Hvat er tað, Unga Tjóðveldi vil?

Ása Johannesen

Har komu tvey lesarabrøv frá Unga Tjóðveldi innanfyri øgiliga stutta tíð út á Røddini, sum nærum beinleiðis mótsiga hvør øðrum. Bara *nærum*, tó. Tí tað kemur eitt sindur ann uppá hvat mann kallar “røtt kristin” og um “røtt kristin” taka undir við fríari fosturtøku.

Nevndarskrivarin hjá Unga Tjóðveldi, Tór Marni Weihe, leggur út við at siga, at “røtt kristin” (og eg nokti at brúka prikka ø) eiga at velja Tjóðveldi, tí at Miðflokkurin er miðaldarligur.

Síðani kemur hann við einum lista av tingum, sum Tjóðveldi vil. Listin er sera penur og hugnaligur, men tað sær ikki tú til at Tór hevur uppdagað, at orsøkin til, at nógv kristin velja Miðflokkin, er tí tey eru ímóti nøkrum av tingunum hann nevnir.

Kristin ynskja ikki trúðarfrælsi. Um tey gjørdu, so var fólkakirkjan langt síðani avskaffað, so Tórsa seinasta punkt um at fylgja mannarættindasáttmálanum, rekur tey øll burtur. Hinvegin havi eg ein varhuga av, at Tór heldur ikki ynskir trúðarfrælsi. Hann fer nevniliga víðari til at tosa um hvussu ræðulig øll hesi “ikki røttu” kristnu eru. Tað er, sum um hann heldur tey ikki burdu sloppið, at trúð sum tey gera. Harafturat er tað hann sigur í beinan mótsetning til tað hann sigur seg vilja, sum er at fáa kristin at velja Tjóðveldi ístaðin fyri Miðflokkin. Eg veit ikki hví hann heldur at hann kann fáa Miðflokkaveljarar at broyta meining, við at fortelja teimum, at tað tey standa fyri, er:

“at forða útvaldum samfelagsminnilutum at liva eitt sömiligt lív, indoktrineran av haturi og rasismu í föroysk börn umvegis fólkaskúlan, og omaná alt hetta royna hesi at seta á stovn eitt teokratisk, fundamentalistiskt, kvinnukúgandi og órættvíst samfelag.”

Tað er næstan, sum hann ikki veit hvat hann vil.

Hann fer víðari við at greiða frá muninum millum “røtt” (tvs fitt) kristin og hini óreinu kristnu. Hann fortelur okkum eisini at bæði vit gudleysu, tey “røttu” kristnu og serliga ung kristin burdu gjørt nakað við tað:

“Her hava vit öll, bæði rött kristin og guðsavnoktandi, og serliga tey ungu kristnu, eina skyldu. Vit eiga at syrgja fyri, at börn ikki slúka alt rátt, ið tey fáa fortalt frá eldru kristnu familjulimunum og vinum, men læra tey at tey sjálvi eiga virkin at sökja sær vitan.”

Tvs vit skulu inn at blanda okkum uppí hvussu fólk uppdraga síni børn? Sigur tú at eg skal fara at mótarbeiða foreldrunum at hesum børnunum? Hvat var tað tú segði um mannarættindi longur uppi? Er tað ikki okkurt við, at tað eru eini mannarættindi, at sleppa at uppdraga síni børn eftir egnari sannføring?

Eg eri ikki heilt vís í hvat Tór vil við hesum. Eg vóni, at hann tosar um at gera fólkaskúlan betri, men eg veit ikki heilt hvat tað er, hann vil. Hatta ljóðar mest sum haturstala ímóti kristnum – og so er hann kristin sjálvur.

“Um tú vilt tað besta fyri samfelagið, fólkið, kirkjuna, kristindómin, fólkaræðið og rættvísið í Föroyum, so setir tú x við Tjóðveldi á næsta vali.

Við tollyndiskvöðu

Tór Marni Weihe, nevndarskrivari Unga Tjóðveldis

Og her sigur hann so, at vit gudloysingar ikki skulu velja Tjóðveldi. Eg haldi ikki, har eru nógv av okkum, ið ynskja, at kristindómur og fólkakirkjan vera tikin fram um aðrar átrúnaðir ella kirkjur. Vit eru fyri trúarfrælsið og hetta er bara gjørligt umvegis sekularisering. Tað vil siga, at okkara politikarar skulu gera lógir, ið ikki geva nøkrum ávísum átrúnaði fyrimun, sum til dømis okkara fólkakirkju ella kristindómi sum heild.

