Darwin, Stalin og kristin hugsanarháttur

Høgni Johannesen hevur skrivað eitt innlegg á sínum bloggi, har hann hugleiðir yvir evnið “Stalinisa Darwinisma og Ateisma”. Orsøkin til tess er, at ein av hansara lærusveinum – Bergur Nónklett – hevur skrivað á einum øðrum bloggi, har hann hugleiðir yvir “Sambandi millum darwinismu og Holocaust”. Hetta seinna innlegg er tann vælkenda svadan hjá summum kristnum um, at allir ræðuleikar í nýggjari tíð stava frá darwinismuni. Hesin einfaldi og søgufalsandi hugsanarháttur er ikki nakað eindømi millum kristin í dag, og verður hann væl stuðlaður av ivasomum keldum, m.a. bókin Hitler’s Table Talk, 1941-1944 and Hitler’s Secret Conversations, 1941-1944 sum tit kunnu lesa meira um her.

Har er tískil nógv við tí seinna innlegginum mann kundi valt at viðgjørt nærmari, men eg valdi at taka eitt uppáhald úr rúgvuni, og seta tað í brennidepilin (viðmerkingarnar standa undir innlegginum), tí tað er so innlýsandi fyri einhvønn við innliti í søguna, at her er talan um eina lygn. Uppáhaldið er hetta, at Stalin fekk íblástur frá darwinismuni til at fremja tær ræðugerðir hann framdi.

Tað er hetta, sum er útgangspunktið fyri innlegginum omanfyri hjá Høgna Johannesen. Høgni Johannesen heldur seg kunna vísa á, at tað eg skrivi í viðmerkingunum til innleggið hjá Bergur Nónklett eru “høpisleysir, ógrundaðir og enntá skeivir pástandir”. Tað eg skrivi sum svar til innleggi hjá Bergur er, at Stalin var ímóti darwinismuni og at tað tískil er illa hugsandi, at tað var har Stalin fekk sín íblástur. Tað er so hendan útsøgn Høgni Johannesen metir er høpisleys, ógrundað og skeiv.

Áðrenn eg kasti meg út í at forklára, hví Høgni Johannesen enn eina ferð hevur megnað at sýna øllum sína ómetaligu óvitan, so vil eg stutt greiða frá, hvussu eg síggi hugsanarháttin hjá hesum kristnu trúarverjum:

Í stuttum gongur tað út uppá, at teir hava tveir pottar. Í tann eina pottin koyra teir alt tað, sum er gott: líknilsini hjá Jesus, Fjallaprædikan, næstakærleiki osfr.. Í hin pottin koyra teir so alt tað, sum er ringt: ateisma, darwinisma, brennivín osfr.. Báðir pottar standa yvir eldinum, og hesir kristnu apologetar røra so hugagóðir í pottunum báðum. Uppgávan er einføld, tí alt tað, sum stavar frá Jesus skal í fyrra pottin, meðan alt tað sum stavar frá satan skal í tann seinna. Tað er greitt, at úrslitið gerst ein verri vavgreytur har tað er ógjørligt at skyna mun á ymskum pørtunum í pottunum báðum. Tað er hetta sum er orsøkin til, at hesir trúarverjar javnseta kommunismu, nazismu, darwinismu og ateismu, tí hesi fýra stava øll frá satan og eru at finna í seinna pottinum, og eru tískil í teirra eygum eitt feitt. Vit síggja tað eisini aftur í vísindaligum kjaki, har hesi somu kristnu vevja big bang, abiogenesis og evolutión saman í ein bólk, og síðan halda, at tey kunnu undirgrava tað eina (t.d. evolutión) við at vísa á feilir í einum heilt øðrum (t.d. big bang).

Ein slíkur hugsanarháttur er alt ov einfaldur, men fyri summi menniskju er ein slíkur hugsanarháttur nettupp bjargingin undan at skula hugsa. Tað heila gerst meira einfalt tá mann bara kann skyna heimin í eini svart-hvítari mynd, men tað heila gerst eisini fullkomiliga meiningsleyst um so er, at mann roynir at grundgeva fyri einum hvørjum við støði í hesum vavgreyti. Tað riggar kanska í einum átrúnaðarligum høpi, men í veruliga lívinum – sum er væl litfagrari enn svart-hvíti átrúnaðarligi heimurin – gevur ein slíkur hugsanarháttur onga meining.

