Víðgongd átrúnaðarlig sjónarmið

Um ein tekur bíblinua bókstaviligt og tildømis heldur at konufólk eru minni verd enn mannfólk, ella at tað er forkastiligt at vera samkyndur, verur ein kallaður víðgongdur, serliga av teimum hóvligu trúgvandi, ið ikki taka undir við tílíkum sjónarmiðum. Tey hóvligu siga javnan at tey, ið kalla seg kristin og samstundis fordøma janvrætt og samkynd tulka bíbliuna á ein víðgongdan hátt.

Eg vil pástanda at tá tað kemur til bíbliutulking er tað ikki tulkan, men bókstaviligur lesnaður, ið ger ein víðgongdan, tí tað stendur svart uppá hvítt í bíbliuni at konan er undir manninum og at samkynd eru forkastilig. So um nøkur tulking fer fram má tað vera hjá teimum hóvligu kristnu. Tað eru tey, ið hava funnið einhvønn hátt at síggja burtur frá teimum andstyggiligu ørindunum í bíbliuni.

At vera samdur við tí, ið í bíbliuni stendur skuldi heilt einfalt verið at verið kristin, men so einfalt er tað ikki í dag. Hóvlig kristin burturforklára flestallar partar av bíbliuni, ið ikki liva upp til nýmótans moralskan standard. Tað eru hóvlig kristin, ið tulka bíbliuna til hon ikki er at kenna aftur, og ikki víðgongd kristin.

Trupulleikin við jihad, Ísrael/Palestina og kristiligum afturhaldssinnaðum fanatikarum í dag er ikki víðgongd tulking av bíbliuni, tora’ini ella koranini, men bókstaviligur lesnaður. Um trupulleikin bara var víðgongd sjónarmið so skuldi tað verið galdandi fyri allar trúgvir, at um tú var víðgongdur so var tú ein trupulleiki fyri onnur.

Tak tildømis Jain trúnna í India. Tey trúgva at allar livandi verur hava eina sál, og at tey mugu, um gjørligt, ikki drepa nakað livandi. Tey víðgongdu kveistra allt, ið tey síggja framanfyri sær til viks so tey ikki av óvart traðka á nakað smákykt. Jú meira víðgongdur tú er sum Jain trúgvandi, jú minni tørvar okkum at óttast teg, og tíni víðgongdu sjónarmið eru bara ein trupulleiki fyri teg sjálvan.

Hetta vísir at víðgongd sjónarmið í sær sjálvum eru ikki neyðturviliga ein trupulleiki. Trupulleikin er grundsetningarnir í teimum grundandi tekstunum í teimum ymisku trúgvunum, og hvat tey trúgvandi koma fram til um tey taka alt, ið í trúarinnar grundleggjandi tekstunum stendur bókstaviliga.

Merki:

Hetta var lagt út 8 mars, 2011 klokkan 16:19 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Svara

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)