Hvussu gudsloysnir rigga

Teknirøðin Saturday Morning Breakfast Cereal hevur í dag eina frálíka frágreiðing fyri hvussu theodicies – sum eg á føroyskum havi valt at kalla ‘gudsloysnir’ – rigga.

Vit hava her á Gudloysi fyrr endurgivið Óndskaparinnar tvørsøgn í føroyskari týðing. Far og les. Tað tekur ikki serliga langa tíð. Í stuttum rennur ein og hvør trúgvandi seg inn í ein trupulleika við at sameina aleginleikar guds (t.e. alvælvild, almátt og alvitan) við sannroyndina um, at so ómetaliga nógv líðing finst í verðini. Hetta er ein álvarsamur trupulleiki fyri hin trúgvandi og hevur verið tað nú í mong túsund ár. Trupulleikin er so stórur, at vit hava orðið gudsloysn, ið ikki merkir nakað sum helst annað enn ein roynd at loysa júst henda sera nærlýsta trupulleikan.

Eg sigi her “roynd,” tí mær vitandi hevur ongin enn funnið eina nøktandi loysn. Sum SMBC vísir á, so ber tað ber heilt einfalt ikki til logiskt at varðveita aleginleikar Guðs uttan at koma við eini absurdari avnoktan av, at líðing finst í verðini.

Gamaní hevur okkara egni búsitandi kristni bloggari, Arni Zachariassen, viðgjørt hetta evnið. Men hóast Arni dugir væl at skriva, og hóast hann tá legði upp til at viðgera hendan trupulleikan, so kemur hann tíverri ikki nær námynd nakrari loysn. Hann ger ikki eingongd nakra roynd. Hansara “svar” er bara, at:

Har má vera vón, har má vera vón. Vón er tað einasta, sum er til.

Og:

Tá ið eg standi yvirfyri slíkum bókstaviliga himmalrópandi órættvísi, slíkum óndskapi, má eg trúgva á Gud og at ultimativt rættvísi finnist.

Hetta undrar meg ikki sørt. Mín undran stendst av, at Arni skrivaði sína bloggu sum aftursvar til at Jákup Lützen kallaði hansara støðu irrationella. Arni skrivar seinni í blogguni, at hansara gudstrúgv kann lýsast sum ein vón um, at veruleikin er grundleggjandi góður, hóast so nógv bendir á tað mótsatta. Víðari sigur hann, at hóast hendan vónin ikki er rationell, so er hon heldur ikki irrationell.

Orsaka meg, men at trúgva uppá logiskar andsøgnir – t.d. at Guð hevur viljan, førleikan og vitanina til at steðga líðing hóast líðing eyðsæð ikki er vorðin steðgað – við ongari betri grundgeving enn ynskihugsan, er júst mynstur-dømið um irrationalitet. Eg veit ikki hvat orðið “irrationalitetur” annars skuldi sipa til enn tað at hava ógrundaðar sannføringar, hóast ein veit at tær eru logiskt sjálvmótsigandi. Tað er sum at trúgva, at tvey pluss tvey er fimm, hóast ein veit at tað er ólogiskt, bert tí at ein barasta ikki kann halda út at liva í eini verð, har tvey pluss tvey ikki er fimm. Og síðani at insistera á, at hendan vónin um at tvey pluss tvey er fimm ikki er irrationell, tí tað netupp er ein vón.

Hetta er mær heldur vónbrótandi, tí eg síggi annars Arna sum eitt dømi um ein trúgvandi í tí intellektuella endanum. Men um Arni er nakað av tí besta kristindómur kann bjóða uppá, og hetta møsnið er tað besta Arni kann bjóða uppá, so skuldi eg lækka mítt vit, skil og intellektuella heiðursemi heilt óluksáligt, áðrenn eg nakrantíð kann halda uppat við at vera gudloysingur. Eg eri annars opin fyri nýggjari próvførslu og próvtilfari fyri tilveru Guðs. Um Guð er til, vil eg av erligum hjarta gjarna trúgva at Guð er til. Men heilt erligt, kostnaðurin kann ongantíð vera, at uppgeva tað evnið til at hugsa rationelt, sum Guð eitist at hava givið mær.

Eg haldi Arni man skemta, tá hann tosar um vón soleiðis. Sum um ein ikki kann hava vón uttan at trúgva uppá irrationellan gand. Eg haldi meg t.d. vera fyltan við vón um at vit menniskju nokk skulu kunna klára okkum. Men eg má so siga, at um valið stendur ímillum at hava vón og trúgva uppá at tvey pluss tvey er fimm ella at vera vónleysur og trúgva uppá at tvey pluss tvey er fýra, so virði eg rationella sannleikan hægri enn irrationella ynskidreymin. Tað ger ongan mun hvussu vermandi hesin seinni er. Følsk vón er ongin vón yvirhøvur.

P.S.

Merki: , , , , , , , , , ,

Hetta var lagt út 30 juni, 2011 klokkan 18:47 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

3 svar to “Hvussu gudsloysnir rigga”

  1. Edvin Martinson á Kósini Says:

    “Arni skrivar seinni í blogguni, at hansara gudstrúgv kann lýsast sum ein vón um, at veruleikin er grundleggjandi góður, hóast so nógv bendir á tað mótsatta. Víðari sigur hann, at hóast hendan vónin ikki er rationell, so er hon heldur ikki irrationell.”

    Eg vil ikki starta at blanda meg for nógv uppí hettar kjakið, men at siga at veruleikin er grunleggjandi góður ella óndur, well haldi har liggur ein feilur.

    Veruleikinn er tann hann er, hvørki meir, ella minni. Og vit fáa tað vit vilja úr honum.

    “It is, what it is”

  2. Heini Reinert Says:

    Edvin, púra samdur. Men tú kann skilja hatta sum ein spurningur um hvørt tað at vera til er gott ella ringt. Ella, síðani Arni tosar um vón, so kann ein skilja tað sum ein spurningur um hvussu virðismikil veruleikin er. “Er tað stríðið vert at liva?” ella okkurt. Giti tað er okkurt sovorið Arni meinar. Altso ein terningur er ein terningur, men tað kemur ann uppá hvat fyri spæl vit spæla, um tað er gott ella ringt at fáa 1 ella 6.

  3. Arni Zachariassen Says:

    Eg arbeiði uppá eitt svar. In the mean time, so er hesin bloggurin um orðið “omnibenevolence” áhugaverdur: http://branemrys.blogspot.com/2011/07/omnibenevolence.html

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)