Orsøkin til at eg velji at nevna hetta er tann, at Høgni Johannesen og hansara lærusveinar eru kristnu kokkarnir yvir allar her í Føroyum, tá tað kemur at framala hendan vavgreyt. Tað skínur eisini ígjøgnum hansara innlegg omanfyri, at tað er við støði í hesum vavgreyti, at Høgni Johannsen velur at svara mær aftur.

Eg førdi fram – sum rætt er – at tað varð ikki fyrrenn í 1964 at Darwin slapp inn um skúlagátt í Sovjetsamveldinum. Hetta var 11 ár eftir at Stalin var deyður, og tí burdi tað undra einhvønn, hvussu Stalin fekk íblástur til sínar ræðugerðir frá darwinismuni. Veruleikin er, at mann undir tíðini hjá Stalin og Khrushchev valdi at leggja dent á eina meira kommunistiska lívfrøði, sum Trofim Lysenko hevði hugleitt seg fram til. Hendan Lysenkoisma vendi meira kapitalistisku hugsanunum hjá Darwin bakið (“tann sterkasti yvirlivir”) og legði ístaðin dent á eina meira socialistiska tilgongd til lívfrøðina. Úrslitið av hesi óvísindaligu tankagongd gjørdist stór hungursneyð, men sovjettisku leiðarnir valdu at halda fast við Lysenkoismuna tí hon segði tað teir gjarna vildu hoyra (á sama hátt sær mann í dag, hvussu summi kristin velja at tvíhalda um eina óvísindaliga tankagongd, tí hendan sigur tað tey gjarna vilja hoyra). Tíverri fyri kommunistar og summi kristin, so er vísind ikki ein spurningur um, hvat vit ynskja at hoyra ella hvat vit halda er gott, og tí blivu hugsanirnar hjá Lysenko blakaðar fyri bakka eftir deyða Krushchevs í 1964, og darwinsiman slapp endaliga at seta sítt vísindaliga fingramerki á lívfrøðina í Sovjetsamveldinum.

Høgni Johannesen er ósamdur í hesum, og mátin hann velur at grundgeva fyri, hví mínar niðurstøður er skeivar, skal skiljast í ljósinum av omanfyri nevnda vavgreyti. Høgni velur nemliga at hyggja eftir, hvat menn sum Marx og Stalin hava sagt um Darwin. Hetta heldur hann onkursvegna stuðlar upp undir, at darwinisma hevði nógv at siga í Sovjetsamveldinum undir tíðini hjá Stalin.

Feilurin hjá Høgna er, at hann ikki skynir mun millum darwinismu og Darwin. Feilurin er lættur at gera, og nógv kristin gera hann, allarhelst tí tey eru von við at læra, at alt Jesus nakrantíð hevur sagt er partur av teirra kristindómi, og tí halda tey kanska, at sama einfalda tilgongd letur seg brúka í samband við aðrar hugsjónir. Tað ger tað bara ikki. Darwinisma er eitt annað orð fyri menningarlæruna, sum er ein vísindalig ástøði, og tað eru ikki allar útsøgnir hjá Darwin, sum kunnu síðustillast við hesa vísindaligu ástøði. Tað eru eingongd ikki allar viðmerkingar Darwins í bókini Origin of Species, sum kunnu javnstillast við tað vit í dag kenna sum darwinsimuna. Tað er tískil alneyðugt at duga at skyna mun millum persónin Darwin og vísindaligu ástøðina hjá honum, sum vit nevna darwinisma. Høgni Johannesen dugir ikki at skyna mun, men hann er fyri so vítt umskyltur, tí hann hevur sín vavgreyt at arbeiða út frá, og úrslitið er har eftir.

At Marx og Stalin dámdu, at ástøðin hjá Darwin kundi tulkast sum ein uppgerð við tann einkarrætt átrúnaður inntil tá hevði havt, tá tað kemur til at forklára lív, er hvat tað er. Tað merkir ikki, at Marx og Stalin dámdu darwinismuna ella tóku undir við henni. Eg kann sum gudloysingur uttan at blunka siga, at tað er nógv av orðunum hjá Jesus eg persónliga kann taka undir við. Tað ger meg ikki til ein kristnan, líka so lítið sum Stalin blívur ein darwinist av, at hann dámdi sumt av tí Darwin framførdi. Við hugsanarháttinum hjá Høgna Johannesen er tað beint øvugt: dámar tú okkurt, so dámar tú alt; kanst tú taka undir við onkrum, so tekur tú undir við øllum.

