Var Jesus ein veruligur persónur?

Setur tú henda spurning til ein trúgvandi, so er ongin ivi um, hvat svar tú fært: sjálvandi var Jesus ein veruligur persónur, sum gekk á jørðini fyri 2000 árum síðan og gjørdi alskyns undur. Hetta má tann trúgvandi halda, tí uttan ein veruligan Jesus so gevur trúgvin ikki nakra meining. Trupulleikin við trúgv er bara tann, at hon krevur ikki nakað prógv, og setur tú omanfyri standandi spurning til ein persón, sum krevur haldgóð prógv fyri ein pástand, so vil svarið allarhelst gerast eitt annað.

Veruleikin er tann, at tað finnast nærum onki søgulig prógv fyri einum persóni sum tí kristna Jesus.

Tað týðningarmesta við góðum søguligum prógvum er, at tey eru samtíðarheimildir. Tekstir, standamyndir ella hvat tað nú er skulu helst stava frá somu tíð, sum tað tey fortelja um. Tað økir munandi um trúvirði á eini søguligari keldu, at hendan kelda í tíð og stað er so nær sum gjørligt at teimum viðurskiftum hon lýsir. Eitt annað, sum økir um trúvirði er, at keldan er óheft. Ein óheft kelda roynur ikki at selja nakran ávísan boðskap, men fortelur tingini sum tey eru. Søgan er øguliga ofta søgan hjá sigursharrunum, og tað er ikki altíð vist at hendan søga hevur so stórt virði tá tað kemur til at fortelja søguna soleiðis sum hon reint faktiskt hendi.

Bíblian sum kelda

Trupulleikin við at nýta bíbliuna sum søguliga keldu er, at hon als ikki er óheft. Hon hevur eitt klárt endamál, sum er at selja eina ávísa søgu. Tað svarar eitt sindur til stevnuskánnar hjá politiskum flokkum, sum hvør í sínum lag fortelja um tær herligheitir sum júst hesin flokkur stendur fyri, men í veruleikanum ikki siga tað heilt stóra, tí teirra aðalmál er at selja ein ávísan boðskap, sum veljarin vónandi keypir til næsta val. Fyri veljaran kann vera trupult at taka dagar ímillum hvør stevnuskrá hevur størst trúvirði, og á sama hátt kann tað vera trupult fyri tað einstaka menniskja at velja ímillum, hvørjar heilagar søgur eru mest eftirfarandi. At mann, sum menniskja, er føddur inn í ein átrúnað ella eina politiska sannføring hjálpur kanska tí einstaka at velja, men hyggur ein púra óheft upp á tað, so er tað onki við orðunum sjálvum sum talar fyri hvørki stevnuskráum ella heilagum tekstum.

Teir tekstir vit finna í Nýggja Testamenti eru heldur ikki samtíðarheimildir. Tey elstu handritini í Nýggja Testamenti eru brøvini hjá Paulus. Hesi brøv vóru skrivað 20 ár eftir deyða Jesu, og eru ein roynd hjá Paulus at boða Gleðiboðskapin út til ymisk kirkjulið. Tað áhugaverda við brøvunum hjá Paulus er, at tey nevna onki um tann søguliga Jesus. Tey nevna nógv um tann andaliga Jesus, men onki verður nevnt um øll tey undur Jesus gjørdi ella allar tær góðu gerðir Jesus framdi. Tey orð Jesus talaði verða heldur ikki nevnd. Fjallaprædikan verður ikki nevnd við einum orði av Paulusi. Tað vildi verið upplagt hjá einum frammstandandi trúboðara 20 ár eftir Jesus deyða, at nevnt hesi viðurskifti, um tey veruliga vóru hend. Kann tað hugsast, at orsøkin til at Paulus onki kendi til hesi viðurskifti var tann, at søgan um Jesus var nakað sum bleiv skrivað aftaná at Paulus var deyður?

