Tann frelsti veganin

Her eg búgvi býr ein vegani. Ein frelstur vegani. Ikki frelst í átrúnaðarliga týðninginum, men meira frelst í síni sannføring. Hon gongur við lív og sál upp í sína veganismum og roynur á alskyns hættir at boða gleðiboðskapin um sítt val her í lívinum. Veganar eta onki sum hevur við djór at gera. Teir hava tikið stigið víðari frá at vera vegetar, tí tá tú ert vegetar letur tú vera við at eta kjøt, men tú kanst tó framvegis njóta mjók ella hunang, sum stavar frá djórum. Veganar geva eisini slíkum djóra úrdráttum durafjórðingin. Summir veganar er so farnir enn longur, og eru blivnir raw-food veganarar, sum merkir, at maturin tey eta ikki má hitast meira enn uml. 42 hitastig.

Spyrt tú frelsta veganan, hví hon er vegani, so fært tú eitt fjøltáttað svar. Tað fyrsta hon leggur áherðslu á er, at hon heldur tað er skeivt at drepa. Gamla indiska hugtakið Ahimsa (“ger ikki nakað ringt”) er grundsúlan undir hennara heimsmynd, og eins og jainistar í India, so strekkir hennara Ahimsa hugtak seg eisini til djórini. Hon ynskir ikki at skaða nakran, og at drepa djór fyri at fáa kjøt er eitt brot á hennara heimsmynd. Harnæst, so heldur hon ikki at kjøt, egg ella mjólk er lekkurt at eta, og hon savnar ikki sín gamla lívsstíl.

Nú eru tað ikki nógvir persónar sum eru veganar. Fólk flest hava ongan trupulleika við at eta kjøt, og vit gera tað uttan at hugsa stórvegis um tað. Tað merkir so eisini, at veganar ofta hava tað trupult við at møta fólkum, sum eru eins og tey. Er frelsti veganin til okkurt borðhald har onkur úrdráttur av djórum verður bjóðaður til matna, so má hon pent takka nei. Tað førir so ofta við sær, at fólk taka synd í henni, og spyrja hvat bagir, ella spyrja hví hon ikki kann eta kjøt. Hon verður altíð eitt sindur ørg um hesa umhugsan hon fær frá fólki, tí sjálv hevur hon ongan trupulleika av at eta tað hon etur, og tað er ikki tí hon ikki kann eta kjøt at hon letur vera. Hon tímur bara ikki, tí hon heldur seg ikki fáa nakað gott burtur úr tí.

Kanska av tí at fólk ikki skilja hennara val, ella kanska meira tí at tað er festligt, so plagar frelsti veganin at halda veganskar veitslur. Her koma fólk sum hon saman at eta góðan mat, og annars hugna sær uttan teir fordómar, sum heimurin annars kann hava mótvegis fólkum, sum ikki eta kjøt og aðrar úrdráttir av djórum. Hesi fólk eru øguliga fyrikomandi og opin, full av sjálvspei og ikki minst áhugaverd at samskifta við. Tá prátið so fellir á mat og djóra vælferð, so kunna tey koma við alskyns próvgrundum fyri, hví fólk ikki eiga at eta kjøt. Tey royna at gera upp við tær mýtur, sum fólk hava um mat, t.d. “protein mýtuna” sum gongur út uppá, at fólk halda at besta keldan til protein er kjøt. Protein er týðningarmikið til at uppbyggja vøddar, men ein gorilla etur ikki stórvegis kjøt, og hon hevur stórar vøddar, og nógvir av heims bestu Ironman íðkarum eru veganar. Prátið blívur ofta øguliga tekniskt, og mann skal halda tunguna mitt í munninum tá hugtøk sum enzymir, kost ískoyti og biodynamik fúka ígjøgnum luftina, saman við duldu ákæruni: “tað er skeivt at eta kjøt, og tað tú heldur teg vita um mat er grundleggjandi skeivt”.

