Islam, kvinnur og mentanir

Ása JohannesenEin rúgva av hendingum og tankum millum ár og dag eru bakgrund fyri hesum posti, men eg havi ongantíð ordiliga havt eitt høvi at skriva um tað. Ein blogga eg fann á Twitter gav mær eitt lítið spark at koma í gongd við at skriva. Bloggan er hjá einari kvinnu, sum býr í Egyptalandi og í einum posti fortelur hon um eina lítla roynd hon gjørdi við at lata seg úr slørinum meðan hon var og ferðaðist í Evropa.

Hon sigur, at hon vanliga gongur við sløri av tveimum orsøkum: Hon heldur at kanska er tað kravt av Allah og hon veit at familja og vinir ikki høvdu tikið tað væl um hon gavst at ganga við tí. Hetta haldi eg er áhugavert, tí hon er í sama dilemma, sum ein rúgva av gudloysingum eru í. Hon er ikki gudloysingur, men gongur í sløri partvís tí hon ikki vil skapa trupulleikar í hennara forholdi við familju og vinir. Hetta er ein av høvuðsorsøkunum til, at summir gudloysingar ikki vilja “reklamera” við at teir ikki trúgva.

Anyways, hennara roynd. Hon ger av at fara og eta morgunmat á hotellinum uttan slør og tað er ordiliga antiklimaktiskt fyri hana. Har fólk viðhvørt hugdu tvær ferðir eftir henni fyrr, tí tey ikki vóru so von við at síggja kvinnur í sløri, bleiv hon nú fullkomiliga ignorerað. Hon sigur at hon føldi seg ósjónliga. Hon fer ymsa aðrastaðni og uppdagar hetta sama at uttan mun til hvar hon ferð, so er ongin, ið leggur merki til hennara. Sjálvt tá hon fer í stuttan kjóla og hælir er ongin, sum hyggur. Hetta kemur ikki heilt óvæntað á hana, tí hon hevur observerað, at fólk ikki plaga at uppføra seg annarleiðis yvir fyri kvinnum í minni klæðum í teimum londum, har hetta er vanligt. Hetta er bara ein heilt nýggj uppliving fyri hana.

Eg helt hennara sjónarmið vera nýtt og áhugavert at lesa. Tað er alt ov vanligt at lesa um hvussu kvinnur í muslimska heiminum ikki kunnu hetta og hatta ella verða viðfarnar so og so. Forfrískandi at lesa tað ein tílík kvinna sjálv heldur. Hennara blogga kann heilt vist viðmælast, so far og lesið.

Trupulleikin við hvussu islam er yvirfyri kvinnum er nokkso væl útpenslaður allastaðni, so eg haldi ikki tað er neyðugt hjá mær at siga so nógv um tað. Eg haldi tó tað er áhugavert at mentan kann hava so nógv at siga. Júst sum tað hjá muslimsku kvinnuni omanfyri handlaði meira um familju og nærumhvørvi, so handlar øgiliga nógv innan islam um júst hetta. Muslimar eru møguliga uppaftur meira fjølbroytnir enn kristin, og líkasum kristin, skylda tey altíð uppá islam, tá tey vilja gera okkurt við onnur halda er skeivt. Kvinnur fáa ikki júst høvuðssætið í koranini, men har er stórur munur á hvussu muslimskir menn fara við kvinnum. Summir menn, uppvaksnir í Onglandi, nokta at taka í hondina á kvinnum tá teir heilsa uppá (forbannað fornermandi, vissi eg skal siga tað sjálv) meðan aðrir uppvaksnir í Afganistan vísa stóra virðing yvirfyri (og hava onki ímóti at klemma) ungar kvinnur í stuttum shorts og ermaleysum toppi. Hvussu ber tað til, at summi fólk eru so annarleiðis, enn tær mentanir, tey koma frá? Er tað ein spurningur um tolsemi? Og um so, hvør skal vísa tolsemi? Skal eg vísa tolsemi yvirfyri einum muslimskum manni uppvaksin í London, og ikki bjóða honum hondina? Skal Arabarin vísa tolsemi yvirfyri mær, og taka í hondina hjá mær, ístaðin fyri at gníggja nøs, ella skal hann vænta tolsemi frá mær, og ikki bjóða mær nakran fysiskan máta at heilsast?

Øll hesi undarligu mentanarligu fyribrigdini fáa meg altíð til at protestera, tá fólk skylda uppá sín átrúnað. Tað passar simpulthen ikki, at átrúnaður er ein góð grundgeving fyri at uppføra seg skeivt ella ófólkaligt. Skylda tað uppá tína mentan og uppdragilsi, tí átrúnaðurin er ein vánaligur krókur at hanga tað uppá.

Merki: , , , , ,

Hetta var lagt út 1 juni, 2011 klokkan 17:20 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)