Svar til Berg Nónklett

Bergur Nónklett skrivaði tann 24. marts ein blogg á røddin.fo, ið hann kallar “Gud er veruligur”. Eg fari her at viðgera tað mesta av tí, ið hann sigur. Onkur heldur kanska at eg her leggi eftir einum løttum offuri, men hetta skal ikki takast sum eitt persónligt álop á Berg. Heldur vil eg kasta ljós á nakrar av teimum pástandum, ið Bergur kemur við, tí teir ganga aftur hjá teimum flestu, ið vilja vísa á at kristindómurin hevur søguligt og vísindaligt grundarlag.

Einki prógv er fyri at gud hevur skapt nakað av ti vit síggja. Royndir hava verið gjørdar innan lívfrøði. Michael Behe og hansara “Irreducible complexity” er tað einasta harða prógvið, ið mær vitandi er lagt fram, og tað er langt síðani dyggiliga afturvíst av millum øðrum Kenneth Miller. Áhugaði kunna sláa “The Dover Pennsylvania trial” upp á netinum.

Stjørnufrøðin, jarðfrøðin og menningarlæran kunna siga okkum hví alheimurin er sum hann er í dag, uttan at gud noyðist at blandast uppí, men hví alheimurin er til er enn ein ósvaraður spurningur, og tað at vísindin ikki hevur eitt endaligt svar ger ikki svarini hjá nakrari trúgv meira sannlík.

Tá Bergur spyr: “Hvar kom alt frá um gud ikki skapti tað?” vevur hann tveir púra óheftar spurningar saman. Eg skrivaði ein blogg her á gudloysi.fo um hesa próvbyrðina í januar í ár, og eg haldi einasta skilagóða svar til spurningin er: “Tað hevur einki við sakina at gera! Her kjakast vit um hvørt tað er sannlíkt at gud skapti alt ella ikki. Hvussu sannlíkar aðrar frágreiðingar eru er ikki viðkomandi.

Tað er bara í bíbliuni at vit frætta at gud skapti alheimin, men bíblian sigur eisini so nógv annað, ið vit í dag vita at ikki er satt. At siga at gud skapti okkum er at ignorera menningarlæruna, ið er ein væl undirbygd lívfrøðilig ástøði.

Viðvíkjandi endamálinum við okkara lívi, so gera vit í dag okkara egna endamál, men lívfrøðiliga sæð er bert eitt endamál við øllum livandi, og tað er at yvirliva og nørast. Alheimurin skyldar okkum ikki meining, hvussu nógv Bergur tó vildu ynskt tað.

So eru tað tær søguligu keldurnar, ið vit so ofta hoyra um frá kristnum, og Bergur nevnir tær eisini. Lat okkum hyggja nærri at teimum:

Uttanfyri bíbliuna finnast tríggar tilsipingar til Jesus og kristin, og tær eru eftir Plinius og Tacitus, báðir Rómverskir søguskrivarar, og Josephus, einum jødiskum søguskrivara.

Flestu søgufrøðingar eru samdir um at ørindið hjá Josephus um Jesus ikki er upprunaligt men at tað er sett inn í fjórðu øld av Eusebius, einum rómverskum katólskum biskopi.

Ørindi hjá Tacitus er helst eisini falskt. Ikki gjørt so nógv til at prógva Jesus, men meira til at leggja Nero undir at geva teimum kristnu skyldina fyri at brenna Róm í 65 A.D. Eingir aðrir søguskrivarar nevna at Nero forfylgdi teimum kristnu. Og tað finnast nógvar og langar søguligar frágreiðingar eftir Seneca, ið var ein av ráðharrunum hjá Nero, og hann nevnir ikki kristin í Róm við einum orði. Ikki ein einasti kristin søgufrøðingur nevnir hetta brotið hjá Tacitus fyrr enn í 1468, tá Johannes de Spire úr Venedig brádliga nevir tað í einum avriti av Tacitus. Eftir tað er ørindið at finna allastaðin hjá kristnum søgufrøðingum.

Tað er illa hugsandi at eitt tað søguliga týdningarmiklasta brotið fyri kristindómin hevur verið yvirsæð í 1360 ár. Nógv meira sannlíkt er at Johannes de Spire fann uppá tað sjálvur.

Hesir søguskrivararnir, Apollonius, Persius, Appian, Petronius, Arrian, Phaedrus, Aulus Gellius, Filon úr Alexandria, Columella, Phlegon, Damis, Plinius Eldri, Dio Chrysostom, Plinius Yngri, Plutarch, Epictetus, Pompon Mela, Favorinus, Ptolemæus, Florus Lucius, Quintilian, Hermagoras, Quintius Curtius, Josephus, Seneca, Justus úr Tiberius, Silius Italicus, Juvenal, Statius, Lucanus, Suetonius, Lucian, Tacitus, Lysias, Theon úr Smyran, Martial, Valerius Flaccus, Paterculus, Valerius Maximus og Pausanias livdu og skrivaðu allir í einari tíð og einum stað har teir høvdu góðan mæguleika bæði at frætta og síggja Jesus og hansara lærusveinar, men teir nevna hvørki Jesus ella kristin við einum orði.