Vit gudloysingar eru eitt sindur sum frelsti veganin. Vit eru partur av einum minniluta, sum hevur eina øðrvísi og avgjørda meining um nakað, sum fólk flest ikki hugsa so øguliga djúpt um. Hetta, at vit eru øðrvísi, førir ofta við sær, at fólk ikki skilja okkum. Teir fordómar fólk hava um okkum byggja eina mest á manglandi vitan, og tað kann so verða ein kelda til miklan ampa. Fólk halda at vit missa øguliga nógv við tí lívshátti vit hava valt, men sjálv duga vit ikki at fáa eyga á nakran miss, og ístaðin síggja vit tað margfeldni av møguleikum, sum okkara sannføring gevur okkum. Bæði vit og veganin hava eina meira enn miðal vitan um tað økið, sum hevur okkara áhuga. Vit hava alskyns vísindaligar og heimspekisligar próvgrundir fyri at verða tann vit eru.

Tá mann soleiðis fordjúpar seg í einum evnið, so er skjótt at missa jørð forbindilsi. Mann gerst íðin, og í sínum til tíðir sjálvrættvísa íðni kann mann raka langt við síðurnar av. Frelsti veganin hevur eina vinkonu, sum gongur øguliga høgt upp í vistfrøði og tað at eta rætt. Onkursvegna fann hon út av, at eg át kjøt, og so fekk eg eina svadu um, at “tað er so og so synd í djórunum, og eg burdi skamma meg, og ískoyti E250, sum eru í summum kjøti mann fær til keyps, ger tað og tað við tín kropp, (osfr.)”. Eg ypti øksl, svaraði henni at eg tók tað ikki so tungt og at eg hevði tað fínt sum kjøt etari, samstundis sum eg hugsaði “sikken ein helvitis kúla”.

Eg vænti at nógv trúgvandi í sínum stilla sinni hugsa sama tankan, tá vit gudloysingar koma brestandi við okkara “Ert tú trúgvandi? Ert tú ikki klárur yvir hvussu trúgv heldur fólk í trælahaldi og samstundis er viðvirkandi til ófrið um allan heim (osfr.)”. Vit kunnu hava allar tær rættu próvgrundirnar, men hvat nyttar tað tá fólk ikki tíma at hoyra boðskapin? Vinkonan hjá frelsta vegananum hevði rætt í øllum tí hon segði, men tað nyttar so lítið, tí eg havi tað fínt við at eta kjøt, flest øll eg kenni eta kjøt, og eg dugi ikki at síggja stóra trupulleikan við kjøt áti. Gamaní, so er kjøt framleiðslu íðnaðurin ikki altíð líka vakur á at líta, men framleiður mann bara kjøt á rætta hátt, so er ongin trupulleiki.

Á sama hátt hugsa fólk flest um sín átrúnað. Tey flestu eru trúgvandi tí tað eru øll tey kenna, og tey síggja ikki stóra trupulleikan við trúnni. Trúgvin gevur teimum nakað tey ikki vilja missa, og øll hesi dømini um trúgvandi fólk, sum hava uppført seg minni pent, eru undantøkini, sum ikki siga nakað um heildina.

Tískil haldi eg, at vit gudloysingar onkuntíð áttu at slappa eitt sindur av, og ikki uppført okkum á sama hátt sum hendan ovursinta-urtuelskandi-djóraverndar-træklemmandi-hippie bitch’in, sum av og vitjar mín veganska nábúgva. Liv og lat liva :)

Merki: , , ,

Hetta var lagt út 21 mars, 2011 klokkan 15:21 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

2 svar to “Tann frelsti veganin”

  1. Heini Reinert Says:

    Áhugavert. Eg eri meir ein av hesum sum eru veganar av persónligum orsøkum, men ikki hava nakran áhuga í at umvenda onnur. Eg skal gjarna siga mína meining bart út, um fólk spyrja meg, men fyri tað mesta er tað einasta eg vil tað at staðfesta mín rætt til at vera sum eg eri. Fólk mugu gjarna vera sum tey eru. So leingi tey ikki fara at noyða meg til at “eta kjøt” so fari eg ikki at noyða tey til at “ikki eta kjøt.”

  2. Aud Says:

    Eg kenni væl til at føla at onnur ikki halda meg vera heilt normala og taka synd í mær tí eg eri ikki frelst. Ofta eri eg spurd um eg ikki vil vid á møti ella líknandi, um eg ikki havi hug at práta og um hvussu eg havi tad og hvussu gott eg vildi fingji tad um eg tók gud/jesus til mín, enn er tad ikki eydnast og eg flenni fyri meg sjálva yvir hvussu hart tey royna at fáa meg vid í teirra felagskab ;o)

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)