Um at skilja hugtakið ‘blogga’

Fyrr í ár skrivaðu tveir av okkara blogguhøvundum – Eivind og Heri – hvør sín bloggupost, har teir góðu til kennar sínar persónligu meiningar um Jesu søguligheit. Síðani hevur Høgni Johannesen á Tórsportalinum skrivað eina langa, óhøfliga ákæru um, at Heri og serstakliga Eivind taka feil og beinleiðis lúgva. Persónliga síggi eg ikki, hví tað má merkja at onkur lýgur, bara tí tveir partar eru ósamdir. Um vit nú lata sum um, eg var samdur við Hera og Eivind, so haldi eg ikki Høgna lúgva fyri tað. Til ber at taka feil, hóast ein er erligur.

Hvørji síðu eri eg samdur við? Tað er hvørki her ella har. Eg eri í hesum bloggupostinum ikki áhugaður í at taka støðu til, hvør hevur rætt. Kenni eg Eivind og Hera rætt, høvdu teimum dámt betri at svara fyri seg sjálvar. Eg eri tó áhugaður í at viðgera fylgjandi ákæru Høgna ímóti felagnum Gudloysi:

Tað, sum ger mær ilt, er, at slíkir pástandir, sum slett ikki hoyra veruleikanum til, fáa so frítt spæl, og harvið sleppa at mynda hugaheimin hjá lesarum. Tað ger mær ilt, at gudloysisfelagið á sínum bloggi velur at lúgva fyri sínum lesarum um søgulig fakta, sum nærum allir granskarar halda vera sonn?

Fyrst og fremst vil eg spyrja Høgna, um hann veruliga heldur, at talufrælsið skal avmarkast av hansara persónligu meining um, hvør lýgur? Um Gudloysi ikki skal vera ein miðil fyri meiningunum hjá føroyskum gudloysingum í øllum teirra fjølbroytni, hvør skal so? Sum skrivari á Gudloysi liggur tað mær fjart at sensurera nakran sum helst. Vit gudloysingar renna okkum í nóg nógvar blokeringar, tá vit vilja gera vart við okkara sjónarmið, sum er, uttan at vit eisini byrja at køva okkara egnu. Um onkur av okkara høvundum vil sleppa at skriva eina bloggu, sum er lygn úr einum enda í annan, so skal persónurin sjálvandi sleppa tað, so leingi talan ikki er um beinleiðis persónsniðring. Tað stendur hinum av okkara høvundum – og Høgna – frítt at avdúka lygnirnar.

Tað næsta, eg vil spyrja Høgna um, er, hví tað er honum so trupult at skilja hugtakið ‘blogga?’ Vit fáa stundum løgnar viðmerkingar, ið eru skrivaðar, sum um allir okkara høvundar, í teirra einstøku bloggum, umboða alt felagið. Eg skilji ikki, hvar hesin tankin kemur frá. Tá Arni Zachariassen kom við eini slíkari viðmerking, góðu vit honum høvi at blogga fyri Gudloysi frá sínum egna átrúnaðarliga sjónarmiði. Gudloysi er fyri dialogi og fjølbroytni í meiningum. Vit eru fyri ósemju. Tað noyðast vit at vera, um vit vilja vera fyri øll tortrúgvin í Føroyum. Tí tað einasta vit hava til felags er, at vit ikki trúgva uppá Guð. Um vit øll máttu vera samd í øllum fyri at vera limir í Gudloysi, so hevði Gudloysi bestaðið av einum ógvuliga einsamøllum persóni.

Um nakar vil umboða felagið skrivliga – sum t.d. tá vit skriva lesarabrøv og tíðindaskriv – so skal skrivið fyrst góðkennast av felagsins aktivu limum. Tað hevði verið láturligt, um vit gjørdu hetta fyri allar okkara bloggupostar, og tískil umboða okkara bloggupostar – hesin íroknaður – bert høvundans egnu meining. Tað skal eisini viðmerkjast at ein og hvør við áhuganum – uttan mun til átrúnað ella limaskap – kann blogga fyri Gudloysi. Á okkara høvundasíðu stendur fylgjandi at lesa:

Hevur tú hug at blogga fyri Gudloysi?Set teg í samband við okkum. Vit leita altíð eftir nýggjum tilfari og tað er als ikki eitt krav at bloggarar skulu vera limir, gudloysingar ella samdir við okkum yvirhøvur. Um tú dugir at týða til føroyskt, høvdu vit eisini verið glað fyri týddar greinar, essays o.a.t. um gudloysi, gudfrøði, heimspeki, vísindi ella onnur evni viðkomandi fyri okkum.

