Aftursvar til Høgna Johannesen

Høgni Johannesen hevur ómaka sær at skriva eitt aftursvar til mínar hugleiðingar um tann søguliga Jesus. Eg vil takka Høgna fyri at hava tikið sær tíð til at lesa mína viðmerking, og ikki minst skriva sítt – heldur langa – aftursvar.
Mín upprunaliga viðmerking um tann søguliga Jesus bleiv skrivað, tí tað er eitt rák innan kristindóm, har tað fyri summi trúgvandi ikki er nokk bara at trúgva. Hesin bólkur av trúgvandi hava tørv á søguligum og vísindaligum prógvum fyri síni trúgv. Hetta er ein bólkur av trúgvandi, sum Søren Kierkegaard í sínari tíð segði um, at tey vóru teir størstu guds spottarar av øllum. Sambært Kierkegaard, so kann ivin ikki køvast við skynsemi ella prógvum. Tað sum skal til, er eitt lív, ið eftirlíknar Jesus sjálvum, og at royna at køva ivan við skynsemi er at missa Kristus. Tað er eisini áhugavert, at Jesus sjálvur ikki royndi at sannføra nakran við at koma við skynsemi ella prógvum. Fyri hann var nokk at siga “Fylg mær eftir, og tú vilt finna útav, um eg tali av mær sjálvum ella um mín tala er gudsgivin”.
Trúgvandi, sum royna at prógva Jesus, gera trúnna til einkis, tí hvussu kann mann trúgva nøkrum, sum mann veit við vissu er hent? Trúgv er full vissa um tað, mann ikki sær, men hevur tú prógvað eitthvørt, so sær mann klárt og týðiligt. So er ongin ivi longur, og tá er ikki neyðugt at trúgva.
Høgni Johannesen er ein av hesum trúgvandi, fyri hvønn tað er neyðugt at halda trúnni uppi við søguligum og vísindaligum prógvum. Tað í sjálvum sær er ringt nokk, men tá hesi so kallaðu prógv omaná hetta byggja á misfatanir og ynskidreymar, so gerst tað ein reinur sorgarleikur. Ein sorgarleikur, sum bert økist av, at Høgni meinar tað gott. Hann ynskir brennandi at hansara brøður og systrar í Harranum skulu hava nøkur góð argument fyri at verja trúnna. Tíverri fyri hann og onnur, sum hava tørv á hesi høkju til at stiðja sína trúgv við, so eru argumentini øll sum eitt vánalig, og tá trúgvin verður hildin uppi av vánaligum argumentum, so hevur hon onki haldbari. So byggir hon á sandbotn.
At siga, at Jesus var ein væl staðfestur søguligur persónur, er at siga ósatt. Tað finnast nærum ongar søguligar heimildir til Jesus, og tær fáu sum finnast, eru ikki samtíðar heimildir. Høgni skrivar síðu upp, og síðu niður um, hvat nútímans granskarar halda um tann søguliga Jesus, men alt hetta er ikki annað enn nútímans hugleiðingar. Tað telur ikki sum søguligt prógv. Eg vænti, at um Høgni kundi veksla allar hesar hugleiðingar um við eina góða søguliga keldu, so hevði hann glaðbeintur gjørt tað. So hevði hansara aftursvar eisini verið munandi styttri, tí tað einasta hann hevði fyri neyðini var, at vísa til hesa søguligu keldu. Eftir sum hon ikki finst, so mugu hugleiðingar setast inn ístaðin. Nógvar hugleiðingar.
Høgni misfatar eisini tað eg skrivi um óheftar keldur. Hann nevnir nakrar bøkur, sum als ikki eru óheftar, men hann gloymur í sama viðbragdi, at ongin av hesum bókum verða nýttar, sum søguligar keldur. Tá mann skal meta um søguligar keldur, so vinnur ein óheft kelda altíð á einari, sum ikki er óheft. Hetta eigur ikki at koma sum ein skelkur fyri nakran, og um so er, so skal mann bara hugsa um síðsta Flógvakríggið, har irakiski kunningarmála ráðharrin – av Vesturheiminum doyptur Comical Ali – royndi at mála eina so ljósareyða mynd, sum yvirhøvur gjørligt, av teimum hendingum, sum fóru fram. Vesturlendsku fjølmiðlarnir kundu hinvegin eygleiða hendingarnar púra óheft og endurgeva tær eftir sama leisti.
