Vit eru álvar!

Fyrr í dag varð eg liðugur at lesa bøkurnar báðar Eragon og Eldest úr bókarøðini Inheritance Cycle hjá Christopher Paolini. Onkur kennir kanska filmin, ið er grundaður (leysliga) á fyrstu bókina. Eg vildi heldur viðmælt bøkurnar enn filmin, tó at eg helt, filmin vera væl verdan at hyggja at. Tað er tó ikki tað eg vil tosa um, men heldur fylgjandi brot úr Eldest, sum eg læs meg framá:

“Meistari, seinastu nátt kom tað mær í hug, at hvørki tú ella tær hundraðtals av bókarullum álvanna, ið eg havi lisið, nevndu tykkara religión. Hvat trúgva álvar uppá?”

Eitt langt suff var fyrsta svarið hjá Oromis. Síðani: “Vit trúgva, at heimurin virkar sambært ávísum óbroytiligum reglum, og at við áhaldandi royndum kunnu vit avdúka hesar reglur, og brúka tær til at útrokna tilburðir, tá viðurskifti endurtaka seg.”

Eragon blunkaði. Tað fortaldi honum ikki tað, sum hann vildi vita. “Men hvønn, ella hvat, tilbiðja tit?”
– “Onki.”
– “Tilbiðja tit hugtakið um onki?”
– “Nei, Eragon. Vit tilbiðja als ikki.”

Tá eg læs hetta brotið, kundi eg ikki halda mær at bresta út úr at flenna. Brotið Eragon and Eldest Omnibus Permaer bara so beinrakið og minti meg ikki sørt um hinaferð í 2008, tá Bergur Debes Joensen vildi hava okkum í Gudloysi at svara honum, hvønn Gud vit so trúgva uppá, um vit ikki trúgva á Kristus. Tí um vit onki tilbiðja, so mugu vit tilbiðja onki, ikki so?

Paolini hevur annars fingið atfinningar fyri at skriva um gudloysingaálvar. Í summum førum er Paolini eisini vorðin “ákærdur” fyri at vera gudloysingur sjálvur. Hetta er ein fjákut ákæra. Fyri tað fyrsta er tað ikki ein ákæra yvirhøvur. Hvat so um Paolini nú var ein gudloysingur? Ger tað nakað? (Paolini sjálvur noktar at fortelja almenninginum, hvat hansara parsónligu meiningar um átrúnað eru. Púra beint.)

Fyri tað næsta er tað fjákut at ganga út frá, at ein høvundur er samdur við meiningunum hjá nøkrum einstøkum av sínum skaldsligu skapningum. Álvarnir hjá Paolini eru gudloysingar, dvørgarnir hjá honum dyrka fleirgudatrúgv, og menniskjuni eru entin leysliga pátrúgvin, ella eisini tilbiðja tey Galbatorix, tann ónda gandakallakongin, og drekarnir halda seg sjálvar vera gudar. Eragon sjálvur sýnist mær mest av øllum at vera agnostiskur uppá vanliga talumátan; hann veit ikki heilt hvat hann skal halda, tí hann er fangaður mitt í rokinum og ávirkaður frá øllum síðum. Eg síggi ikki nakra stórvegis ábending um, at Paolini favoriserar nakrar av sínum skapningum; hann er rímiligur yvirfyri teimum øllum.

Eg frøddist tó serstakliga um hansara skaldsligu íroknan og rímiligheit yvirfyri tí gudleysu støðuni. Tað er sjáldsamt at vit vera rímiliga viðfarin, og sjáldsamari enn at vit vera nevnd yvirhøvur í fagrum bókmentum.

Hinvegin kann tað vera, at tey atfinningarsomu hava rætt í teirra atfinningum ímóti gudleysum fantasy; gudleyst fantasy verður vanliga kallað science fiction. (Hø, hø…)

Merki: , , , , , , , , , , , ,

Hetta var lagt út 19 apríl, 2011 klokkan 23:29 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Svara

Connect with Facebook

ERROR: si-captcha.php plugin: GD image support not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable GD image support for PHP.

ERROR: si-captcha.php plugin: imagepng function not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable imagepng for PHP.

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)