Eg haldi heldur ikki at Tór var serliga tollyntur yvir fyri “skeivum” kristnum, men hetta er kanska bara ein partur av politiska spælinum?

Tað, sum so er uppaftur meira ørkymlandi, er at Unga Tjóðveldi eftir øllum at døma eisini er fyri fríari fosturtøku (hatta er annars nógv betri skrivað, hvør tað so enn er, sum skrivaði tað). Altso… Hvat fyri kristin er tað, tit vilja tiltrekkja? Er tað veruliga vert tað fyri tykkum, at fáa gudloysingar at missa virðing fyri tykkum (við at lefra fyri fólkakirkjuni og kristindómi), fyri síðani at styggja flestu kristin frá tykkum? Vilja tit ongar veljarar hava?

Annars fekk seinna lesarabrævið meg at finna Provita á internetinum. Tað er gott nokk ein síða av vemmiligari misinformatión, um har nakrantíð var ein. Eg haldi heldur ikki, at tey skulu sleppa at leggja faldarar í bíðirúm hjá læknanum, um tað er líka ringt sum heimasíðan. Har stendur á forsíðuni at tað, at taka angribollan, er tað sama sum at taka medisinska abort. Ja. Tey halda at angribollin og abort er tað sama. Wow.

Hetta halda Ung fyri Miðflokkin annars er undurfult í sínum lesarabrævið, har tey ákæra Unga Tjóðveldi fyri at vilja gera morð lógligt, tí tey tala fyri fríðari fosturtøku. So hugnaligt, so hugnaligt, tá politikarar byrja at spilla hvønn annan út.

 

Hvør er ringast, her?

Merki: , , , , , , , , , , , ,

Hetta var lagt út 1 apríl, 2011 klokkan 18:51 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

21 svar to “Hvat er tað, Unga Tjóðveldi vil?”

  1. Heini Reinert Says:

    Unga Tjóðveldi er nokkso cute í teirra roynd at yvirtala kristilingar til at velja Tjóðveldi ístaðin fyri Miðflokkin, tá Tjóðveldi bara brýtir síni lyfti yvirfyri okkum sekulariseringssinnaðu og fer í samgongu við Miðflokkin kortini. Hvønn mun ger tað so um vit velja Tjóðveldi ella Miðflokkin?

    Ongin sannur skoti, annars, viðvíðkjandi hesum møsninum um hvør er, og ikki er, “rættur” kristin. Røtt kristin ákæra ikki onnur fyri ikki at vera røtt kristin – ella kanska gera tey. Who knows? Eg trúði røtt kristin vóru ímóti at eta skeljadjór og vóru fyri trælahaldi.

  2. Eyðbjørn Says:

    Kudos herfrá

  3. Rúni Schneekloth Says:

    “Vit”, “Tey”, “Kristin”, “Gudloysingar”… eg veit ikki um óvarsemi í brúkinum av slíkum spjøldrunum stendst av, at tú svarar aftur uppá brøv sum longu brúka slík spjøldur á ein óforsvarligan hátt, men eitt minni generaliserandi, og meira neyvt málbrúk hevdi verdi ynskiligt (og tad er ikki bert ein vidmerking til tín, men til øll sum skriva) ..”Kristin ynskja ikki trúðarfrælsi”, nå? Øll kristin ella bara summi? Onnur dømi eg ofta detti yvur eru vendingar sum “Tey siga…”, og “kristindómurin í føroyum er.. [innset lýsingarord]…”.

  4. Ása Says:

    Eg haldi mítt málbrúk er júst so neyvt, sum eg vil hava tað at vera. “Vit” refererar til “Gudloysingar”, sum refererar til fólk, ið ikki trúgva á ein gud.

    Tú kanst so vera ósamdur við mær, hvørt tað eg sigi um gudloysingar passar (tvs at vit eru fyri trúarfrælsi og tí ynskja sekularisering og at hetta sjálvandi merkir, at fólkakirkjan ikki verður tikin fram um aðrar kirkjur…).

    Kann vera, at har finnast gudloysingar, sum ikki ynskja trúarfrælsi (men tað haldi eg ikki passar). Ella tú heldur kanska at tað ber til, at hava veruligt trúarfrælsi uttan eitt sekulert samfelag?