Tað eru fyrst og fremst tey fýra evangeliini sum fortelja søguna um Jesus. Hesi fýra vórðu vald út tí tey fortelja nøkunlunda somu søguna um Jesus. At tey fortelja somu søgu er ikki so løgið tá mann hugsar um, at út av teimum 666 versum í Markus, so verða tey 600 endurtikin í Matteus. Markus verður mett at vera tað elsta evangelii og tað er klárt at tann ella tey sum skrivaðu Matteus hava verið dugnalig til at endurtaka tað, sum Markus hevði skrivað. Nú var tað neyvan nakar Markus sum skrivaði hetta evangeliium. Hvør rithøvundurin er fæst ikki at vita nakrastaðni í sjálvum tekstinum, og í tí tíðini var vanligt at seta okkurt stórt navn sum rithøvunda til eitt verk, sum mann ynskti skuldi takast í álvara. Tú hevði neyvan komi langt við einum evangelii sum bar heitið ”Evangelii eftir Emil” tí so høvdu fólk spurt ”hvør er Emil?”. Týðningarmikið at velja rætta navni, og tað er ikki av tilvild, at tey nøvn sum blivu vald, kundu setast í samband við lærusveinar Jesusar á ein ella annan hátt. At hetta var vanligt tá í tíðini sæst eisini aftur í, at tað finnast evangeliir eftir Tummas og Filippus, sum eisini vóru lærusveinar Jesu, men hesi evangelii verða ikki mett at vera falsanir, sum hava fingið eitt flott navn sett á permuna.

Innan kristnu kirkjuna er vanligt at tíðarfesta tey trý fyrstu evangeliini til í øllum førum at vera skrivað áðrenn ella um 70 e.kr.. Orsøkin til hetta er, at Jerusalen bleiv lagdur í oyði hetta ár, og Jesus hevði profetera um, at Jerusalem skuldi leggjast í oyði. Tankagongdin er so, at vóru evangeliini skrivað aftaná at hetta var hent, so høvdu tey eisini nevnt tað. Trupulleikin við hesum er bara, at tú kanst aldrin nýta tað ein tekstur ikki skrivar til at tíðarfesta tekstin við. Tað er jú lætt nokk at sita og skriva ein tekst aftaná ein hending er hend, og ”gloyma” at nevna hesa hending fyri at fáa tað at síggja út sum um, at teksturin er skrivaður áðrenn hendingina. Tað er onki við evangeliiunum sjálvum sum ger tað gjørligt at tíðarfesta nær tey vóru skrivað annað enn at tey eru skrivað eftir Jesu deyða uml. ár 30 e.kr.. Tískil noyðast vit at hyggja eftir, hvat aðrar kristnar keldur í hesi tíð nevna um evangeliini fyri at finna útav, nær tey eru skrivaði.

Tey fyrstu kristnu

Innan katólsku kirkjuna verður Pætur roknaður sum tann fyrsti pávin. Pætur lat lív í Rom onkuntíð um 60 e.kr. og maðurin, sum summi meina bleiv valdur til páva eftir Pætur, var Clement. Clement var virkin í kristnu kirkjuni frá uml. 60 til 97 e.kr.. Tað áhugaverda við Clement er, at hann eins og Paulus skrivaði eitt bræv til kirkjuliðið í Korinth. Í hesum brævi ávarar Clement ímóti, at kirkjuliðið har hevur gjørt uppreistur ímóti teimum elstu í samkomuni. Í brævinum nevnur Clement brøvini hjá Paulus, og hann fortelur um lívið hjá Jesus, men hann nevnir onki um nakað evangeliium. Hví ikki? Um evangeliini vóru skrivað áðrenn 70 e.kr. so átti Clement heilt klárt at kent til hesi evangelii og tað hevði verið upplagt hjá honum at víst til hesar keldur, eins og hann vísti til brøvini hjá Paulus.

Clement er onki undantak í so máta. Allir teir fyrstu kirkjufedrarnir sum skrivaðu brøv í tíðini frá 50 til 120 e.kr. nevndu hvør í sínum lagi brøvini hjá Paulus og apostlunum, men vóru tigandi um evangeliini. Tað er ikki fyrrenn 180 e.kr. at evangeliini vóru nevnd fyrstu ferð. Tað er 150 ár eftir at Jesus var deyður, og tað eru ongi søgulig prógv fyri, at evangeliini skuldu verið eldri enn tað.