Tað er sostatt óviðkomandi, um Stalin dámdi sumt av tí Darwin framførdi. Tað er óviðkomandi hvat støðu Sovjetsamveldi sum heild hevði til gransking og vísind. Onki av hesum broytir uppá veruleikan um, at meðan Stalin ráddi fyri borgum varð darwinisma útihýst í Sovjetsamveldinum, sum vísindaligt forkláringsmodel. Hesin veruleiki sampakkar illa við antin-ella hugburðin hjá Høgna Johannesen, tí hann tykist ikki hava førleika at skilja, at tú saktans kanst vera fyri vísind samstundis sum tú ert ímóti darwinismu, ella at tú saktans kanst taka undir við sumt av tí Darwin segði, samstundis sum tú vendir hansara vísindaligu frágreiðing sum heild bakið. Tað er eisini gjørligt at vera fyri vísind og samstundis nýta eina ikki-vísindaliga, reint materialistiska frágreiðing sum Lysenkoismuna til at greina lívfrøði. Hetta er tað sum hendi í Sovjetsamveldinum. Darwinisma er ikki einasta reint materialistiska vísindaliga frágreiðing sum finst. Allar vísindaligar frágreiðingar eru reint materialistiskar, men Høgni starir seg blindan á tí einu, og velur enntá at síggja hesa materialismu sum ein trupulleika fyri vísind, fullkomiliga óvitandi um, at tað er undir hesum korum vísind hevur virkað síðan 1600 talið.

At Høgni og fleiri við honum velja at tulka hesa vísindaligu materialismu, sum ein trupulleika stendst av, at tey meina ateismu vera ein spurning um reinadyrkaða materialismu. Her er so í teirra eygum eitt samanfall, tí er ateisman materialistisk, og er vísindin materialistisk, so eru hesi bæði tvær alin av sama stykki. Eftir sama leisti hugleiddi Erasmus Montanus: “Morlille kan ikke flyve, en sten kan ikke flyve, ergo er morlille en sten”. Hendan ólogiska tankagongd gevur ikki stórvegis meining, men hon er hóast tað væl dámd millum summi kristin. Veruleikin er, at vísindaliga materialisman er ein neyðug fortreyt fyri at siga nakað haldbart um okkara náttúru, og hendan materialisma fyriheldur seg ikki til spurning um gud, hvar ateistiska materialisman hinvegin fer inn, og hevur eina neiliga støðutakan til spurningin um trúgv á gud. So talan er um tvey sløg av materialismu, men tað sær mann ikki um mann hyggur í pottin hjá Høgna Johannsen, tí har er alt blandað saman í ein vavgreyt.

Høgni Johannesen vil eisini vera við, at tað vóru hugsanirnar hjá Darwin sum blivu vísindaligi kjølurin undir kommunismuni. Hendan skrøna er ofta hoyrd fyrr, men hon tekur ikki reiðuliga hædd fyri, at kommunisman sá dagsins ljós 11 ár undan bókini hjá Darwin. Origin of Species kom út í 1859, meðan kommunistiska manifestið bleiv skrivað í 1848. Hvussu bókin hjá Darwin skal hava ávirkað hendingar 11 ár undan hon kom út gevur bert meining í famøsa vavgreytinum hjá Høgna Johannesen. Í veruliga heiminum gevur slík hugsan onga meining.

So tað stutta av tí langa er, at Høgni Johannesen als ikki hevur víst mínum pástandi aftur. Skuldi hann havt gjørt tað, so skuldi hann megnað at víst á, hvussu frálæran í lívfrøði sá út í Sovjetsamveldinum millum 1924 og 1964. Hetta hevur hann ikki gjørt. Ístaðin hevur hann rørt runt í sínum vavgreyti, tikið upp í spónina av hugleiðingum og síðan blaka tær hultur til bultur inn í eitt innlegg. Um nakar letur seg sannføra av vavgreytinum hjá Høgna, so tey um tað. Tit sum verða sannførd burdu tó gjørt tykkum sjálvum tann beina at lisið eitt sindur um Trofim Lysenko á netinum. Tit kundu eisini valt at googla “darwin stalin” og lisið tað tilfar tit fáa ávíst. Kristindómur fer ikki at standa veikari av, at tit seta tykkum inn í viðurskiftini soleiðis sum tey nú eina ferð eru. Fordómar og ynskihugsan, manin fram av vavgreytinum hjá Høgna Johannesen, ganga møguliga til grundar, men tann missurin verður ikki stórur.

