Skeptisisma?

Í dag broytti eg mína Facebook vangamynd til eina reyða sløjfu í sympati við AIDS sjúklingar og avvarandi. Tað plagi eg at gera, tí eg haldi HIV er ein ófantaligur virussur, at hann skal vera so ringur at drepa, og fer so illa við fólki.

Tí frøddi tað meg eisini at hoyra, at pávin í Róm hevði funnið útav, at hítir kanska eru smartar viðhvørt, og tí ikki longur bannar øllum brúki av hítum. Hetta hóast hann enn heldur vit skulu hava so nógv børn sum gjørligt, og at vit synda forferdiligt um vit mogga, uttan at hava børn í kvittanum (høhø).

Flestu fólk eg eri vinur við á Facebook, vita at eg eri gudloysingur, lívfrøðingur og skeptikari, so flest teirra royna ikki at yvirbevísa meg um ymiskt yvirnáttúrligt ella gand osfr. Tí var eg eitt sindur hálvskelkað at fáa eini boð frá einum Facebook vini, sum eg møtti á bólkinum hjá Flúgvandi Spagetti Monstrinum (ateistar og vísindasinnað fólk, heila bundtið), um hvørt hann kundi útfordra mínar holdningar um AIDS. Hann segði, at hann visti eg var líka skeptiskt annløgd sum hann, og at hann tí helt eg fór at halda tað vera áhugavert, sum hann hevði at siga. Tað hann visti um AIDS var nevniliga, at tað bara er ein spurningur um at hava góða immunverju. Hann helt at sjúkur so sum AIDS, krabbamein og forkølilsi ongin trupulleiki vóru, um vit bara ótu nóg sunt og ikki misbrúktu rúsevni.

Hetta, sum í mínum høvdi er øgiliga langt úti, fekk meg at hugsa um hvat vit leggja í skeptisismu. Fyri meg handlar tað um at ikki bara trúgva onkrum, tí at onkur sigur tað, men at skilja tað. Eg havi til dømis ongi prógv fyri at virussar fungera, sum teir gera, tí eg granski ikki í virussum. Hinvegin hava tey, sum granska virussar, skrivað bøkur, har tey greiða frá hvussu tað heila hongur saman og onnur fólk hava eftirkannað tað við egnum royndum. Tí havi eg álit á, at tey vita hvat tey snakka um. Út frá frágreiðingunum kann eg so fáa eitt ávíst innlit í hvussu virussar fungera, og tí siga við nokkso stórari vissu, at ikki allir kunnu yvirvinnast við einum vanligum immunsystemi. Tó skal sigast, at fólk í Afrika eru funnin, sum eru immun yvir fyri HIV – ikki tí tey ótu sunt, men tí tey hava eina mutatión, sum ger at tey blíva immun.

Fyri summi er skeptisisma opinbart, bara at vera mótstøðufólk, av tí alment viðtikna. Fólk, sum ganga uppí konspiratiónsteoriir hugsa eisini um seg sjálvi sum skeptikarar. Tað eru tey kanska eisini, men eg haldi mann noyðist at viga prógvini upp ímóti hvørjum øðrum og taka eina fornuftiga avgerð, um hvat er best at vera skeptiskur um. Er tað smart at vera skeptiskur yvir fyri tingum, sum vísindin (og so ikki minst læknavísindin, sum eigur lívið í nógvum av okkum) er komin fram til, ella tí sum mótstøðufólkini siga? Hvat fyri argument hava mótstøðufólkini? Í AIDS døminum er stórsti kritikkurin av AIDS medisini, at “Big Pharma” (tey, sum gera medisin) vilja tjena nógvar pengar uppá medisinið, og tí lúgva um at tað riggar. Hetta er altso ikki eitt argument fyri at appelsinir rigga ístaðin, men tað sær “conspiracy theory” skeptikarin ikki. Hann vil hava okkum at halda, at AIDS medisin ikki riggar, tí “Big pharma” eru órein. Argumentir fyri hansara alternativi eru ikki neyðug.

