Youtube gudloysingar
Heilt stuttur postur frá mær í dag. Havi ikki tíð til at skriva nakað ordiligt.
Niðanfyri eru nøkur fólk tað er neyðugt at kenna til, um mann vil kalla seg ein Youtubandi gudloysing. Nøvn, ein stutt lýsing av teirra stíli og ein typisk sjónfíla.
Nokk tann kendasta og best umtøkta gudleysa kvinnan á Youtube. Hon er úr Rumenia og hevur eina stak sjarmerandi accent. Hennara sjónfílur eru stuttligar og provokerandi uppá tann góða, ikki alt ov strævna mátan. Hon brúkar sína tíð uppá at afturvísa religiøsum útsøgnum, hon heldur eru dummar og ger hetta ofta við at venda teimum á høvdi ella yvirdríva.

Hesin er breti. Hann er listamaður og sekulerur humanistur. Hansara sjónfílur eru sum oftast upplýsandi og væl útførdar. Hansara stílur er mildur men við einum kanti og hetta ger hann behagiligan at lurta eftir.

Enn ein breti. Thunderf00t er mest kendur fyri sína røð, sum eitur “Why do people laugh at creationists?”. Í henni tosar hann fyrst og fremst um alt, sum er galið við kreationismu. Hansara sjónfílur eru provokerandi og kanska eitt sindur aggressivar viðhvørt. Ikki tí, hann kemur við góðum og væl samanhangandi upplýsningum og tað mesta hann sigur, er væl undirbygt.

Hesin er úr USA og hansara stílur er sum oftast at skelda inn í kamera um ymisk evni. Nokkso líkatil og vanliga heilt skilagott, um mann annars tímir “rants”. Tað er eitt sindur ymiskt hvussu undirhaldandi hann er, men hann dugur væl at fáa sín boðskap yvirum.

Hetta eru smáar sketchir har “Guð” gongur runt og ger ymiskt. Vit hava eisini Heilaga Andan, Jesus og ymiskar aðrar “bifigurar” úr Bíbliuni við. Nokkso stuttligt uttan at vera serliga upplýsandi ella nakað. Hetta er heilt klárt bara skemt.

Hesin ger teknifilmar, sum handla um ymisk viðurskifti, sum koma gudloysingum við og so eisini religiónskritikk. Hann er australiari.

Har eru sjálvandi nógv afturat, sum eg ikki havi nevnt, men sum eg segði, so skuldi hetta vera ein stuttur postur í dag. Byrja har 😉
Merki: Ása Johannesen, Kendir gudloysingar, Mr Deity, NonStampCollector, QualiaSoup, Sjónfílur, The Amazing Atheist, Thunderf00t, Youtube, ZOMGitsCriss
mai 1st, 2011 at 21:06
Eg vil líka nevna nakrar sum mær dámar væl ið mangla:
AronRa – Lat ikki útsjóndina snýta, hann veit hvat hann tosar um.
dprjones
Potholer54 – Journalistur sum ger kvalitets research, við eitt sindur av turrum góðum humor.
mai 1st, 2011 at 23:36
Awesome! Hasar kenni eg ikki, so eg má fara at hyggja 🙂
mai 2nd, 2011 at 00:52
eisini vert at kjekka 🙂
philhellenes
http://www.youtube.com/user/philhellenes
DasAmericanAtheist
http://www.youtube.com/user/DasAmericanAtheist
James Randi
http://www.youtube.com/user/JamesRandiFoundation
mai 3rd, 2011 at 19:20
Ása.. seriøst! Kennir tú ikki AronRa… tú sum enntá ert biolog, (biolog right?)
mai 3rd, 2011 at 20:41
Heh, biolog, ja. Eg skal nokk hyggja 😛