Óheftar samtíðarheimildir

Tann besta keldan er jødiski søgufrøðingurin Josefus. Hann skrivaði m.a. Fornsøga Jødanna og í hesi bók eru tvey brot, har Jesus verður nevndur. Tað eina brotið er heilt klárt ein falsan, tí tað passar ikki inn í tekstin har tað stendur. Onkur kristin hevur sett tað inn aftaná, og tað má vera ein kristin sum hevur skrivað tað, tí brotið nevnur hvussu Jesus var tann lovaði Messias, og fyri ein trúgvandi jøda sum Josefus vildi tað verið púra óhoyrt at skrivað slíkt. Hitt brotið er ein lítil viðmerking um, hvussu tað fanst ein persónur nevndur Jesus, sum fekk nógv fólk afturat sær. Meira stendur ikki um Jesus, og hetta er tann besta óhefta samtíðarkelda vit hava um Jesus. Faktiskt, so skrivar Josefus nógv meira um Jóhannes Doyparan enn hann skrivar um Jesus, og tað kundi bent á, at Jóhannes Doyparin var ein størri profetur enn Jesus var. Tá kristin skrivaðu evangeliini uml. 100 ár eftir Jesu deyða, so vóru tey eisini fullgreið yvir hendan trupulleika, og tí syrgdu tey fyri, at Jóhannes Doyparin í evangeliiunum sigur, at Jesus er størri enn hann sjálvur er.

Tá kristna kirkjan í 325 e.kr. setti seg niður fyri at finna útav, hvørjar bøkur skuldu sleppa við í bíbliuna, so vóru 300 ár liðin síðan Jesus var deyður. Tá í tíðini var eitt stórt stríð ímillum tí ortodoksu kirkjuna, og so gnostisku tankagongdina. Av reint politiskum ávum var týðningarmikið fyri Konstantin keisara at bert tær ”røttu” søgurnar sluppu við í bíbliuna, tvs. tær søgur sum fortaldu tí ortodoksu søguna um Jesus ístaðin fyri tí gnostisku. Maðurin sum fekk hesa uppgávu á sínar herðar var Eusebius ein av kirkjufedrunum. Hesin Eusebius skrivaði eina kirkjusøgu, har hesi orð blivu nevnd

”Vit skulu bara innføra í søguna tær hendingar sum kunnu vera brúkiligar, fyrst fyri okkum sjálvar og síðan fyri komandi ættarliðum” (Kirkjusøgan vol 8 kap 2)

Hetta var tankagongdin hjá tí manni, hvørs høvðusuppgáva tað var at savna bíbilsku søguna um Jesus. Kann vera, at allar søgurnar um Jesus ikki er lygn og heilaspuni, men tað er í øllum førum ein stór lygn at siga, at søgan um Jesus er væl staðfest søguliga.

Var Jesus ein veruligur persónur?

Setur tú henda spurning til ein trúgvandi, so er ongin ivi um, hvat svar tú fært: sjálvandi var Jesus
ein veruligur persónur, sum gekk á jørðini fyri 2000 árum síðan og gjørdi alskyns undur. Hetta má
tann trúgvandi halda, tí uttan ein veruligan Jesus so gevur trúgvin ikki nakra meining. Trupulleikin
við trúgv er bara tann, at hon krevur ikki nakað prógv, og setur tú omanfyri standandi spurning til
ein persón, sum krevur haldgóð prógv fyri ein pástand, so vil svarið allarhelst gerast eitt annað.

Veruleikin er tann, at tað finnast nærum onki søgulig prógv fyri einum persóni sum tí kristna Jesus.

