Religión og kritikkur

YouTube Preview Image

Í eini sending í Kringvarpi Føroya, kallað Fólksins Rødd, er ein luttakari sum eitur Ingi. Hann ger nakað so sjáldsamt, sum at úttala seg um religión og samfelag, sum ein framsøkin og liberalur modernaður borgari. Hann heldur ikki nógv av sitandi og verandi mynduleikum. Hevur, tað eg kalli, ein sunnan skepsis yvirfyri yvirvaldinum og okkara ráðanda klassa.

Hesa sunnu skepsis letur hann eisini til at brúka, tá tað kemur til religión. Hann hevur millum annað gjørt orðið “religiørur” til eitt fólksligt fyribrigdi. Og fyri hetta hevur hann móttikið sín part av kritikki. Bæði legitiman og illegitiman kritikk. Har eru mátar at reagera uppá slíkt uppá, sum eru í ordan, og har eru reaktiónir, sum ikki eru í ordan.

Líka sum øll onnur hevur hann rætt til at úttala seg, at framseta sína meining, uttan at vera bangin fyri avleiðingunum, um hann heldur seg innanfyri lógarinnar karm.

At kalla fólk fyri eina kombinatión av “ørur” og reilgiøs” hevur hann allan rætt til. Fòlk kunnu so velja at taka tað akkurát sum tey vilja. Tey kunnu m.a. velja at halda tað vera stuttligt. Í konteksti av føroyska samfelagnum og av at vanliga uppfatanin er, at flestu føroyingar eru trúgvandi, er tað stuttligt at brúka hatta orðið um trúgvandi. Og alt gott um hetta.

Men…

[mp3]http://www.gudloysi.fo/media/BillJustinussen.mp3[/mp3]

Bill Justinussen um Kringvarpsskræpu

Summi velja at fáa ilt í reyvina av hesum. Til dømis Bill Justinussen og óivað óteljandi aðrir religiørir føroyingar. Bill heldur, at kringvarpið ikki eigur at brúka pengar uppá at geva pláss fyri slíkum meiningum. At tað ikki er í lagi, at niðurbrótandi útsagnir og fólk fáa atgongd til at koma við sovorðnum.

Tað eg eri áhugaður í í hesum sambandi er, at nakar skal halda tað vera ok at reagera soleiðis uppá “álop” á religión. At tankin um at religión hevur eina serliga verju, ein serligan status, sum frítekur hana frá kritikki og fornermilsum, er so framtraðkandi í føroyum.

Júst hesum eri eg fryktiliga ósamdur í. Eg haldi ikki, at religión hevur ein serligan rætt at vera frítikin frá kritikki ella láturgering. Hon hevur enntá uppiborið at blíva kritiserað, givið ta neyð og elendigheit hon hevur verið uppruni til gjøgnum tíðirnar. Eg vil enntá siga, at vit hava eina ábyrgd at halda religión til svars fyri teir pástandir og avleiddu pástandi, hon ger. Sum t.d. at liberal ikki skulu hava rætt at úttala seg, tí tað fornermar.

Vissi vit nú taka ein fortalara hjá teimum religiøsu, sum Bill Justinussen vil gera seg til. Í staðin fyri at gera seg til fortalara fyri talufrælsi og tolsemi, ger hann typiska trekkið hjá “religiøgum”. Men ikki bara tað. Vissi tað stóð væl til hevði hann fari í gongd við argumentið ella pástandin og roynt at afturvíst hann. Um hann ikki kláraði tað, kundi hann farið eftir manninum. Men heldur ikki tað ger hann. Hann brúkar sína positión sum tingmaður at leggja eftir miðlinum, og kritisera hann fyri at geva fólkinum eina rødd.

Hetta klæðir ikki einum tingmanni. Bill átti at sæð seg sjálvan betri enn tað. Kringvarpið hevur millum annað til uppgávu at geva øllum umboðandi meiningum innivist á síni sendiflatu, og tað er júst tað tey gera við hesi sendingini. Sum tingmaður eigur hann at halda seg langt vekk frá tí hann her ger, og sum kristin eigur hann at taka tað róligt, tá hann fær kritikk.

Og so til øll tey sum ikki tora at tala at. Øll tey sum halda seg aftur frá at kritisera ella niðurgera religión, tá tað eigur at vera tað náttúrliga at gera. Tit eina eisini at halda tykkum framat, líkasum Ingi ger í sendingini. Tað hann ger er púra náttúrligt. Hann hevur allan rætt at úttala seg, sum hann ger, og tað hava øll onnur eisini.

Tað vit mangla í Føroyum er, at tey sum ikki eru ekstrem úttala seg. At tá sovorðin sum Jenis av Rana og Bill Justinussen úttala seg, fáa teir eina harða reaktión afturímóti. Ikki ágang ella kritikk, men láturgering. Tey sum halda, at teir eru langt úti og at tað er láturvert, eiga ikki at flenna í loyndum, men at gera tað alment.

 

Merki: , , , , , , ,

Hetta var lagt út 12 mars, 2011 klokkan 22:00 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Eitt svar to “Religión og kritikkur”

  1. Hans Mols Mortensen Says:

    Er hatta Bill Justinussen í ljóðbitanum? Ljóðar kanska sum Jógvan á Lakjuni.

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)