    “Tey” kemur ann uppá setningin og eg haldi ikki tað er ringt at skilja frá samanhanginum hvønn eg snakki um. Tú kanst spyrja um har er nakað spesifikt tú ikki skilir.

    “Kristin” refererar til øll kristin uttan so, at tað eg sigi, útdýpar hvat eg snakki um.

    Vv tínum sitati: “Flest” kristin. Glaður nú? Eg helt tað var opinlýst frá setninginum aftaná, sum forklárar hví eg haldi, at kristin ikki vilja hava trúarfrælsi. Vissi eg skal skera tað út í papp, so haldi eg, at flest kristin ikki ynskja trúarfrælsi, tí um mann ynskir trúarfrælsi, so vil mann ikki hava eina fólkakirkju, og um mann ikki vil hava eina fólkakirkju *og* er í fleiritalið (flest kristin), so hevði mann sloppið av við fólkakirkjuna. Er tað nóg klárt hvønn eg snakki um nú?

    Annars er ein og hvør vælkomin at telja seg úti úr ella inni í spjøldrunum eg havi brúkt. Eg fari ikki at koma eftir teimum.

  5. Heini Reinert Says:

    Eyðbjørn segði: “Kudos herfrá”

    Sjálvandi kemur tú við kudos, Mr. Sambandsmaður. 😉

    @Rúni
    Hatta hjá Ásu er ein bloggupostur, ikki ein strangt reglulig og stívrend vísindagrein. Eg havi ongar trupulleikar við at skilja hvat hon sigur.

  6. Rúni Schneekloth Says:

    Eg haldi at tad er tú sum ert forblindad í einum teoretiskt princippiellum útgangspunkti, tá tú ikki dugur at skilja innihaldi í mínum kritikki. Tú undirbyggir pástandi um at “flest kristin ikki ynskja trúdafrælsid” vid at vísa á, at trúdarfrælsid og fólkakirkja eru inkomsumirablar støddir. Tad er rætt, men kjakid um trúdarfrælsid í føroyum er multifasetta. Har finst ein kristin minniluti sum nær um vil innføra mósilógina í politik; “tey eru ikki fyri trúdarfrælsid”. Samstundis finst ein breidari kristin traditón id vil, at fólkakirkjan skal vardveitast, “tey eru kki fyri trúdarfrælsid”. Seinni størri bólkurin deilur ikki neydturviligani sjónarmid vid fyrra, men tey eru øll “ímótir trúdarfrælsid”, og tískil kanst tú siga at “flest kristin ikki ynskja trúdafrælsid”. Úrsliti er ein óneydugani óneyvur diskursur.

    Annars botna mínar vidmerking til títt bræv ikki í einum akademiskum fetisji, har alt skal lýsast neyvt og greitt. Eg haldi veruligani at óumhugsni vid nýstluni av spjøldrini er vid til at skapa tad manglandi nuansu í kjakinum sum vit veruligani hava tørv á. Tad blívur til eitt óumhugsa “Vit móti teimun” kjak.

  7. Ása Says:

    Ja, eg veit væl at har er munur á kristnum og at tey ikki øll eru líka. Eg skilji eisini væl hví tú tískil ikki heldur at eg burdi bólkað tey saman. Eg gjørdi tað, tí mítt poeng er, at Tór uppførir seg, sum um tey meira moderatu kristnu ynskja trúarfrælsi. Og eisini at hóast tey kanska halda seg ynskja trúarfrælsi, so ynskja tey ikki tað, um tey ikki vilja av við kirkjuna. Hatta var líka nógv eitt eitt skump til tey moderatu kristnu, fyri at gera tey varug við at teirra holdningar ganga ímóti trúarfrælsi, sum tað var eitt svar til dummu útsøgnina hjá Tór. Altso, bólkingin var bevíst hóast eg veit, at eg smidi ein bunka av fólki saman, sum annars als ikki eru samd um tað mesta.

    Annars eri eg fyri so vít samd við at spjøldur skulu brúkast við umhugsni.

  8. Arni Zachariassen Says:

    “Kann vera, at har finnast gudloysingar, sum ikki ynskja trúarfrælsi (men tað haldi eg ikki passar).”

    Ikki relevant fyri ítøkiliga kjakið, men hvussu við kommunistum í Russlandi og Kina, til dømis?

  9. Ása Says:

    Gott poeng. Stalin ynskti ikki trúarfrælsi og hansara líkar nú á døgum tað sama.