Tað týðningarmesta við góðum søguligum prógvum er, at tey eru samtíðarheimildir. Tekstir,
standamyndir ella hvat tað nú er skulu helst stava frá somu tíð, sum tað tey fortelja um. Tað økir
munandi um trúvirði á eini søguligari keldu, at hendan kelda í tíð og stað er so nær sum gjørligt at
teimum viðurskiftum hon lýsir. Eitt annað, sum økir um trúvirði er, at keldan er óheft. Ein óheft
kelda roynur ikki at selja nakran ávísan boðskap, men fortelur tingini sum tey eru. Søgan er øguliga
ofta søgan hjá sigursharrunum, og tað er ikki altíð vist at hendan søga hevur so stórt virði tá tað
kemur til at fortelja søguna soleiðis sum hon reint faktiskt hendi.

Bíblian sum kelda

Trupulleikin við at nýta bíbliuna sum søguliga keldu er, at hon als ikki er óheft. Hon hevur eitt klárt
endamál, sum er at selja eina ávísa søgu. Tað svarar eitt sindur til stevnuskánnar hjá politiskum
flokkum, sum hvør í sínum lag fortelja um tær herligheitir sum júst hesin flokkur stendur fyri, men
í veruleikanum ikki siga tað heilt stóra, tí teirra aðalmál er at selja ein ávísan boðskap, sum veljarin
vónandi keypir til næsta val. Fyri veljaran kann vera trupult at taka dagar ímillum hvør stevnuskrá
hevur størst trúvirði, og á sama hátt kann tað vera trupult fyri tað einstaka menniskja at velja
ímillum, hvørjar heilagar søgur eru mest eftirfarandi. At mann, sum menniskja, er føddur inn í ein
átrúnað ella eina politiska sannføring hjálpur kanska tí einstaka at velja, men hyggur ein púra óheft
upp á tað, so er tað onki við orðunum sjálvum sum talar fyri hvørki stevnuskráum ella heilagum
tekstum.

Teir tekstir vit finna í Nýggja Testamenti eru heldur ikki samtíðarheimildir. Tey elstu handritini
í Nýggja Testamenti eru brøvini hjá Paulus. Hesi brøv vóru skrivað 20 ár eftir deyða Jesu, og eru
ein roynd hjá Paulus at boða Gleðiboðskapin út til ymisk kirkjulið. Tað áhugaverda við brøvunum
hjá Paulus er, at tey nevna onki um tann søguliga Jesus. Tey nevna nógv um tann andaliga Jesus,
men onki verður nevnt um øll tey undur Jesus gjørdi ella allar tær góðu gerðir Jesus framdi. Tey orð
Jesus talaði verða heldur ikki nevnd. Fjallaprædikan verður ikki nevnd við einum orði av Paulusi.
Tað vildi verið upplagt hjá einum frammstandandi trúboðara 20 ár eftir Jesus deyða, at nevnt hesi
viðurskifti, um tey veruliga vóru hend. Kann tað hugsast, at orsøkin til at Paulus onki kendi til hesi
viðurskifti var tann, at søgan um Jesus var nakað sum bleiv skrivað aftaná at Paulus var deyður?

Tað eru fyrst og fremst tey fýra evangeliini sum fortelja søguna um Jesus. Hesi fýra vórðu vald
út tí tey fortelja nøkunlunda somu søguna um Jesus. At tey fortelja somu søgu er ikki so løgið tá
mann hugsar um, at út av teimum 666 versum í Markus, so verða tey 600 endurtikin í Matteus.
Markus verður mett at vera tað elsta evangelii og tað er klárt at tann ella tey sum skrivaðu Matteus

hava verið dugnalig til at endurtaka tað, sum Markus hevði skrivað. Nú var tað neyvan nakar
Markus sum skrivaði hetta evangeliium. Hvør rithøvundurin er fæst ikki at vita nakrastaðni í
sjálvum tekstinum, og í tí tíðini var vanligt at seta okkurt stórt navn sum rithøvunda til eitt verk,
sum mann ynskti skuldi takast í álvara. Tú hevði neyvan komi langt við einum evangelii sum bar
heitið ”Evangelii eftir Emil” tí so høvdu fólk spurt ”hvør er Emil?”. Týðningarmikið at velja rætta
navni, og tað er ikki av tilvild, at tey nøvn sum blivu vald, kundu setast í samband við lærusveinar
Jesusar á ein ella annan hátt. At hetta var vanligt tá í tíðini sæst eisini aftur í, at tað finnast
evangeliir eftir Tummas og Filippus, sum eisini vóru lærusveinar Jesu, men hesi evangelii verða
ikki mett at vera falsanir, sum hava fingið eitt flott navn sett á permuna.