9/11 skeptikarar vilja eisini hava okkum at trúgva uppá at tað heila var eitt “inside job” hjá amerikonsku stjórnini, tí hon er ónd. Tey hava eina rúgvu av meira ella minni yvirbevísandi “prógvi” fyri at tað ikki hendi, sum offisiella frágreiðingin sigur, men grundleggjandi handlar øll hypotesan sum hon er, um at amerikanska stjórnin er korrupt og órein. Hetta er ikki í sær sjálvum prógv fyri at “Bush plantaði bumbuna”, men tað gloymir 9/11 skeptikarin.

Eg haldi tað er sunt og gott at fólk eru skeptisk viðvíkjandi tí, sum er “alment góðtikið”. Tað kann jú saktans vera, at fjøldin tekur feil. Eg haldi til dømis at fjøldin tekur feil vv gudum. Hinvegin er tað ikki rós vert at bara vera skeptiskur og ímóti øllum bara fyri at vera tað. Ei heldur gevur tað meining at vera skeptiskur av ideologiskum ávum. Hetta er líka ringt, sum tá tey trúgvandi halda, tað er rós vert, at trúgva uttan at vita. Um har er ivi um hvat passar, so er vert at eftirkanna tað gjølla og hoyra báar síður. Trupulleikin er, at skeptikarar av AIDS skeptikara slagnum (og teimum, sum eru ímóti koppseting) ikki lurta eftir báum síðum. Tey lurta bara eftir minni populeru síðuni tí tey halda seg vita hvat populera síðan sigur. Hetta er tó ikki so, tí um tey veruliga kendu til hvat læknavísindin sigur, so hvødu tey ikki hildið, at børn blíva autistisk av koppseting ella at AIDS líðandi kunnu blíva frísk av at eta appelsinir.

Tað undrar meg at tað er blivið so ógemeina populert at vera skeptiskur, at mann nú er fyrilitarleyst skeptiskur. Um tað veruliga er so, at HIV kann drepast av einum sunnum immunsystemi, so er tað neyðugt at onkur prógvar hetta. Men hví vera skeptiskur yvir fyri vanligari virus teori, tá onki er, sum bendir á at hon ikki lýsir veruleikan rættuliga neyvt? Og hví ganga runt og halda at appelsinir rigga, tá onki er, sum bendir á, at tær kunnu lekja AIDS? Er tað ikki bara at vera góðtrúgvin heldur enn tortrúgvin?

Við samkenslu til øll, ið eru smittað við HIV.

Ása

PS. Áðrenn øll tit, ið halda at okkurt lusk var í 9/11, loypa á meg, so vil eg fegin viðganga at eg generaliseraði, og at summir 9/11 skeptikarar eru verri enn aðrir 😉

Merki: , , ,

Hetta var lagt út 1 desember, 2010 klokkan 18:22 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

3 svar to “Skeptisisma?”

  1. Eyðbjørn Says:

    Sera væl frágingin blogga. Eg kundi annars gott funnið uppá at biðja orsaka fyri bæði Hitler og Stalin – um pávin orsakaði fyri allar hasar smádrongirnir og hansara opinbart fyrrverandi áskoðan á hítir.

  2. Limbo Says:

    Sera væl skriva! 🙂

  3. Heri Joensen Says:

    Sera væl skrivaður bloggur.

    Annars finst ein ílegubroyting í Evropa, ið 5 – 14 % av fólkinum hava, ið ger okkum lutvís mótstøðufør ímóti HIV.

    http://en.wikipedia.org/wiki/CCR5

Svara

Connect with Facebook

ERROR: si-captcha.php plugin: GD image support not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable GD image support for PHP.

ERROR: si-captcha.php plugin: imagepng function not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable imagepng for PHP.

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)