Hvat er tað, Unga Tjóðveldi vil?

Ása Johannesen

Har komu tvey lesarabrøv frá Unga Tjóðveldi innanfyri øgiliga stutta tíð út á Røddini, sum nærum beinleiðis mótsiga hvør øðrum. Bara *nærum*, tó. Tí tað kemur eitt sindur ann uppá hvat mann kallar “røtt kristin” og um “røtt kristin” taka undir við fríari fosturtøku.

Nevndarskrivarin hjá Unga Tjóðveldi, Tór Marni Weihe, leggur út við at siga, at “røtt kristin” (og eg nokti at brúka prikka ø) eiga at velja Tjóðveldi, tí at Miðflokkurin er miðaldarligur.

Síðani kemur hann við einum lista av tingum, sum Tjóðveldi vil. Listin er sera penur og hugnaligur, men tað sær ikki tú til at Tór hevur uppdagað, at orsøkin til, at nógv kristin velja Miðflokkin, er tí tey eru ímóti nøkrum av tingunum hann nevnir.

Kristin ynskja ikki trúðarfrælsi. Um tey gjørdu, so var fólkakirkjan langt síðani avskaffað, so Tórsa seinasta punkt um at fylgja mannarættindasáttmálanum, rekur tey øll burtur. Hinvegin havi eg ein varhuga av, at Tór heldur ikki ynskir trúðarfrælsi. Hann fer nevniliga víðari til at tosa um hvussu ræðulig øll hesi “ikki røttu” kristnu eru. Tað er, sum um hann heldur tey ikki burdu sloppið, at trúð sum tey gera. Harafturat er tað hann sigur í beinan mótsetning til tað hann sigur seg vilja, sum er at fáa kristin at velja Tjóðveldi ístaðin fyri Miðflokkin. Eg veit ikki hví hann heldur at hann kann fáa Miðflokkaveljarar at broyta meining, við at fortelja teimum, at tað tey standa fyri, er:

“at forða útvaldum samfelagsminnilutum at liva eitt sömiligt lív, indoktrineran av haturi og rasismu í föroysk börn umvegis fólkaskúlan, og omaná alt hetta royna hesi at seta á stovn eitt teokratisk, fundamentalistiskt, kvinnukúgandi og órættvíst samfelag.”

Tað er næstan, sum hann ikki veit hvat hann vil.

Hann fer víðari við at greiða frá muninum millum “røtt” (tvs fitt) kristin og hini óreinu kristnu. Hann fortelur okkum eisini at bæði vit gudleysu, tey “røttu” kristnu og serliga ung kristin burdu gjørt nakað við tað:

“Her hava vit öll, bæði rött kristin og guðsavnoktandi, og serliga tey ungu kristnu, eina skyldu. Vit eiga at syrgja fyri, at börn ikki slúka alt rátt, ið tey fáa fortalt frá eldru kristnu familjulimunum og vinum, men læra tey at tey sjálvi eiga virkin at sökja sær vitan.”

Tvs vit skulu inn at blanda okkum uppí hvussu fólk uppdraga síni børn? Sigur tú at eg skal fara at mótarbeiða foreldrunum at hesum børnunum? Hvat var tað tú segði um mannarættindi longur uppi? Er tað ikki okkurt við, at tað eru eini mannarættindi, at sleppa at uppdraga síni børn eftir egnari sannføring?

Eg eri ikki heilt vís í hvat Tór vil við hesum. Eg vóni, at hann tosar um at gera fólkaskúlan betri, men eg veit ikki heilt hvat tað er, hann vil. Hatta ljóðar mest sum haturstala ímóti kristnum – og so er hann kristin sjálvur.

“Um tú vilt tað besta fyri samfelagið, fólkið, kirkjuna, kristindómin, fólkaræðið og rættvísið í Föroyum, so setir tú x við Tjóðveldi á næsta vali.

Við tollyndiskvöðu

Tór Marni Weihe, nevndarskrivari Unga Tjóðveldis

Og her sigur hann so, at vit gudloysingar ikki skulu velja Tjóðveldi. Eg haldi ikki, har eru nógv av okkum, ið ynskja, at kristindómur og fólkakirkjan vera tikin fram um aðrar átrúnaðir ella kirkjur. Vit eru fyri trúarfrælsið og hetta er bara gjørligt umvegis sekularisering. Tað vil siga, at okkara politikarar skulu gera lógir, ið ikki geva nøkrum ávísum átrúnaði fyrimun, sum til dømis okkara fólkakirkju ella kristindómi sum heild.

Eg haldi heldur ikki at Tór var serliga tollyntur yvir fyri “skeivum” kristnum, men hetta er kanska bara ein partur av politiska spælinum?

Tað, sum so er uppaftur meira ørkymlandi, er at Unga Tjóðveldi eftir øllum at døma eisini er fyri fríari fosturtøku (hatta er annars nógv betri skrivað, hvør tað so enn er, sum skrivaði tað). Altso… Hvat fyri kristin er tað, tit vilja tiltrekkja? Er tað veruliga vert tað fyri tykkum, at fáa gudloysingar at missa virðing fyri tykkum (við at lefra fyri fólkakirkjuni og kristindómi), fyri síðani at styggja flestu kristin frá tykkum? Vilja tit ongar veljarar hava?

Annars fekk seinna lesarabrævið meg at finna Provita á internetinum. Tað er gott nokk ein síða av vemmiligari misinformatión, um har nakrantíð var ein. Eg haldi heldur ikki, at tey skulu sleppa at leggja faldarar í bíðirúm hjá læknanum, um tað er líka ringt sum heimasíðan. Har stendur á forsíðuni at tað, at taka angribollan, er tað sama sum at taka medisinska abort. Ja. Tey halda at angribollin og abort er tað sama. Wow.

Hetta halda Ung fyri Miðflokkin annars er undurfult í sínum lesarabrævið, har tey ákæra Unga Tjóðveldi fyri at vilja gera morð lógligt, tí tey tala fyri fríðari fosturtøku. So hugnaligt, so hugnaligt, tá politikarar byrja at spilla hvønn annan út.

 

Hvør er ringast, her?

Merki: , , , , , , , , , , , ,

Hetta var lagt út 1 apríl, 2011 klokkan 18:51 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Svara

Connect with Facebook

ERROR: si-captcha.php plugin: GD image support not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable GD image support for PHP.

ERROR: si-captcha.php plugin: imagepng function not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable imagepng for PHP.

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)