Innan kristnu kirkjuna er vanligt at tíðarfesta tey trý fyrstu evangeliini til í øllum førum at vera
skrivað áðrenn ella um 70 e.kr.. Orsøkin til hetta er, at Jerusalen bleiv lagdur í oyði hetta ár,
og Jesus hevði profetera um, at Jerusalem skuldi leggjast í oyði. Tankagongdin er so, at vóru
evangeliini skrivað aftaná at hetta var hent, so høvdu tey eisini nevnt tað. Trupulleikin við hesum er
bara, at tú kanst aldrin nýta tað ein tekstur ikki skrivar til at tíðarfesta tekstin við. Tað er jú lætt nokk
at sita og skriva ein tekst aftaná ein hending er hend, og ”gloyma” at nevna hesa hending fyri at fáa
tað at síggja út sum um, at teksturin er skrivaður áðrenn hendingina. Tað er onki við evangeliiunum
sjálvum sum ger tað gjørligt at tíðarfesta nær tey vóru skrivað annað enn at tey eru skrivað eftir Jesu
deyða uml. ár 30 e.kr.. Tískil noyðast vit at hyggja eftir, hvat aðrar kristnar keldur í hesi tíð nevna
um evangeliini fyri at finna útav, nær tey eru skrivaði.

Tey fyrstu kristnu

Innan katólsku kirkjuna verður Pætur roknaður sum tann fyrsti pávin. Pætur lat lív í Rom onkuntíð
um 60 e.kr. og maðurin, sum summi meina bleiv valdur til páva eftir Pætur, var Clement. Clement
var virkin í kristnu kirkjuni frá uml. 60 til 97 e.kr.. Tað áhugaverda við Clement er, at hann eins og
Paulus skrivaði eitt bræv til kirkjuliðið í Korinth. Í hesum brævi ávarar Clement ímóti, at kirkjuliðið
har hevur gjørt uppreistur ímóti teimum elstu í samkomuni. Í brævinum nevnur Clement brøvini hjá
Paulus, og hann fortelur um lívið hjá Jesus, men hann nevnir onki um nakað evangeliium. Hví ikki?
Um evangeliini vóru skrivað áðrenn 70 e.kr. so átti Clement heilt klárt at kent til hesi evangelii og
tað hevði verið upplagt hjá honum at víst til hesar keldur, eins og hann vísti til brøvini hjá Paulus.

Clement er onki undantak í so máta. Allir teir fyrstu kirkjufedrarnir sum skrivaðu brøv í tíðini frá
50 til 120 e.kr. nevndu hvør í sínum lagi brøvini hjá Paulus og apostlunum, men vóru tigandi um
evangeliini. Tað er ikki fyrrenn 180 e.kr. at evangeliini vóru nevnd fyrstu ferð. Tað er 150 ár eftir at
Jesus var deyður, og tað eru ongi søgulig prógv fyri, at evangeliini skuldu verið eldri enn tað.

Óheftar samtíðarheimildir

Tann besta keldan er jødiski søgufrøðingurin Josefus. Hann skrivaði m.a. Fornsøga Jødanna og
í hesi bók eru tvey brot, har Jesus verður nevndur. Tað eina brotið er heilt klárt ein falsan, tí tað
passar ikki inn í tekstin har tað stendur. Onkur kristin hevur sett tað inn aftaná, og tað má vera
ein kristin sum hevur skrivað tað, tí brotið nevnur hvussu Jesus var tann lovaði Messias, og fyri
ein trúgvandi jøda sum Josefus vildi tað verið púra óhoyrt at skrivað slíkt. Hitt brotið er ein lítil
viðmerking um, hvussu tað fanst ein persónur nevndur Jesus, sum fekk nógv fólk afturat sær. Meira
stendur ikki um Jesus, og hetta er tann besta óhefta samtíðarkelda vit hava um Jesus. Faktiskt, so
skrivar Josefus nógv meira um Jóhannes Doyparan enn hann skrivar um Jesus, og tað kundi bent
á, at Jóhannes Doyparin var ein størri profetur enn Jesus var. Tá kristin skrivaðu evangeliini uml.
100 ár eftir Jesu deyða, so vóru tey eisini fullgreið yvir hendan trupulleika, og tí syrgdu tey fyri, at