Merki: , , , ,

Hetta var lagt út 6 september, 2011 klokkan 14:01 og er goymt undir bloggupostar. Tú kanst halda eygað við svarum umvegis RSS 2.0 feed. Tú kanst svara, ella trackbacka frá tíni egnu síðu.

4 svar to “Darwin, Stalin og kristin hugsanarháttur”

  1. Bergur Ziska Says:

    Væl skriva Eivind. Eg vil bert undirstrika tað tú sigur at tað verður ikki skyna millum Darwinisma og Darwin.

    Darwinisma bleiv nýtt av Thomas Henry Huxley aftaná “Origin of Species” av Charles Darwin varð givin út. Darwinisma bleiv nýtt sum ein stytting fyri konseptini innan menningarlæruna. Tað varð ikki Darwin sjálvur ið uppfann Darwinismu ei heldur bleiv Darwinisma uprunaliga nýtt sum ein politisk isma ella læra á nakran hátt tá ið tíðini.

    Tað skal slágast fast at “Evolution by Natural Selection” er eitt úrslit av vísinamonnum ið royna at skilja heimin runt um okkum, nærmari fjøllbroytta djóralívið og hvussu tað er blivið so. Vit vita øll at nátturan er hørð og kompromisleys og tað er bert eitt fakta, ikki ein idiologi.

    Religiøsir apologetar hava re-definera Darwinismu sum eina ideologi fyri at kunna niðurgerða menningarlæruna og Darwin sum íverksetara. Hetta er eisini hví dialogurin altíð blívur so fløktur.

    Eg haldi at tað skal sigast, at skuldi Hitler, Stalin osv. fingið inspiratjón frá Darwinismu (sum tá Huxley kom fram við tí), so er tað heilt skeivt at tolka Darwinismu sum eina ideologi.

    Á sama hátt orkið eg ikki fyri at hoyra ateisma fyri mær tí tað er ómøguligt at finna eina konsistenta definitión hvat tað er fyri nakað. Tú kannst ikki siga nakað um ein persón sum er ateistur, bert hvat hann ella hon ikki er. Eg kann siga um meg sjálvan, at eg eri ein ikki-astrologur og eg havið ikki sagt nakað um meg sjálvan. Bert tey sum eru ivrið eftir at peika fingrar vilja seta “ismu” á alt teimum ikki dámar so tey betri kunnu skjóta.

    Vit hava nógv at takka Darwin fyri trúgvandi og ótrúgvandi lík. Fólk vita vanliga ikki hvussu nógv menningarlæran liggur aftanfyri alt frá tøkni til heiluvág og mangt annað, men tað er eingin interesseraður í. Nógv heldur langa út eftir henni tí hon ikki gongu hond í hond við einari avoldagu, vánaliga grunda heimsmynd eisini kalla religión.

  2. Bergur Says:

    Eivind, enn einaferð fert tú skeivur við at siga at darwinisman ikki kom innum skúlagátt fyrren í 1964. Hattar er íspinn.

  3. Eivind Ortind Simonsen Says:

    @Bergur:

    Um talan er um íspinn, so burdi tú lættliga kunna víst á okkurt dømi, har darwinisma er nýtt innan skúlagátt í Sovjetsamveldinum áðrenn 1964. Eg vænti tó, at tað einasta tú kanst vísa á, er vanliga kristna propagand’in um, at alt ringt í 20. øld stavar onkursvegna frá Darwin. Eitt slíkt útgangspunkt hevur onki hald í veruleikanum, og tað er hetta útgangspunkt, sum fær kristnar apologetar at framseta tær lygnir teir framseta.

  4. Heini Reinert Says:

    Fann hetta á blogguni hjá Arna, men helt tað var viðkomandi fyri hendan postin:

    I suppose this comes from viewing the world in binary terms: Us and Not-Us. Everyone who is Not-Us is therefore regarded as interchangeable and identical — secular humanists, Pagans, feminists, Islamists, Muslims, Mormons, Muggles, Gryffindors, Slytherins, lesbians, Epsicopalians and mid-tribulationist premillennial dispensationalists (splitters!). That view makes sense, I suppose, as long as you take great care to never, ever learn anything at all about anyone who isn’t you. And, just to be safe, you should probably do your best not to learn too much about yourself either.

Svara

Connect with Facebook

Tað stendur øllum frítt at skriva júst tað, tey hava hug til í viðmerkingum til bloggupostar her. Bert spam verður strikað, men vænta tó ikki, at tað ber til at skriva hvat sum helst uttan mótstøðu frá øðrum viðmerkjarum :)