Barnamisnýtsla

Í Fregnatænastan 03.08.2010 skrivar Elin Henriksen at enda í eini grein m.a. soleiðis:

“Við tí lesiætlan og teimum lærubókum, sum fólkaskúlin hevur, ber snøgt sagt ikki til at hava næmingalagaða undirvísing við teimum næmingum, sum ikki vikast frá tí sjónarmiði, at jørðin er 6000 ára gomul og varð skapað eftir 6 døgum. Men hesir næmingar hava eins væl og aðrir rætt til at fáa eina nøktandi undirvísing, ikki so?

Tí er alneyðugt, at vit fáa átrúnaðarligar frískúlar, so at hesir næmingar kunnu verða undirvístir av lærarum, sum teir og foreldur teirra hava álit á, so teir harvið kunnu fáa fulla nyttu av síni skúlagongd.”

Elin argumenterar fyri at tað ikki er rætt at undirvísa í ávísum vísindagreinum, tí børnini heimanifrá hava fingið vitan, sum er í andsøgn við almena vitan innan hesar vísindagreinar. Tí skulu børnini sleppa í skúlar, har tey ikki blíva útsett fyri hesi vitan, fyri at tey skulu fáa “fulla nyttu” av síni skúlagongd.

Lat okkum fyrst hyggja eftir hesi andsøgn. Elin upplýsir sjálv, at hendan andsøgn umfatar allar lærugreinar, sum innihalda úrslit sum ganga afturum tey 6000 árini. “Tað vil siga lívfrøðin, jarðfrøðin, alisfrøðin, evnafrøðin, stjørnufrøðin o.s.fr.”. Alt sum er eldri enn 6000 ár verður avnoktað.

Andsøgnin stendst av eini bókstaviligari lesing av bíbliuni, har tað kann roknast út, at jørðin er ca. 6000 ár gomul. Trýr tú hesum, kann tað jú ikki passa, at dinosaurar vóru til inntil fyri ca. 60 milliónum árum síðan, tí tá var universið og harvið Jørðin ikki til. Tað er jú milt sagt eitt problem, tá tú upplýsir ein aldur á jørðini fyri tínum børnum, sum er ca. 750.000 ferðir minni, enn tann aldurin allarflestu vísindafólk í heiminum eru samd um er okkara besta boð.

Lat okkum nú ímynda okkum ein púra vanligan Hanus ella Janus sum fer í skúla mánamorgun, og pástendur eitt ella annað, sum er tað reina volapyk. Náttúrliga reaktiónin hjá læraranum er sjálvandi at rætta næmingin, og fortelja honum hvat sannleikin ella veruleikin ella okkara besta boð er. Men tað sigur Elin Henriksen at man ikki skal gera, tá tað snýr seg um religiøsar feilir. Heldur skulu vit upprætta skúlar, sum skulu undirvísa í eini aðrari útgávu av veruleikanum. Eini útgávu sum í veruleikanum onki hevur við veruleikan at gera.

Hetta er so ófatiliga býtt argumenterað, at tað skríggjar eftir átalu!

Sjálvandi skulu vit ikki loyva foreldrum ella samkomum ella øðrum at lúgva fyri sínum børnum, og harvið gera óbøtiligan skaða á tey og teirra møguleika at taka lut í einum heimi, sum ikki samsvarar við teirra “vitan”. Heldur skal argumenterast beint øvugt, at børn sum hava eina so avskeplaða uppfatan av veruleikanum, skulu tvingast at møta upp, og móttaka frálæru um, hvussu heimurin í veruleikanum hongur saman.

Vit kunnu sjálvandi ikki ganga uppá kompromis við framtíðini hjá okkara ungdómi. At vitan, sum er úrslitið av fleiri hundrað ára arbeiði, av okkara framstu heilum, skal víkja fyri eini tilvildarligari samling av tekstum, skrivað av m.a. seyðahirðum fyri 1500-3000 árum síðan, og tulkað og tillagað til ókenniligheit, hoyrur ongastaðni heima!

Við í hesi argumentatión hoyrur sjálvandi eisini kjakið um hvørt tað er rætt at blanda religión og vísund saman. Mín meining er, at um vit endiliga eru tvingaði at góðtaka religiøsa indoktrinering í almenna fólkaskúlanum, so skal hon haldast langt vekk frá tí hon onki hevur við at gera, nevniliga vísind. Fakini eru atskild av eini orsøk, og fakið kristni blívur ikki kallað vísind av eini orsøk: tað hevur onki við vísund at gera, og sigur tískil onki um vísund.

Tað Elin argumenterar fyri her er rætt og slætt misnýtsla av okkara ungu. Við at lúgva fyri teimum, svíkja vit okkara skyldu yvirfyri teimum. Vit hava eina skyldu at forða fyri at hetta hendur. Vit máa ikki loyva fleiri av hesum religiøsu frískúlunum, og í tann mun vit longu hava teir, máa vit arbeiða fram ímóti at fáa teir avskaffaðar. Málið má eisini at fáa missionerandi religión út úr øllun almennum virksemi, harímillum skúlunum. Komparativ religión kann passandi fáa ein tíma um vikuna á skemanum.

