Friðarbogin – Hvar eru tit?!

Føroyar er einasta norðurland og eitt av heilt fáu londunum í vestur Evropa har skrásett parlag fyri samkynd ikki er lógligt.

Ikki les víðari enn!
Lat hatta fyrst “sjúnka” eina løtu.

Eru vit veruliga betur vitandi enn øll onnur norðanlond á hesum málinum?
Hava vit veruliga fatur í langa endanum, tá ið vit, sum einasta norðurland, ikki loyva samkynd at skráseta seg?

17 Apríl var ein útvarpssending í KVF um samkynd pør, sum kenna seg niðurgjørd av Føroyskum myndugleikum. Til ber at lurta eftir sendingini her.
Hendan sendingin var sera informativ og varpaði enn einaferð ljós á tí stóru moralsku tannapínuna sum Føroyar líða av. Tey tosa serliga um skrásett parlag fyri samkynd í Føroyum, men koma eisini inn á td. ísáing oa.

Tey høvdu eina samrøðu við Jacobu Kruse frá Amnesty Føroya Deild. Eisini tosaðu tey við Tórgerð og Eyðfríð, sum eru eitt samkynt par búsitandi á Streymnesi.

Í sendingini var td. sagt at:
“Fyrsta juli í fjørð kom lógarbroyting í gildið í Danmark, sum gav skrásettum samkyndum pørum sama rætt sum hjúnum at ættleiða børn.
Samkynd pør kunnu nú bæði ættleiða børn hjá hvørjum ørðum og søkja um at ættleiða fremmand børn eftir somu reglum, sum galda fyri hjún.
Samkyndar kvinnur, ið fáa børn við ísáing, fáa felags foreldramynduleika yvir barninum saman við skrásetta makanum. Einki av hesum er galdandi fyri samkynd pør í Føroyum, sum droyma um at fáa børn.”

Tað er altso ein øgiliga stórur munur millum rættindi hjá teimum samkyndu í Danmark, og hjá teimum í Føroyum. Ikki bara viðv. skrásett parlag, men nú eisini ísáing.

Tað, at skrásett parlag og hjúnaðarlag er ólógligt fyri samkynd í Føroyum, er eftir mínari meining ótíðarhóskandi, eyðmýkjandi og beinleiðis kúgandi mótvegis einum stórum samfelagsbólki. Eg skilji ikki hvussu man kann rættvísgera sovorna kúgan í Føroyum.

Hetta fær meg at hugsa um felagið fyri sam- og tvíkynd “Friðarbogan”. Hvar ólukkan fóru tey. Eg leiti mær inn á teirra heimasíðu, og hon sær tíðanverri rættuliga deyð út. Seinasta nýggja er, at har var ein fundur í aug/sep 2010. Nú er eisini langt síðani at eg hoyrdi nakað frá Friðarboganum.
Eg vildi ynskt at tey gjørdu meira vart við seg, tí eg veit at tey eksistera.

Merki: , , , , , ,

Hetta var lagt út 18 apríl, 2011 klokkan 16:29 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Eitt svar to “Friðarbogin – Hvar eru tit?!”

  1. Heini Reinert Says:

    Eitt er at Føroyar livir í miðøldini í mun til onnur norðanlond. Vit eru eisini aftanfyri Suður Afrika, ið fyrr hevði apartheid, men sum kortini nú eru so moralsk at tey loyvdu skrásettum parlagi í 2006.

    http://en.wikipedia.org/wiki/Same-sex_marriage_in_South_Africa

    Tað er ein skomm fyri Føroyar.

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)