Jóhannes Doyparin í evangeliiunum sigur, at Jesus er størri enn hann sjálvur er.

Tá kristna kirkjan í 325 e.kr. setti seg niður fyri at finna útav, hvørjar bøkur skuldu sleppa við
í bíbliuna, so vóru 300 ár liðin síðan Jesus var deyður. Tá í tíðini var eitt stórt stríð ímillum tí
ortodoksu kirkjuna, og so gnostisku tankagongdina. Av reint politiskum ávum var týðningarmikið
fyri Konstantin keisara at bert tær ”røttu” søgurnar sluppu við í bíbliuna, tvs. tær søgur sum fortaldu
tí ortodoksu søguna um Jesus ístaðin fyri tí gnostisku. Maðurin sum fekk hesa uppgávu á sínar
herðar var Eusebius ein av kirkjufedrunum. Hesin Eusebius skrivaði eina kirkjusøgu, har hesi orð
blivu nevnd

”Vit skulu bara innføra í søguna tær hendingar sum kunnu vera brúkiligar, fyrst fyri okkum sjálvar
og síðan fyri komandi ættarliðum” (Kirkjusøgan vol 8 kap 2)

Hetta var tankagongdin hjá tí manni, hvørs høvðusuppgáva tað var at savna bíbilsku søguna um
Jesus. Kann vera, at allar søgurnar um Jesus ikki er lygn og heilaspuni, men tað er í øllum førum ein
stór lygn at siga, at søgan um Jesus er væl staðfest søguliga.

Merki: , , , ,

Hetta var lagt út 9 februar, 2011 klokkan 14:30 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

8 svar to “Var Jesus ein veruligur persónur?”

  1. Heini Reinert Says:

    Meinar tú ikki gnostisku tankagongdina og søguna heldur enn Agnostisku? Annars góður bloggupostur. :)

  2. Eivind Says:

    Sjálvandi Heini. Rætti tað líka :)

  3. Jan Egil Kristiansen Says:

    Ja, men det er ikke viktig om Jesus er historisk eller ikke. Om så Gud selv finnes, og skal dømme de som ikke underkaster seg på Den Siste Dag, er det fortsatt moralsk galt å følge Guds ordre ukritisk.

    Ellers skal NT ha litt kreditt for at det er fire evangelier, det markerer at det er en kildesamling, ikke en endelig sannhet. Det er vanskelig (men tydeligvis ikke umulig…) å tro bokstavlig på fire forskjellige evangelier.

  4. Jákup Says:

    Og Eivind fekk eitt aftursvar í gjár.

    http://torsportal.com/archives/7681

  5. Gudloysi » Blog Archive » Um at skilja hugtakið ‘blogga’ Says:

    […] í ár skrivaðu tveir av okkara blogguhøvundum – Eivind og Heri – hvør sín bloggupost, har teir góðu til kennar sínar persónligu meiningar um […]

  6. Eivind Ortind Simonsen Says:

    Eg sat akkurát og hugleiddi um, hvat mín næsti bloggur skuldi innihalda, og eg fann ikki orduliga nakað, men so kom hetta sum manna av himni :)

  7. Heini Reinert Says:

    Góði ikki skriva ein líka langan vegg av teksti, sum Høgni, Eivind. Eg orkaði ikki at lesa alt hatta roksi hjá honum.

  8. Eivind Says:

    Tú misti ikki so nógv um tú ikki læst alt. Tað mesta hjá honum er name-dropping óansæð, so sjálvt um eg royndi, so vænti eg ikki at eg var førur fyri at skriva so langt.

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)