Eg havi ikki pláss her at skriva um allar, men Filon tildømis: hann var føddur í Alexandria 20 fyri krist og doyði 50 eftir krist. Hann skrivaði um søgu jødanna alla tað tíð Jesus sigst hava verið til. Hann búi í, ella tætt við, Jerusalem tá Jesus sigst vera føddur og tá Heródes lat dreingjabørn drepa. Hann var á leiðini tá Jesus sigst vera riðin inn í Jerusalem, tá hann sigst vera krossfestur, tá jarðskjálvti og myrkur sigast hava verið og tey deyðu sigast at vera risin upp, men hann nevnir einki av øllum hesum. Ikki við einum einasta orði!

Fyrstu ferð evangeliuni eru nevnd av søguskrivarum er í 180 A.D. tá Theophilus nevnir Jóhannesar evangeliið. Hann kallar tó ikki Jóhannes fyri ein lærusvein menn fyri ein lærdan mann. Tann fyrsti, ið nevnir øll fýra evangeliuni í einum er Irenaeus, og tað ger hann í 200 A.D. Hareftir vera tey ofta sipaði til av kristnum skrivarum. Tað mest sannlíka er at evangeliuni vóru skrivaði ímillum 180 og 200 A.D.

Lærusveinarnir hjá lærusveinunum hjá Jesusi er ein hypotesa, ið ikki er undirbygd av nøkrum faktum. Hetta er einki annað enn gitingar, ið Bergur helst ikki hevur funnið uppá sjálvur men hevur hoyrt frá øðrum.

Eg vil pástanda at Bergur og onnur kristin seta allan atfinningarsaman hugsunarhátt til viks til frama fyri ynskihugsan.

Hetta var lagt út 8 apríl, 2011 klokkan 10:01 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

5 svar to “Svar til Berg Nónklett”

  1. Anonymur Says:

    Sera gott skrivað Heri. Eg vil viðmæla áhugaðum í tílkíkum søguvísindaligum aspektum av religión, at lesa God is not Great av Christopher Hitchens.

  2. Gudloysi » Blog Archive » Um at skilja hugtakið ‘blogga’ Says:

    […] í ár skrivaðu tveir av okkara blogguhøvundum – Eivind og Heri – hvør sín bloggupost, har teir góðu til kennar sínar persónligu meiningar um Jesu […]

  3. Bergur Says:

    Heri, tær óbundnu keldurnar bakka bíbliuna upp søguliga. Eg seti eisini stórt spurnartekin við Behe og hansara prógv um tilveru.
    Evangeliini vórðu nokk skriva áðrenn ár 70, tí tá kendu fólk allarhelst til tey.
    Lærisveinarnir hjá lærisveinunum hjá Jesusi er ikki ein hypotesa sum tú pástendur. Tildømis var Clement úr Róm lærisveinur hjá pæturi. Mentanin var at tað var givið víðari. Tað var lært uttanat. Paulus siterar tað munnligu tradisjónina í 1. Korintbrævið.
    Lærisveinarnir góvu sítt lív fyri tað teir SÒU og upplivdu og góvu tað sum teir høvdu sæð og hoyrt víðari og lærdu sínum lærisveinum tað uttanat.
    Eg seti heldur ikki atfinningarsaman hugsunarhátt til viks til frama fyri ynskihugsan, men til frama fyri prógv.

  4. Heini Reinert Says:

    Lærisveinarnir góvu sítt lív fyri tað teir SÒU og upplivdu og góvu tað sum teir høvdu sæð og hoyrt víðari og lærdu sínum lærisveinum tað uttanat.

    Um vit báðir nú traðka uttanum hvørt tað passar ella ikki, (tað kunnu Heri og tú skeldast um) so hevur tað altíð undra meg, hvussu ofta kristin nevna tað, at fólk eru deyð fyri kristindóm. Sum var tað ein sannførandi grundgeving fyri at halda, at kristindómur tískil passar!

    Hinduistiskir martyrar hava eisini verið til. Fyri nú at nevna bert eitt dømi av mongum. Vit gudloysingar eiga Hypatiu, sum var dripin av teimum kristnu, fyri at tað ikki eingongd skal vera lygn.

  5. Bergur Says:

    Eg kenni einki til Hypatiu, men tað eru eisini hend nøkur skeiv ting í søguni í kristindóminum, tíverri.
    Men kristin eru dripin tí at tey hava boða evangelii!

Svara

Connect with Facebook

ERROR: si-captcha.php plugin: GD image support not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable GD image support for PHP.

ERROR: si-captcha.php plugin: imagepng function not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable imagepng for PHP.

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)