Matematiskt prógv fyri at Gudloysi er best

Onkur deildi hesa sjónfílina við meg á Facebook.

YouTube Preview Image

Í stuttum hava onkrir kristilingar tilskriva øllum bókstavum í enska alfabetinum tølini 1 til 26. Harvið hava teir prógvað “matematiskt” at um tú leggur talvirðini á stavunum í orðunum hardwork, knowledge og attitude saman, so fært tú 98, 96 og 100 prosent. (Nei, eg veit heldur ikki hvar prosentini komu frá, men tað er eitt matematiskt prógv, so eg má ganga út frá at teir vita hvat teir gera.)

Men, og nú vænti eg tit fara at venda um við brestin, “love of God” gevir tær 101 prosent! So um tú vilt geva títt ítasta, meir enn tú megnar, so mást tú trúgva uppá Guð.

Men hinvegin um tú vilt heilt upp á 112%, so mást tú melda teg inn í Gudloysi.

G+u+d+l+o+y+s+i

ella

7+21+12+15+25+19+9 = 112

Tað má jú passa. Tað er jú støddfrøði, ikki so?

Merki: , ,

Hetta var lagt út 28 januar, 2011 klokkan 15:41 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)