What’s all the fuzz about?

Vinir og kenningar spyrja meg ofta hvat meiningin er við einum ateistafelagið. Hví eksisterar Gudloysi? Spurningurin er púrasta skilligur. Eg ivist ikki í at nógv fólk síggja felagið Gudloysi sum okkurt slag av hatiklubba.

Í Føroyum er orðið “Ateist” veruliga eitt skeldsorð, og tað er ein stórur trupulleiki, serliga hjá einum sum identifiserar seg við júst tí orðinum. Ateisma er jú bara “ótrúgv” á ein ella fleiri Gudar. Og tað er ótrúligt at tað skal vera eitt problem.
Men tað er tað.
Og her síggja vit longu hví okkum tørvar eitt ateistafelag sum Gudloysi.

Eg veit ikki hvussu ofta eg havi hoyrt fólk sagt “Hasir ATEISTARNIR” við sama tónalagið sum vissi “ateist” var býtt um við “terrorist” ella “satanist”. Tað er harmiligt at hetta orðið skal hava so nógva negativa baggasju. Men tað kann broytast.
Tað er væl møguligt at neutralisera eitt orð, men tað er ikki lætt. Tað ljóðar eitt sindur ummvent, men eftir mínari meining er tann effektivasti mátin tann, at:

Koma úr skápinum!

Og nú má eg líka bakka eitt sindur. Man skal sjálvandi ikki koma úr skápinum um man hevði verið útihýstur av familjuni, ella um man hevði mist arbeiði ella líknandi, men eg rokni ikki við at tað er eitt problem hjá teimum flestu.
Um man kann kalla seg ateist, so er eitt at gera, tað er at melda seg inn í Gudloysi.

Fyri at taka saman um aftur. Gudloysi vísir at tú sum ateist ikki ert einsamallur, og felagsskapurin gevur legitimitet til ein holdning, sum ellars hevur verið offur fyri eina ordans heksajakt.

Sum Lobbygruppa

Um man heldur at religión fyllir ov nógv í Politikki, so hoyrist man betur um man sigur tað synkront saman við fleiri øðrum.
Gudloysi er egentliga politiskt óheft, men vit kunnu td. semjast um at religión ikki hoyrir heima á tinginum.
Tess fleiri limir felagsskapurin hevur, tess fleiri kreftir eru at siga frá tá vit síggja religiøsa diskriminasjón, favoritisering ella líknandi.

Vælgerandi Ateistar

Ateistar gera annað enn at eta børn. Vælgerandi arbeiði er ein prioritetur hjá mær, og ein felagsskapur sum Gudloysi er perfektur til at samskipa vælgerandi tiltøk hjá teimum sum tíma tað.
Um eg var kongur, so hevði tað verið vigtigt at skipa fyri minst einum stórum tiltakið um árið.

Men alt er til fánýtis uttan limir, og Gudloysi er ikki ein lukkaður klubbi.
So um tú lesir hesa blogguna, og tú ikki heldur at nakar gud er til, melda teg so til felagsskapin beint nú.

Merki: , , ,

Hetta var lagt út 17 mars, 2011 klokkan 21:04 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)