Takk fyri McElroy Church of Christ

USA er veruliga eitt serdømi tá tað kemur til religión. Tey hava sundurskilt kirkju og stat. Hetta elvir til mikla kapping millum kirkjunar, tí tær eru sum ein fyritøka, har peningaligi umsetningurin hevur avgerandi týdningin.
Kirkjunar reklamera líkasum SMS ella Super Brugsen, við stórum plakattalvum ella “billboards” sum ofta standa við vegkantar, og tær religiøsu plakattalvurnar eru ofta orsøk til stórt kjak í USA.

Well.. fyri nøkrum vikum síðani kom ein heldur áhugaverd plakattalva til sjóndar í statinum Ohio. Hon var fíggjað av einari kirkju, sum kallast McElroy Road Church of Christ. Plakatin tosar fyri seg sjálva:

There is no god
Samdur!
Don’t believe everything you hear
Aftur samdur!

Plakatin berir ein ateistiskan boðskap, og enntá ein skeptiskan boðskap. Hatta er jú deiligt at síggja.
Takk fyri “McElroy Road Church of Christ”. Eg kundi ikki orða tað betur sjálvur.

Merki: , ,

Hetta var lagt út 29 august, 2011 klokkan 22:16 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

3 svar to “Takk fyri McElroy Church of Christ”

  1. naivebeliver Says:

    Inni á heimasíðuni hjá hjá “McElroy Road Church of Christ” stendur annars at tey vildu hugsa annaleiðis og seta eitt “biilboard” upp sum fekk fólk at hugsa. Altso at man hoyrir so ofta at ongin Guð er til, men at mann ikki skal trúgva øllum man hoyrir. Altso er boðskapurin at man skal vera skeptiskur yvirfyri pástandinum um at ongin Gud er til. Ert tú samdur í tí?

  2. Heini Reinert Says:

    naivebeliver, man hoyrir oftari at Guð er til enn at Guð ikki er til. Ikki trúgva øllum tú hoyrir. 😉

    Men jú, sjálvandi skal man vera skeptiskur yvirfyri pástandinum at ongin gud er til. Man eigur at vera skeptiskur yvirfyri øllum pástandum. Hareftir eigir man at viga próvtilfarið, ið stuðlar hvørjum einstakum pástandi upp ímóti hvørt øðrum. Keðiligt fyri trúgvandi, at har onki próvtilfar finst, ið stuðlar pástandinum at Guð er til. Ikki so?

  3. Jákup Says:

    Altso er boðskapurin at man skal vera skeptiskur yvirfyri pástandinum um at ongin Gud er til. Ert tú samdur í tí?

    Samdur!

    Eg haldi meg td. heldur ikki vita at eingin gud er til, eg haldi bara at tað er øgiliga ósannlíkt.

    Man skal vera skeptiskur yvirfyri pástandinum um at eingin Gud er til – líkasum at man skal vera skeptiskur yvirfyri pástandinum um at eingir ósjónligir elefantar, gandakallar, spøkilsir, írskir álvar og fjørutrøll eru til.

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)