Samandráttur av aðalfundinum 2011

Gudloysi logoTey fylgjandi punktini vóru øll sammælt viðtikin á aðalfundinum t. 18. august 2011.

  • Nevndin:
    1. Jógvan Jákupsson er nýggjur kassamaistari
    2. Limberg Michelsen er afturvendandi vevmeistari
    3. Súni Joensen er nýggjur sosialur samskipari
    4. Heini Reinert er afturvendandi skrivari
    5. Ása Johannesen er afturvendandi nevndarsamskipari
  • Árliga limagjaldið varð hækkað frá 50,- kr. til 200,- kr.
    Semja var um, at 50,- kr. er óneyðuga lágt, og at nýggja upphæddin vónandi fer at geva felagnum betri sømdir, at skipa fyri meir áhugaverdum tiltøkum.
  • Felagið hevur fingið nýggjar viðtøkur.
    Viðtøkurnar eru at finna her.
  • Felagið hevur fingið nýggja almenna stevnu.
    Stevna felagsins er sokallaða keypmannahavnaryvirlýsingin um átrúnað í almenna rúminum og finst her.

Onnur evni, ið vóru uppá tal umfataðu, at nýggi kassameistarin ætlar sær at skráseta felagið og seta upp nýggja konto, at sosiali samskiparin fer at taka sær av felagsins tilveru á Facebook, og at skrivarin skal geva nýggju nevndini ymiskar neyðugar upplýsingar.

Limagjald fyri komandi ár verður sjálvandi ikki kravt inn fyrr enn kassameistarin hevur fingið nýggju kontoina í rætt lag.

Gudloysi

Hetta var lagt út 31 august, 2011 klokkan 18:46 og er goymt undir Tíðindi. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)