Eg haldi meg ikki avdúka nakran loynidóm við at fortelja, at Høgni Johannesen aldrin hevur sett seg í samband við okkum um at sleppa at blogga. So um hann er ónøgdur við, at hansara meining um Jesu søguligheit ikki er umboðað á okkara heimasíðu, hevur hann ongum uttan sær sjálvum at takka. Tað er í øllum førðum undir alt lágmark at ákæra eitt heilt felag fyri, at geva innivist til minnilutameiningar, ið annars sjáldan sleppa at koma til orðanna.

Merki: , , ,

Hetta var lagt út 2 mai, 2011 klokkan 18:20 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

5 svar to “Um at skilja hugtakið ‘blogga’”

  1. Eivind Says:

    Tú hevur fingið eitt aftursvar: http://kristindomur-svarar.blogspot.com/2011/05/aftursvar-til-heina-reinert-gudloysi-um.html

  2. Heini Reinert Says:

    Eg royndi at skriva fylgjandi aftursvar á hansara bloggu, men líkt er til at hansara viðmerkinga-funka ikki riggar.

    Hey Høgni. Takk fyri kommentarin, sum tó ikki inniheldur nakað, sum eg ikki longu havi afturvíst.

    Tá eg meti teg at vera óhøfligan er tað vegna tína ákæru um miðvísa villeiðing og lygn. Hetta eru ógvuslig orð at tveita eftir fólki, bara tí ein er ósamdur.

    Tá eg meti teg at vera ímóti talufrælsi er tað vegna fylgjandi:

    “Tað, sum ger mær ilt, er, at slíkir pástandir, sum slett ikki hoyra veruleikanum til, fáa so frítt spæl, og harvið sleppa at mynda hugaheimin hjá lesarum.”

    Um hetta ikki skal skiljast sum, at “slíkir pástandir” IKKI skulu fáa frítt spæl á Gudloysi.fo, so dugir tú ikki at orða teg. Eg havi greitt tær frá, hví eg, sum skrivari, hvørki kann ella vil sensurera bloggir soleiðis, at tær allar umboða meiningina hjá felagnum heldur enn bert meiningina hjá høvundanum. Eg haldi meiningar skulu hava frítt spæl. Tú heldur at tær ikki skulu. Fínt, um tú nú dregur í land, men tað var hatta tú skrivaði.

    V.v. søguligheit, so hevur tú heilt rætt í, at eg ikki havi nakran førleika til at úttala meg. Tískil lat eg eisini vera. Hetta er eisini grundin til, at eg ikki læs alt tað, tú skrivaði. Eg læs helvtina, skimmaði restina, sá at tað handlaði um søguligheit, og lat tað tískil liggja, tí tað var ikki viðkomandi fyri tað eg vildi skriva um; tína ákæru um villeiðing og lygn og títt ynski um at Gudloysi skal sensurera sínar bloggupostar. Tá eg segði teg roksa, refereraði eg til títt ynsku um skert talufrælsi, tína ákæru um lygn og hvussu langdrigið tú skrivar. Hatta kann eg úttala meg um uttan at hava skil fyri søguligheit og uttan at hava lisið alt tú hevur at siga um evnið.

    Vh
    Heini

  3. Heini Reinert Says:

    Ná, nú lukkaðist tað mær endiliga at fáa mína viðmerking lagda út á hansara bloggu.

  4. Limbo Says:

    Super! Koyr á! Og tá tú nú ert ígongd, so royn og lær hann at verða stuttan og greiðan. Sær út til at taktikkurin er at skriva meir enn nakar orkar at lesa.

  5. Smithee Says:

    Ja, holy Jesus hann skrivar langt. Sheeez…

Svara

Connect with Facebook

ERROR: si-captcha.php plugin: GD image support not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable GD image support for PHP.

ERROR: si-captcha.php plugin: imagepng function not detected in PHP!

Contact your web host and ask them to enable imagepng for PHP.

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)