Merki: , , , , ,

Hetta var lagt út 12 januar, 2011 klokkan 21:39 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

10 svar to “Barnamisnýtsla”

  1. Sjúrður Says:

    Heyhey, eg vildi gjarna sæð uppruna greinina. Nakar møguleiki at fáa hana uploada? Hvat er fregnartænastan anyway? Havi roynt at googla tað.

  2. Limbo Says:

    Flott grein!

    Akkurát lisið greinina hjá Elin, sum er at finna her: http://www.sprotin.fo/?sida=fregnatanastan&grein=35 … Hon er eitt sindur løgin.

    Eg eri við uppá alt, inntil tey síðstu reglubrotini. Hon kemur til totalt skeiva konklusión, sum tú eisini sigur.

    Sær út til at hon er einig í, at verðin er nógv eldri enn 6.000 ár. Men hon heldur so, at næmingar sum ikki vilja góðtaka tað, teir kunnu bara fáa onnur fakta, sum teir kunnu góðtaka.

    Nei tú, ‘facts are stubborn things’. Man kann ikki undirvísa í alternativum fakta.

    Skúlin má undirvísa í tí sum passar. Tað kann ikki verða til diskussión. So mugu vit ordna hin trupuleikan uppá onkran annan máta.

  3. Sjúrður Says:

    aah, takk fyri 😉

  4. Heini Reinert Says:

    Er tað bert eg, sum hevði trupulleikar við at skilja hendan setningin?

    “Við tí lesiætlan og teimum lærubókum, sum fólkaskúlin hevur, ber snøgt sagt ikki til at hava næmingalagaða undirvísing við teimum næmingum, sum ikki vikast frá tí sjónarmiði, at jørðin er 6000 ára gomul og varð skapað eftir 6 døgum.”

    Eg trúði fyrst har stóð, at tað bert bar til at laga undirvísingina eftir teimum 6000 árunum. Altso at tað ikki ber til at undirvísa vísundaliga skilsomum næmingum. Men eg skilti so at næmingarnir ikki vikaðust heldur enn at undirvísingin ikki vikast. Men skuldi annars trúð eg dugdi at skiklja kludrutar setningar eftirhondini. Huff…

  5. Eyðun Says:

    Púra samdir! Vit kunnu sjálvandi ikki avnoktað vísindina og fara so lætt um sannleikan. Missionerandi kristindómur hoyrir bara heima í eini samkomu, har fólk praktisera sítt trúðarfrælsi. Av øllum støðum hoyrir hann ikki heima í skúlanum, tvørtur ímóti. Skaðin av teim kodum, sum vit fáa penslað inn í heilan sum børn, er ikki smávegis. Vit síggja hvussu torført vaksin og fræls menniskju hava við at dekoda heilan fyri barnalærdómin. Hann hongur við sum eitt myrkt skýggj í sinninum, og soleiðis liva milliónir menniskju í óupplýstum køvandi myrkri, vegna eina katastrofala kodu frá barndóminum. Spurningurin er, hvørja leiðreglu vit skulu hava fyri privatum skúlum. Mær dámar væl nýskapan og initiativ. Fólkaskúlin trongir til inspiratión frá innovativum frískúlum. Hvar seta vit fakligu og námsfrøðisligu markini fyri privat skúlum? Ein delikat balansa millum frælsi at velja – og alment kontrol.

  6. Aud Says:

    Eg eri freista til at vísa til eina gamla grein hjá A.G. Djurhuus hví bíblian ikki er barnalestur. Um ein lesur úr gamla testamenti so kemur ein skjótt fram á nógv sum ikki verdur sagt hart onnur stød í samfelagnum og ikki er fyri sartar sálir men so hava tey gjørt bíbliuna barnavinarliga, men um tú umskrivar Guds ord so er tad ikki longur Guds ord ergo tad blívur til blasfemi!

  7. Ása Says:

    Finst greinin hjá Guttormi tøk á netinum nakrastaðni? Hevði ikki verið so galið at sloppið at endurgivið hana her :)

  8. Aud Says:

    Nei hon er ikki á netinum men hon er at finna á bókasavninum.
    Annars so havi eg eitt kopi av henni og nógvum ødrum í FO sum tit kunnu fáa loyvi til at nyta.

  9. Ása Says:

    Ljóðar fantastiskt! Eg skal senda tær eini p-boð/teldupost, so vit kunnu finna útav hvat og hvussu.

    Eg royndi at finna síðstu bókina, tá eg var heima á jólum, men hon var ikki í Rit og Rák, so vítt sum eg dugdi at síggja. Ætli mær at leggja hana av til tá eg komi heim aftur næstu ferð :)

  10. Aud Says:

    tad finna vit út av.
    Bókin er altíd væl goymd, eg veit ikki hví hon ikki sleppur at vera sjónlig so man skal spyrja eftir henni, hon eitur annars Parkinsonslógin.

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)