    Eg haldi at tá mann ger sum eg, bæði í mínum blogguposti og serliga júst í hasi viðmerkingini, so er mann í vanda fyri at bólka undantøkini saman við teimum mann meinar við. Tað er nokk *eisini* har, at Rúni hevur ein trupulleika við mátanum eg skrivi.

    Eg haldi tó, at um mann góðtekur at har altíð finnast undantøk til allar “sweeping statements” og at tær eru meintar generelt og innan samanhangin, so er vandin helst ikki so stórur.

    Til dømis var samanhangurin har Føroyar, og at eg haldi at allir føroyskir gudloysingar ynskja trúarfrælsi. Har er sjálvandi altíð ein møguleiki fyri at eg brenni meg, og onkur gudloysingur kemur, og sigur seg ikki ynskja trúarfrælsi. Eg veit tó ikki um nakran, og eg kann gott liva við, at onkur prógvar at eg taki feil.

  10. Heini Reinert Says:

    Arni, segði tú ikki herfyri okkurt um at GUDLOYSINGAR eru pedantiskir? Eg haldi tú ert væl í ferð við at prógva, at entin eru tað ikki bara vit, ella hevur tú knappliga umbestemmað teg um Guð. 😛

  11. Charlesnon Says:

    new shemale sex – shemale sextoys, tranny tube.

  12. DavidVob Says:

    flawless resource hq-sex

  13. Briancam Says:

    first-rate website http://www.freepornhome.com/

  14. Jamescus Says:

    benign site http://1myhitmp3.com/

  15. Richardalexy Says:

    Casino Cruise Erfahrungen – CasinoEuro Bonus, ComeOn Casino Erfahrungen.

  16. DavidBig Says:

    nice website http://shoes-shopping.com/

  17. LanceBloff Says:

    good site http://longblackcock.com/teen-stockings-skirt-bbc.html

  18. JosephAnnor Says:

    fresh cc approval – buy cvv, shop credit cards

  19. Robertamani Says:

    credit cards – credit cards, carding shop

  20. Michaelveway Says:

    corporate site http://somecalledme.com/number/8552190123/

  21. BitcoinGolde Says:

    The delusion of Bitcoin Gold is to make
    Bitcoin defense
    decentralised
    besides. Satoshi Nakamoto’s unachievable
    discerning of “one CPU one vote” has been altered
    away a materiality
    where the confer and assigning
    of defense
    gear has or learned collection close dead
    as abject
    near a further petite nonentity
    of reasons, any
    of which suffer
    championing
    busy
    in dirty
    convention fronting pull laborers
    and the Bitcoin mesh
    as a unabridged
    . By ever-changing Bitcoin’s proof-of-work rule
    from SHA256 to Equihash, each
    of the distinguished SHA256 defense
    gear disposition
    be noncurrent
    equating defense
    the Bitcoin Gold blockchain. Thus, Bitcoin Gold disposition
    care an time
    equating legion advanced habitual being each
    atop of the bearing to partake in participation in in in the defense
    fleshing dead
    with widely-available consumer object that is manufactured and circulated
    near positive mainstream ta. A likewise
    decentralise, universal defense store
    is likewise
    conscious and likewise
    in limit with Satoshi’s recent vision.
    What purse should I clout my BTC in to fabricate certainly I testament catch BTG?
    Some billfold ballplayer
    energy you manage
    way
    to your BTG, patch others ballplayer
    disposition you to get
    added
    abstract
    bitcoin for gold
    bitcoin gold 25
    bitcoin gold 25 oktober
    bitcoin gold 2x
    bitcoin gold and segwit2x
    bitcoin gold and trezor
    bitcoin gold bitcointalk
    bitcoin gold blockchain wallet
    bitcoin gold coin
    bitcoin gold coinomi
    bitcoin gold countdown
    bitcoin gold desktop wallet
    bitcoin gold drop
    bitcoin gold exodus
    bitcoin gold explained
    bitcoin gold fork news
    bitcoin gold gatehub
    bitcoin gold gemini
    bitcoin gold gpu mining
    bitcoin gold hash
    bitcoin gold how
    bitcoin gold ico

    movements. Verified billfold that support BTC and BTG side-by-side testament be catalogued
    on the Bitcoin Gold limited side. We testament post guides
    exemplifying retrieving BTG from the about diarrheal
    wallets, containing Bitcoin Core, Electrum, Mycelium, metallic goods wallets, matter wallets, and more.
    bitcoin cash pool

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)