). Hjástødd vóru leiðarar í fleiri muslimskum londum, og har var mappan deild út. Endin var at eitt alment rundskriv varð sent har OIC kravdi at ST setti í verk altjóða revsibann ímóti Danmark.

Tann 6. jan. 2006 fríðkendi danski rætturin Jyllandsposten í øllum ákærum frá teimum donsku muslimsku felagskapunum.

Í februar 2006 var allur tann ófriðurin, har danskar sendistovur, millum annað í Sýria, Libanon og Iran, vóru brendar, sløk 300 fólk doyðu og góð 800 fingu skaða í sambandi við allan ófriðin í harav stóðst.

Um ein hyggur á wikipedia síðuna um Muhammed sær ein beinanvegin at muhammed hevur verið avmyndaður av islamskum listamonnum í minst 1000 ár, so tað ein ofta hoyrir frá muslimum, at øll skulu doyggja, ið tekna Muhammed er nakað tvætl. Og til teir muslimar, ið kenna seg stoyttar av tekningunum vil eg bara siga, vælkomin til eitt land við talufrælsi. Um tykkum ikki dámar tað kunna tit hóskandi flyta til Iran.

Ahmad Abu Laban doyði 60 ára gamal tann 1. feb. 2007 av lungnakrabba. Ahmed Akkari, føddur í 1978, er enn á lívi, búsitandi í Danmark. Hann er talsmaður fyri Evropsku Nevndina fyri Profet Heiðran, ið hevur sæti í Danmark.

Eg vil meina at teir hava nógv størri ábyrgd í málinum enn Kurt Westergaard.

Merki: , , , , , ,

Hetta var lagt út 8 desember, 2010 klokkan 21:05 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Eitt svar to “Kurt Westergaard”

  1. Heini Reinert Says:

    Sera væl skrivað og eg eri púra samdur við tær. Tað er ógvuliga undrunarsamt hvussu ofta ábyrgdin fyri tað sum hendi verður løgd á herarnar hjá offrunum. Eisini tá eg teknaði Muhammed fyri at stuðla Parker og Stone, tá teir høvdu fingið deyðshóttanir, varð eg kritiseraður, sum um tað at tekna eina tekning var eitt stórri brotsverk enn at hótta onkran á lívið. Tað er altso ikki nakað brotsverk at kritisera fólk fyri deyðshóttanir, morð og sensur – tvørturímóti er tað eitt brotsverk at lata standa til. Serstakliga um man – sum summir ørvitisknokkar vilja hava tað – letir standa til bara tí at muslimar skulu ótalað hava loyvi at gera slíkt sum restin av okkum ikki hava loyvi til bara tí teir eru muslimar.

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)