Tað at eg sigi, at tað ikki finnast nakrar góðar samtíðar heimildir fær Høgni til, at eg eisini má meina, at øll gransking um Seinna Heimsbardaga er óálítandi, tí hendan er øll skrivað eftir hendingina. Tað er nú ikki tað eg meini, tí sjálvandi má øll søgulig gransking verða skrivað eftir sjálva hendingina. Tað fær ikki verið øðrvísi, men tað var heldur ikki gransking sum so eg hugleiddi um, men heldur søguligar keldur. Tað finnast hópin av samtíðar keldum til Seinna Heimsbardaga, so sum Høgni eisini sjálvur kemur inn á, men tað finnast ongar slíkar um Jesus. Tí byggir søgulig gransking um Seinna Heimsbardaga á ein góðan grundvøll, meðan øll gransking um Jesus byggir á skrivisliga grund, har tað stendur einum hvørjum frítt at tulka tær fáu upplýsningar vit hava um persónin Jesus.
Høgni nevnir Papias sum eina keldu, men tað finst ongin tekstur av Papias. Tað finnast bara endurgevingar av tí teksti, sum Papias skal eitast at hava skrivað. Endurgevingar, sum eru skrivaðar 200 ár eftir, at Jesus skal eitast at vera føddur. Høgni nevnir Q kelduna, men tað finst ongin Q kelda. Q handritið er eitt onki annað enn ein hypotesa, sum kristnir granskarar hava hugleitt seg fram til, sum eina møguliga uppruna keldu til evangeliini. Høgni nevnir Tacitus, men Tacitus skrivar nærum 100 ár eftir deyða Jesusar, og hann skrivar meira um tey kristnu enn um Jesus. Tað einasta hann nevnir um Jesus er, at hann bleiv krossfestur. Høgni nevnir kristnar menn, sum skrivaðu 100-300 ár eftir at Jesus var deyður. Við øðrum orðum nevnir Høgni nógv, men hann nevnir onki sum kann brúkast, sum ein samtíðar søgulig kelda til Jesus.
Sum heild haldi eg, at Høgni hevur eina í so einfalda og ókritiska tilgongd í síni roynd at staðfesta søguliga sannleikan um Jesus. Gnostikarnir vóru smartir tá teir settu skeiv nøvn á síni evangeliir, meðan tey fyrstu kristnu á ongan hátt kunnu hugsast at hava gjørt tað sama. Sumt av tí Eusebius skrivar er skeivt, men akkurát tað hann skrivar um Jesus er púra beint. Her er ongin samanhangur í tilgongdini, annað enn tað, at alt sum kann brúkast verður brúkt, meðan alt tað sum ikki kann brúkast verður kolldømt. Søgukritiskt kann ein slík tilgongd ikki brúkast til nakað, tí hon er alt ov litað av ynskinum um, at seta sína egnu søgufatan í eitt so gott ljós sum til ber, og í so máta minnir hon eitt sindur um arbeiðsháttin hjá Comical Ali á sinni.
Høgni ákærir meg fyri at royna at villleiða fólk, men tað einasta eg geri er, at halda meg til tað vit veruliga vita, samstundis sum eg seti spurnartekin við tað, sum Høgni heldur seg vita. Vit vita við vissu, at fyrstu ferð evangeliini verða nevnd sum ein eind er í 180 e.kr.. Vit vita við vissu, at tað stendur onki í evangeliinum, sum kann brúkast til at dagfesta tey. Vit vita við vissu, at tað stendur onki í evangeliiunum, sum avdúkar hvør rithøvundurin er. Vit vita við vissu, at tey fyrstu kristnu ikki nevndu nakað evangeliium í sínum tekstum, meðan tey nevndu brøvini hjá Paulus. Vit vita við vissu, at nútímans hugleiðingar hjá kristnum granskarum ikki telja sum søgulig prógv, og harvið rapar størsti parturin av korthúsinum hjá Høgna Johannesen.
Um tað at halda seg til tað vit veruliga vita er villleiðandi, so kann eg gott skriva undir uppá, at eg havi villleitt nógv fólk. Tað má so verða upp til lesaran at taka dagar ímillum, um hugleiðingarnar og hypotesurnar hjá Høgna telja meira enn verulig vitan. Óansæð hvat fyri niðurstøðu ein kemur til, so kann mann hvíla í vissuni um, at sannleikin í kristindóminum hvørki stendur ella fellur við, um Jesus er ein søguliga staðfestur persónur.
Merki: Eivind Ortind Simonsen, Høgni Johannesen, Jesus





mai 27th, 2011 at 21:24
http://kristindomur-svarar.blogspot.com/2011/05/aftursvar-til-eivind-ortind-simonsen.html
august 5th, 2011 at 19:58
Eivind, tú mást síggja at tey søguligu prógvini eru har. Tey eru har sjálvt um tú sigur ímóti! Eg rokni við at tú hevur sæð tey!
desember 8th, 2011 at 17:26
Sera væl skriva og frágingið EOS.